týsdagur 24. november 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Dánjal Jákup Petersen
f. 04-08-1954 d. 04-06-2015
andaðist og bleiv jarðaður.
Takk til starvsfólkini á G3, takk til
heimasjúkrasystrar og tøkk til starvsfólkini á
Suðuroyar sjúkrahúsi.
Takk til prestarnar Jónsvein Bech og Patrick de
Neergaard, fyri tykkara hjálp.
Hjartans tøkk øll tit mongu, ið góvu blómur, gávur
og kransar og sum fylgdu Dánjal Jákupi.
Tit mongu, ið hjálptu so væl til hesar dagarnar,
bæði í heimi okkara, til jarðarferðina og í ervinum,
tykkum øllum takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Birthe, Rannvá, Evona og Emmely
Tøkk
Hjartaliga takki eg
øllum, sum gjørdi
mær 80 ára dagin so
hugnaligan.
Takk fyri
gávur, blómur,
telefonsamtalur og
heilsanir á FB.
Takk fyri góðan sang
og talur. Takk til
kokkar og øll, sum
hjálptu á ymiskan
hátt.
Heilsan
Denhard Hansen
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu,
tá mín elskaði maður og okkara góði
pápi, verpápi og abbi
Poul Martin Klein Olsen
f. 29.06.38 d. 29.09.15
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á G4 á Landssjúkrahúsinum
fyri at tit vóru so góð við hann og góvu honum ta
bestu viðgerð, ta tíð hann var har.
Takk til Sonju Klein fyri góð og troystarrík orð í
kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar og tit, sum bakaðu til
ervið.
Takk til Sólsetur, sum skipaði fyri jarðarferðini og
ervinum.
Takk eisini fyri gávur til Krabbameinsfelagið og
Hjartafelagið.
Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Alvilda,
Kaj, Dánjal Petur, Boði
Ranveig, Gunnvør,
Dánjal, Benjamin, Jonathan, Anna,
Helena, Teitur, Tóki & Sara
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Johan Peter (Piddi) Olsen
Saltangará
* 18.11.1926 † 06.06.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Meinhard Bjartalíð, prest.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Tøkk fyri heilsanir, kransar og blómur.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Somuleiðis ein tøkk til Heimatænastuna og
Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið fyri góða røkt og
umsorgan.
Familjunnar vegna
Nelly
Jakoba, Olivar, Magni og Jóhanna
Jólaaftan í KFUK
Jólaaftan verður
hildin í KFUK kl. 18.
Vil tú verða saman
við okkum so ring
31 19 28 / 21 18 24.
Tilmeldingarfreist:
Mánadagin
21. desember kl. 18.