hósdagur 26. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
21
klumman
Mia Helmsdal Clothier, praktikantur í Miðlahúsinum
Ævintýrini hjá Klummiu
Nú er næstan ein vika farin. Eg havi sitið
millum leyvur og tikarar síðani mánadagin,
men havi tó ongantíð ordiliga verið í lívsvanda
enn. Eg haldi, fyri at vera erlig, at eg trívist
væl. Eg fari til arbeiðis kl. 9, og siti og skrivi
okkurt smávegis. Síðani fari eg í matarsteðg
kl. 12 við vinkonum mínum, ið arbeiða
tætt við Miðlahúsið. Vit fara sum oftast til
arbeiðsplássi, har mamma ta einu arbeiðir,
og sita so har og eta matpakka og práta eitt
sindur. Aftan á fari eg aftur til arbeiðis til kl. 16.
Jú jú, eg kann bara siga, at eg trívist stak væl.
Tað góða við at vera á Miðlahúsinum er, at
umframt at sleppa at skriva fyri blaðið og
heimasíðuna, so eru eisini onnur forkunnug
ting, ein sleppur.
Týsdagin var eg í rættinum fyrrapartin
og seinnapartin í Løgtinginum. At vera
í rættinum var nokkso feitt, tó hevði eg
ímyndað mær salin eitt sindur størri, men
what can I say.
Alt í rættinum kendist nokkso óveruligt. Har
vóru bæði ákæri, verji, ákærdi, dómari og
vitnir. Hetta havi eg annars bara sæð í sjón
varpinum (sum so nógv annað eisini).Sjálvt
um tað var kul í rættinum, so var tað Løgtingið,
eg gleddi meg mest til. Tað gjørdi tað bara
enn betri, at málini, sum skuldu í 1. viðgerð tá,
vóru, hold på hat og briller, hjúnabandalógar
broytingar (langt orð).
Tá eg so, í fylgi við einum arbeiðsfelaga og
einum politikara, fór niðan í Løgtingið, var
eg ræðuliga spent. Vit fóru innar. Nokkso fitt
av fólki hevði longu sett seg í salin, men vit
skuldu ikki sita niðriundiri. Nei tú, vit skuldu
uppá. Haðani høvdu útsýni yvir salin og tí, ið
gekk fyri seg undir okkum.
Tá fundurin byrjaði, var eg rættiliga kløkk um,
hvussu nógv skuldu halda røður. »Her fari
eg at verða sitandi eina tíð,« hugsaði eg, eitt
sindur mótfallin kanska.
Men tingfundurin livdi upp til allar
mínar vónir. Ovmikið av kjaki, ovmikið av
guðstænastu, ovmikið av góðum og minni
góðum argumentum.
Sjálvt um tað var gott, varð tað at enda
eitt sindur ov nógv av tí góða. Tey somu
argumentini komu fyri sættu ferð og
somuleiðis sama svar.
Eitt, eg veruliga ikki skilji, er, hví at onkur kann
standa og hyggja ein djúpt í eyguni, meðan
ein noktar einum minnilutabólki, sum er
akkurát sum øll onnur, mannarættindi. Og at
nýta átrúnað sum grundarlag fyri hettar, er
heilt burturi við, serliga tá hann ikki umfevnir
øll. Eg vóni so staðiliga, at hesi uppskot verða
samtykt.
Við vón í hjartanum sigi eg farvæl og takk.
Stórt
harmonikutiltak
á Reinsarínum
leygarkvøldið
ALeygarkvøldið kl. 19.30
stundisliga, verður har
monikutiltak fyri tey til
komnu, ið eru farin um tey
50 árini. Tiltakið Harmoniku
ljómur, bjóðar sjelarar, perlur,
vakrar røddir, felagssang,
harmonikur og dans í Reinsa
rínum í Tórsgøtu. Farið verður
nokk um midnátt, áðrenn
dansurin endar. Tey og tað,
sum verður at hoyra er:
Góðir gamlir altjóða “sjelarar”,
sum Johanna syngur við
síni mjúku rødd og spælir
mandolin til, og har maðurin,
Terji, lutvíst spælir undir
við harmonikuni, og lutvíst
virtuost spælir høgt vird løg
sjálvur. Klassiskar perlur við
tí populera parinum Preben
og Nelli. Russiska Nelli syngur
vøkur og væl lýdd altjóða
løg, meðan úrnælingurin á
harmoniku, danski Preben,
spælir undir og eisini spælir
krevjandi løg einsamallur.
Evergreens fyri harmoniku
spælarar við tí garvaða
gittarspælandi, Ísaki, sum
trubaduri og við Eyðfinni og
Suna sum tveir somuleiðis
garvaðir og væl spælandi
spælarar, verður trivið í
æviløg úr 6 ymiskum londum.
Tá klokkan fer av 21 verður
syngið-við-løta saman við
fjølmannaðum bólki hjá
Havnar Harmonikufelag,
ið spælir upp aftur fleiri
populer løg. Pallstjóri er
tann skemtiligi Poul Jákup
Thomsen
Kl. 22.15: Steðgur har møgu
leiki verður fyri at fáa sær
kaffi/te og aðrar drykkju
vørur.
Kl. 22.30: Dansur, mest
fyri tey 50+ ára gomlu við
spælibólkum hjá Havnar
Harmonikufelag.
Atgongumerki fáast á www.
reinsariid.fo, á Kunningar
stovuni í Havn ella við dyrnar.
Jólahugni í Norðurlandahúsinum fyri familjuna Sunnudagin kl. 14.-17.00 verður hugni við klipping, máling og klistring.
Eisini syngja Steintór Rasmussen o.fl. Kom niðan í Føroya heitasta hús ein kaldan vetrardag og hugna tær saman við
børnunum. Vit fara at klippa, líma og mála, og møguleiki verður at senda eina fitta jólaheilsan á postkorti. Alt hetta
meðan vit njóta eitt leskiligt ábit frá SMAKKA og lurta eftir tónleiki við Steintór Rasmussen, Rakul Ró og Pætur við
Keldu á klaver. Vakra prýðið hjá Edvard Fuglø fer aftur í ár at skapa jólahýr í Norðurlandahúsinum.
Mynd: Álvur Haraldsen