Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 8 POLITIKKUR Sambandsflokkurin læsti støðuna fasta, tá ið formaðurin boðaði frá, at flokkurin samlað fer at atkvøða ímóti broytingunum í hjúnabandslógini ÁRNI GREGERSEN Í sambandi við alt kjak um samkynd, 266b og onnur etisk mál, so er vanligt, at flokkarnir siga, at tað er upp til hvønn ein­stakan tinglim at avgera, hvat við­ komandi atkvøður fyri. Sambandsflokkurin boðaði tó frá í vikuni, at samlaði flokkurin ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum um broyt­ ingar í hjúnabandslógini, sum gevur samkyndum loyvi at giftast. – Samgongan ynskir ikki, at vit taka lut í politikkinum annars, so vit fara ikki at lata okkum misbrúka í hes­um máli, segði formaður Sam­ bands­floksins, Bárður á Steig Niel­ sen undir 1. viðgerð av málinum í Løg­ting­inum. Jónleif Johannesen metir at greiða útmeldingin frá Sam­bands­ flokk­inum læsir málið fast áðrenn nevnd­ar­viðgerðin byrjar. – Nú eru tveir fastlæstir møgu­ leik­ar at velja í millum. Antin fyri ella í móti verandi uppskoti. Og tá so er, taki eg undir við uppskotinum, tí endamálið í lógaruppskotunum er at geva øllum borgarum í landinum javn­bjóðis borgarlig rættindir og tí taki eg fult undir við, sigur Jónleif Jo­hannesen. Vónaði aðra loysn Javnaðartingmaðurin hevur annars verið ivasamur um, hvørja støðu hann skuldi taka í málinum. – Vit eru sjálvandi ávirkað av tí umhvørvi vit ferðast í dagliga og eg síggi eisini, at vit hava flutt okkum ómetaliga langt seinastu árini, men mær hevði dámt betur, um vit høvdu givið loyvi til skrásett parlag. Skrásett parlag tryggjar eisini tey borgarligu rættindini. Eg haldi tað er skeivt at provokera nógvar føroyingar við at umdefinera orðið hjún, sigur Jónleif Johannesen. Fyri nógv fólk hevur orðið hjún eina heilt greiða meining. Tað er eitt parlag millum mann og kvinnu. – Eg meti ikki, at tað hevði tikið nak­að frá javnbjóðis borgarligu rætt­ indunum til tey samkyndu, um vit settu í gildi skrásett parlag og sam­ stundis lótu hjúnabandi verið millum mann og kvinnu. So sluppu vit eisini undan at kirkjan var ein beinleiðis partur av hesum máli, sigur hann Spurningurin um skrásett parlag hevur verið við í kjakinum bæði nú og tá ið uppskotið fyrr hevur verið frammi, men tað er ferð eftir ferð afturvíst, tí tað hevur fleiri tekniskar forðingar við sær. – Eg havi eisini fingið frágreiðing­ ina um, at tað tekniskt eru forðingar í vegin fyri at lóggeva skrásett parlag, men eg eri als ikki samførdur um, at tað er ómøguligt. Tað kann væl vera, at tað hevur tekniskar avbjóðingar, tí tað er eitt danskt mál, men familju- og arvarættur verður yvirtikin um stutta tíð og so er talan um eitt reint føroyskt mál. Mær hevði dáma betur um hesin møguliekin var kann­ aður meira gjølla, sigur Jónleif Jo­ hannesen. Í kjakinum hava umboð fyri LGBT fleiri ferðir sagt, at tey als ikki ynskja nakrar serlógir, men at tey bert vilja hava somu rættindi, sum aðrir borg­ arar í samfelagnum. – Við at gjørt eina lóg um skrásett parlag, so var ikki neyðugt at hetta var ein serlóg. Hetta kann gerast, so at øll pør, sum vilja tað, kundu skrá­ sett teirra parlag og so var hetta ikki nakað, sum bert var fyri tey sam­ kyndu, heldur hann. Politikkur í málinum Jónleif Johannesen harmast um út­ meldingarnar frá Sam­bands­flokk­ inum, ið útleggur hetta til eitt mál mill­um samgongu og andstøðu. Við hesari útlegging er støð­an fastlæst og retorikkurin í nevnd­ar­ arbeiðinum verður merktur av hes­ um og forðar fyri, at aðar loysnir kunnu verða tiknar við í kjakið. – Sum eg síggi tað, eru nú tveir fast­læstir møguleikar at velja í mill­ um: at atkvøða fyri ella í móti upp­ skotinum. So um einki broytist, at­kvøði eg fyri málinum, tá ið tað kemur aftur úr nevnd, tí eg taki fult undir við at geva øllum borgarum í landinum javnbjóðis borgarlig rætt­ indi og hetta vigar tyngri í míni støðu­ takan, enn tey viðurskiftir eg kundi ynskt at broytt í hesum máli, sigur Jónleif Johannesen. TEKUR UNDIR VIÐ BROYTINGUNUM Í HJÚNABANDSLÓGINI Jónleif Johannesen: Uppskotið um broytingarnar í hjúna­bands­lógini fáa undirtøku Fráboðanin frá Sambandsflokkinum um, at flokkurin allur fer at atkvøða ímóti broytingunum í hjúnabandslógini, tryggjar nú meirluta fyri málinum ÁRNI GREGERSEN Meðan Løgtingið hevur við­gjørt málið um broytingar í hjúna­ bands­lógini, hevur ivasami verið um, hvørt málið fer at fáa meirluta í tingsalinum, tá ið tað kemur aftur úr nevnd. Men útmeldingin frá Sambands­flokkinum um, at flokkurin allur sum hann er, fer at atkvøða ímóti málinunm, tryggjar nú málinum meirluta. Støðan var eftir orðaskiftið í vikuni, at andstøðan samlað, fer at atkvøða ímóti broytingunum. Fólkaflokkurin hevur fimm tinglimir, sum allir atkvøða ímóti. Sambandsflokkurin hevur seks limir, sum eftir hvat formaðurin í flokkinum boðaði frá í gjár, eis­ini allir fara at atkvøða ímótir upp­ skotinum. Teir báðir smáu andstøðuflokk­ arnir, Miðflokkurin og Nýtt Sjálv­ stýri, fara eisini at atkvøða ímóti. Í samgonguni fer Tjóðveldi alt at atkvøða fyri við sjey atkvøðum og tað sama fer Javnaðarflokkurin nú at gera. Jónleif Johannesen ivaðist, men eftir at partapolitikkur kom í málið, fer hann at atkvøða fyri. Heðin Mortensen hevur áður ivast og tað sama hevur Kristin Michelsen, sum eftir hvat Sosialurin skilir, so fara teir báðir at atkvøða fyri broytingunum. Framsókn hevur málið í stevnu­skránni, so báðir tinglimirnir at­kvøða fyri. Tað vil siga, at eftir hes­um, so eru 16 fyri og 15 ímóti. Sonja Jógvansdóttir, uttan­ flokka, atkvøður fyri og Annika Olsen, uttanflokka, hevur greitt sagt, at hon hevði havt ógvuliga tor­ført við at atkvøða ímóti málinum. So sum støðan er nú, so kemur málið um at loyva samkyndum at giftast gjøgnum í Løgtinginum. Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin