hósdagur 26. november 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
20
Steintór í Spaniastovu Seinasta leygarkvøldið í novembur verður Spaniastova karmur um konsert hjá
Steintór Rasmussen. Við sær hevur hann Pætur við Keldu, klaver og sang. Konsertin hetta kvøldið ber
heiti »Lívi er mítt listarverk«, sum er tikið úr sanginum »Lívsmynd« og nú eisini heiti á nýggju bókini hjá
Steintóri. Á konsertini fer Steintór at framføra eitt úrvæl av sínum bestu sangum. Somuleiðis verða orð
og løg sett saman á ein slíkan hátt at konsertin bæði verður ein tíðarmynd og tíðarlýsing.
Hetta hendir
um vikuskiftið...
mangt og hvat
Fríggjakvøldið letur Reinsaríið
dyrnar upp fyri einum stuttligum,
eksklusivum kvøldið fyri kvinnur.
Lat teg í tín cocktail kjóla, tak tínar
vinkonur undir armin, og kom oman
og njót eitt kvøld við drinks, skemti
og álvara, tónleiki og kanska einum
prikið til kvinnur.
Á skránni verður:
– Tónleikur við Lenu Anderssen
– Tónleikur við Døgg Nónsgjógv
– Pallborð við Henrik Old, Katrini
Kallsberg og Tróndi Vatnhamar.
Tey fara at viðgera nakrar spurn
ingar frá monnum um kvinnur.
– Skemt við Sjúrður Skaale
– Altjóða dagurin hjá ST móti harð
skapi móti kvinnum var mikudagin,
og tað merkir eisini Kvinnukvøldið.
Hvussu ávirkar harðskapur í parlag
num teg og tíni nærmastu og hvussu
er tað at liva við harðskapi í gerandis
degnum? Tað fer Súsanna Skaale,
sálarfrøðingur, at tosa meira um.
Sí meira á reinsariid.fo
Eksklusivt kvinnukvøld
í Reinsarínum
Tiltak...
Tey nógvu siga seg stríðast fyri frælsi.
Nøkur gera tað eisini í fullum álvara.
Og so eru tey, sum lata lív í frælsis
stríði, sum tey kalla tað. Eingin føroy
ingur í kúgaða hjálandinum Føroyar
setur tó lívið í veð fyri frælsi. Til tess
er lívið ov dýrabart, at tað kann hava
fyrsta veðrætt í frælsinum.
Frælsi er eitt aldagamalt herróp,
hóast hvørki er lógarkravt at rópa
frælsi ella revsivert ikki at gera tað.
Frælsi er tó enn í dag eitt abstrakt
hugtak. Ein misskilt illa tugd hug
mynd, sum ring er at svølgja.
Mítt frælsi er ikki at gera
sum eg vil. Mítt frælsi er ikki
at gera tað, sum eg ikki havi
hug at gera ella ikki vil gera.
Tað er veruligt frælsi. Men
tann definisjónin er ikki
góðkend so víða. Hon er
ov víðgongd, smakkar
ov nógv av frælsi, av
frælsari tulking.
So eru tey, sum
heilhjartað berjast fyri ófrælsi.
Í trábeitna stríði sinum fyri
ófrælsi keyptu (ella fingu tey hana)
tey samkyndu í Føroyum sær
eina heila síðu í bløðunum at
lýsa allar herligheitirnar við
hjúnatjóðrinum.
Ein herligheitin,
fjøtraði fyrimun
urin, er rætturin
at
brúka
eftirnavnið hjá hjúnafelaganum. Tað
er ein skomm ikki at vilja kennast
við sítt egna eftirnavn. Og snobbarí
at gifta seg til eitt »fínari« eftirnavn
enn sítt egna.
Ein onnur leinkjaða gávan er
skyldan at stuðla hvør øðrum fíggjar
liga. Tað er ússaligt og óvirðiligt,
ósjálvbjargið, at liva av pengum frá
øðrum. Siga millum annað tey, sum
siga seg berjast fyri frælsi.
Sambært heilu avíssíðuni hjá
LBGT er hjúnabandið ein margfaldur
stuðulsmøguleiki, stuðul til hetta og
stuðul til hatta. Sum tað stendur:
hjún hava rætt til ymiskan stuðul.
Er hjúnatjóðrið fyrst og fremst ein
slanga í landskassan?
Hjúnatjóðrið er tó ikki minst
skattahugsan og spekulasjón. LBGT:
møguleiki er fyri hjúnafrádrátti og
uppihaldspeningur kann dragast
frá í skatti.
Hjún kunnu hefta fyri skatta
skuldini hvør hjá øðrum. Ókey,
skyldar tú skatt, gift teg. Hvør av
øðrum liva má. Skálkaskjól og skatta
skjól.
Hjún hava rætt at arva hvønn
annan, stendur eisini á gulu heilsíðuni.
Men fá hjúnabond eru, sum deyðin
slítur. Bandið er so veikt, at tað slitnar
í bestu árum, so arvarætturin er bara
ein pappírsrrættur.
Segði nakar kærleiki, sum bara
deyðin skilur og skilir?
Nei, tí landskassin letur ikki stuðul
ella skattafrádrátt til kærleika. Og
jarðarferðarstuðul er sjálvfíggjaður
í Heilsutrygd.
So stendur eisini, at eitt par, har
annar (ikki onnur) er útlendingur
og hin er danskur/føroyskur borgari,
hevur lættari við at fáa húsfólkasam
eining í danska kongsríkinum, um
parið er gift.
Vildu vit ikki hava føroyingar heim
aftur undir egið tak, áðrenn tinglýs
ingin hækkar hundrað prosent?
Men trygdarnet, illa bøtt gamaní,
er hóast alt í allari frælsisskerjingini.
Tey, sum gifta seg, hava rættin at
gera serogn fyri hjúnabandið og í tí.
Tú sleppur also at eiga kiksaða
barrskápið, eftir at tú hevur tømt allar
fløskurnar í køksvaskið, kloakkreins.
Løgið, at LGBT ikki hevur frætt,
at helvtin av teimum, sum sleppa
at gifta seg, skiljast. Hin helvtin vil
gjarna, men torir ikki.
Ein hjúnaskilnaður kostar líka
nógv sum eitt brúdleyp ella meira.
Og so biðja vit øll fyri, eisini vit
ateistar, at nýggja hjúnabandslógin
verður samtykt sum skjótast og ikki
hongd upp at ræsa. So vit sleppa und
an at hoyra, síggja og lesa um hasa
forbannaðu lógina í allari ókomnari
framtíð.
Og byggivinnan hevur sína heilt
egnu tíðarrokning, og hon er egin. Í
byggivinnuni eru 11 dagar í vikuni.
Alskynd skattahugsan
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir