hósdagur 26. november 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
7
»Hetta hevur týdning fyri meg
persónliga, tí eg vil fegin giftast.
Men hetta er størri enn so.
Hetta hevur týdning fyri
komandi ættarliðið av
samkyndum føroyingum«
Annika Schandorffsdóttir Vang
Hon og dama hennara gjørdist
ógvuliga merktar av støðuni. Para
noid, kanst tú kalla tað.
– Hvat verður tað næsta? Fari eg
at vera niðursligin í býnum? Skal eg
læsa hurðina? Fer onkur at standa
uttanfyri her og vilja mær nakað ilt?
Tað var slíkt, sum fór gjøgnum heysin
á mær, sigur Annika.
Munnligur ágangur í býnum hev
ur eisini verið ein partur av lívinum
hjá Anniku.
– Tú sleppur ikki undan viðmerk
ingum, helst tá tú fert í býin, og hevur
traðkað fram alment. Onkutíð fært
tú eina skolu og onkuntíð vilja fólk
kjakast um hjúnabandslógina, sigur
Annika.
Og júst hon, hjúnabandslógin, er á
mangan hátt avgerandi fyri framtíð
ina hjá Anniku og damuni.
Í hesum døgum verður hjúna
bandslógin og broytingar í henni,
viðgjørd í Løgtinginum. Okkara
fólkavaldu skulu komandi tíðina gera
av, um samkynd í 2016 skulu sleppa at
ganga saman í hjúnaband.
– Fyri at vera heilt erlig, so hongur
handan hjúnabandslógin mær langt
út av hálsinum, sigur Annika, og
ivaleyst eru tey mong, sum kenna
tað á sama hátt sum hon.
– Í mínum hugaheimið eru stór
mál í Føroyum, sum hava nógv størri
tørv á stórar viðgerð og nógvum
hugsanum frá tinglimunum. Hetta
átti bara at verið ein avgreiðsluspurn
ingur, og so kundu tey farið undir
at hjálpt fátøkum børnum, sjúkra
húsverkinum og heilsuverkinum til
dømis, sigur Annika.
Hon fylgdi ikki við í gjár, tá ið upp
skotið til broyting í hjúnabandslógini
var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.
Hon og daman eru farnar undir at
umbyggja hús, so tíðin fer við tí. Men
eins og onnur samkynd í Føroyum,
so vónar Annika, at lógin nú umsíðir
verður samtykt.
– Vit báðar vilja so fegnar ganga
saman í hjúnaband, men vit vilja
ikki fara út um Føroyar at gera tað.
Eg gleði meg til, at vit kunnu bjóða
okkara nærmastu inn til borgarliga
vígslu í Føroyum, sigur Annika.
Fara tit báðar so í
brúðarkjóla, ella hvussu?
– Tað er ein góður spurningur, sigur
Annika flennandi. Eg eri ikki ein
kjólapersónur, so eg má finna okkurt
annað at fara í. Men eg giti daman
verður í hvítum kjóla, sigur Annika.
Júst hvussu brúdleypið skal vera,
er enn til samráðingar heima hjá
Anniku og teimum. Men givið er, at
tær báðar gleðast um, at tað nú sær út
til, at tær sleppa at giftast her í Føroy
um í komandi ári.
– Hetta hevur týdning fyri meg
persónliga, tí eg vil fegin giftast. Men
hetta er størri enn so. Hetta hevur
týdning fyri komandi ættarliðið av
samkyndum føroyingum. Hendan
broytingin í lógini ger, at samkyndir
føroyingar kenna seg vælkomnin
og viðurkend í framtíðini. Og hvat
kundi verið meira natúrligt enn tað,
sigur Annika Schandorffsdóttir Vang,
áðrenn hon aftur vendir nøsini móti
sjúkrahúsverkinum og ambulansa
tænastuni.
barbara@sosialurin.fo
– Tú sleppur ikki undan viðmerkingum, helst tá tú fert
í býin, og hevur traðkað fram alment. Onkutíð fært tú
eina skolu og onkuntíð vilja fólk kjakast um hjúnabands
lógina, sigur Annika Schandorffsdóttir Vang
Mynd: Álvur Haraldsen