hósdagur 26. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 137
22
Matgerð
Tjóðhild, eg gleði meg til kardemummurnar
verða skiftar út við okkurt annað. Kanst tú ikki
byrja at brúka saffran skjótt? Soleiðs spurdi
lítlasystir meg um vikuskiftið, eftir at tað næstan
kom kavi og jólasangir út gjøgnum oyrini á
henni, av eini yvirdosis av kardamummu í
sjeyogtjúgundu royndini av kardamummuísi
– bíðið bara, ísurin skal nokk blíva góður, og jú,
saffrani skal nokk eisini sleppa uppí part skjótt
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g visti ikki av tí fyrr enn
nú, men eg eri nokk eitt
ella annað stað eins og
hasi fólkini, sum byrja
at spæla jólasangir longu tíðliga í
novembur. Hjá mær eru tað bara
kardamummurnar í matinum held
ur enn jólasangir, sum boða frá at
jólini eru ávegis – um tveir mán
aðar. Og hvat er galið við einum
einkultum jólasangi í novembur?
Ella við eini kardamummu? EINI
kardamummu? eg hoyri lítlasystir
fyri mær. EINI kardamummu!? Títt
kardamummuforbrúk líkist meira
einum yvirpyntaðum jólatræi við
blinkandi perum í alt ov nógvum
ymiskum litum, dansandi jólaeinglum
og eini snurrandi syngjandi jóla
stjørnu á toppinum! Ok, hon segði
ikki soleiðis, men eg eri vís ið at
hon hugsaði tað! Og ikki at tala um
tey 100-tals jólatrøllini, sum eisini
munnu hanga á hasum jólatrænum –
vónandi verður kardamummuísurin
ikki eisini eitt av teimum!
Men tað eru so nógvir smakkir
sum bara eru loyvdir um jólini, og
ein mánaði til kardemummu er ALT
ov lítið! Aðrastaðni brúka tey karda
mummur í matgerðini alt árið, tað
áttu vit eisini at gjørt haldi eg. Í øllum
førum kundu vit strekt tað til myrku
vetramánarnar, tí hví skal desembur
vera hin einasti hugnaligi, tá ið tað eru
so nógvir aðrir myrkir mánar? Ok, eg
veit tað, nú ljóði eg sum eitt av hasum
fólkunum sum forsvarar at spæla
jólasangir í oktobur! Ok lítlasystir,
tú vinnur. Í næsta ár skal eg bíða
eftir adventini áðrenn eg byrji við
kardamummunum – men tá verður
tað so eisini sum við fýrverkinum
gamlaárskvøld. Brenna alt av í senn.
Tjubang, Tjuhey, Kardamummu
uppá breyð!
Men nú er altso fyrsti sunnudagur
í advent, og fyri meg er tað nú, at jólini
veruliga byrja. So kardamumma, ver
vælkomin! Lurta ikki eftir systir míni,
tað er bara tí at hon er so forlippt í
kaneli, og gleðir seg til at kanelið
eisini sleppur uppí part her heima.
Til fyri stuttum hevði eg bara
brúkt kardamummu í bakstri. So at
brúka kardamummu í aðrari matgerð
var nýtt fyri meg. Men eg eri glað
fyri at tað er broytt. Enn ein hurð er
opnað. Og nógv nýggj hugskot eru
nú at royna.
Eg ætlaði fyrst at skriva, at mær
ongantíð hevur dámt reyðkál nakað
serligt. Men tað passar ikki heilt.
Tað er nokk heldur so, at eg ongan
tíð havi hugsað um reyðkál nakað
serligt. Ikki fyrr enn seinastu árini.
Reyðkál kann jú vera so nógv. Og
hvussu tað kann vera SO langt ímill
um ráa fríska reyðkálið og hitt jóla
reyðkálið í spannum, ja tað skilji eg
ikki. Ikki tað at mær ikki dámar hitt
vanliga jólareyðkálið, tað sigur mær
bara ikki so nógv. Og tað er spell at
reyðkálið ikki kann siga meira, og
REYÐKÁL – RÁTT,
SÚRT, SØTT OG VIÐ
SMAKKI AV JÓLUM
»Mamma eg elski hetta!« sigur lítla barnið, men
etur enn mest appelsin og drúss
Drússið goymist væl í einum
lufttøttum ílati. Eg veit ikki
heilt hvussu leingi tað heldur
sær, tí tað plagar at hvørva
ógvuliga skjótt. Smakkar sera
væl útyvir havragreytin
Man plagar at siga at tað er
dressingurin ið ger salatið, í hesum
førinum er tað so drússið ið ger
salatið. Spar ikki uppá drússið!