týsdagur 24. november 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Servin Hjørleig Hansen
í Sørvági
f. 18.juni 1935 d. 5.juni 2015
Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði Servin
H. Hansen doyði og varð jarðaður. Eina stóra
tøkk til heilsusystrar og heimahjálparar, sum
vóru um hann í heiminum. Tøkk til Starvsfólkini
á Sýnini fyri stuðul og góða hjálp. Stóra tøkk til
Sigrun Mikkelsen fyri troystarrík orð. Takk til
prest, degn, klokkara og organist. Takk til berarar
og til sangarar. Takk fyri blómur, kransar og
peningagávur til kirkjuna.
Eina hjartans tøkk til tykkum, sum komu við
køkum til ervið og ein serlig tøkk til tykkum, sum
hjálptu við ervinum.
Og at enda stór tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul
Gunnvør við familju
Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu og
hjálpsemi, tá
Joen Jacob Poulsen
ættaður av Strondum
búsitandi í Tórshavn
føddur 19. des. 1934 deyður 2. oktobur 2015
doyði og fór til gravar.
Tey avvarðandi
Jóhan Petur Andreasen
Tórshavn
ættaður av Oyrabakka
andaðist mándagin 23. november
á Lágargarði, 94 ára gamal.
Jarðarferðin verður frá
kirkjugarðskapellinum í Tórshavn
fríggjadagin kl 14.
Familjunnar vegna
Anna, Birgir og Sólrun
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
góða systir, svigarinna, mostir og fastir
Torgerð Joensen
Norðragøta
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri alla umsorgan á Palliativu eindini á B6.
Tøkk fyri vitjanir og ein serlig heilsan til
Ann Dahl Hansen prest.
Tøkk til Una Næs, Annu Kristinu og Ova Brim fyri
góð orð í kapellinum og í Gøtu kirkju.
Tøkk til tykkum, ið á einhvønn hátt hjálptu til við
jarðarferðini.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávu til kirkjuna.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóngerð, Gunnleivur, Hansa, Jógvan,
Frida og Petur
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
kæra mamma, omma, langomma, vermamma, fastir
og mostir okkara
Victoria P. M. Petersen
f. 22. juli 1919 d. 27. juni 2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til
tykkum, ið vóru so trúgv at vitja hana. Takk til
sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum mongu,
ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til
Marjun Kálvalíð, prest, fyri ggóð og troystarík orð
í heiminum og í kirkjuni. Somuleiðis ein tøkk til
tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gunda
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara kæra mamma, omma og langomma
Kathrin Ó. Haraldsen
f. 31.01.1938 d. 03.11.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, sum komu á gátt hesa seinastu
tíðina. Tøkk til heimasjúkrasystrar fyri góðan
stuðul. Tøkk til starvsfólkið í Fuglafjarðar kirkju,
Fuglafjarðar sangkór og sangarar.
Tøkk fyri eina minniliga og hátíðarliga løtu í
Fuglafjarðar kirkju til jarðarferðina, fyri kransar,
blómur og peningagávur og køkur.
Bjørg, Anni og Heidi við familju
Vaskifólk til
Eysturkommunu
Eysturkommuna søkir eftir vaskifólki at byrja
04. januar 2016.
Talan er um starv á 35 tímar um vikuna og sum
er býtt millum dagstovnin Brúsa og Frítíðarheimið
í Leirvík. Starvið er ávikavist 15 tímar á
Frítíðarheiminum, sum er fyrrapart á degi og 20
tímar i Brúsa, sum er eftir kl. 17.00.
Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum
samstarvi við verandi vaskifólk á stovnunum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir skulu sendast til:
Eysturkommuna
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella
eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. desember
2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ova Heinesen, umsitingarleiðara, á tlf. 730012