hósdagur 26. november 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
6
persónssøga
Vit giftast
so skjótt
lógin
er broytt
Samkynda Annika
Barbara Holm
S
ólin skínur oman og niðan
hendan kalda vetrardagin í
november. Á Landssjúkra
húsinum situr Annika Vang,
ambulansastarvsfólk á Landssjúkra
húsinum. – Tað kann vera vit vera
avbrotnar, sigur hon sum tað fyrsta,
tí sum førari av ambulansanum skalt
tú vera til taks og klárur at leypa um
okkurt hendur – sum tað vónandi
ikki ger.
– Fólk rundan um meg eru ógvu
liga fitt og tað mesta eg upplivi eru
rósandi orð um, hvussu flott tað er,
at eg tori at standa við mítt, sigur
Annika, nú hon skal seta orð á lívið
sum samkynd í Føroyum.
Fyri yvir sjey árum síðani hittist
hon og dama hennara umvegis inter
netið. Daman las tá í Danmark, og tá
hon kom aftur til Føroya nakrar mán
aðir seinni, gjørdist tær báðar par.
– Eg havi ongantíð skammast av
mínum seksualiteti. Eg kom úr skáp
inum sum 19 ára gomul, og hvíli í mær
sjálvari hvønn dag, sigur Annika.
Annika hevur verið aktivt í LGBT,
og hevur verið nevndarlimur í felags
skapinum fyri samkynd, tvíkynd og
transpersónar í Føroyum. Hóast tey
mestu orðini á vegnum eru av tí rós
andi slagnum, so hava verið løtur, har
Annika hevur kent seg hótta eftir lív
inum.
Tú ert verri enn
krabbamein
Fyri nøkrum árum síðani var bókin
»Hin stóra familjubókin« útgivin í
Føroyum og nakað eftir vitjaðu LGBT
limir í Løgtinginum, og handaðu løg
tingslimunum hvør sína útgávu av
bókini. Bókin snýr seg um ymiskar
familjusamansetingar í dagsins sam
felag, og nevnir eisini samkyndar
familjur. Mikið rok spurdist burturúr
hesari hendingini, og mong vóru tey,
sum kjakaðust á sosialu miðlunum
og aðrastaðni við, um hesa góðu bók.
Ein teirra, sum handaði løgtings
limum hvør sína bók, var Annika.
Hon og Eiler Fagraklett umboðaðu
LGBT í tinginum hendan dagin, og
eftirspælið rakti eisini Anniku sjálva.
Seinni tað sama kvøldið lýsti
1-talið á boðsmerkinum í høgra
breddanum á Facebook. Innkomin
vóru eini boð frá einum navngivnum
persóni, og viðkomandi var alt annað
enn blíður.
»Tú ert verri enn krabbamein. Tað
hevði verið best um tú bara doyði«
stóð at lesa á boðunum. »Tú ert einki
verd fyri samfelagið«, segði viðkom
andi.
– Eg minnist eg gjørdist púra
skelkað. Hví ein vaksin persónur
setur seg við telduna, leitar fram mítt
navn, og skrivar slíkt til mín. Tað skilji
eg snøgt sagt ikki, sigur Annika.
Fólk rundan um
meg eru ógvuliga
fitt og tað mesta
eg upplivi eru
rósandi orð um,
hvussu flott tað
er, at eg tori at
standa við mítt«
– Vit vilja so fegnar ganga saman í hjúnaband, og vit hava fyri
langari tíð síðani avgjørt, at vit vilja giftast í Føroyum. Um broyting
í hjúnabandslógini verður samtykt í Løgtinginum, so giftast vit
beinan vegin, sigur 26 ára gamla Annika Schandorffsdóttir Vang