Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 19 NØVN 23. oktober fingu Herborg Poulsen og Torkil V. Rasmussen í Tórshavn ein son. Hann vigaði 4025 gr og var 52 cm langur. Tann 3. september fekk Aksel eina lítlasystur. Hon vigaði 4070 gr og var 55 cm long. Gentan eitur Birgit. Foreldrini eru Judit Hansen og Janus Dam-Jacobsen. 19. oktober fingu Kristvør Petersdottir og Sonni Jacobsen, Hósvík, eina dóttur. Hon vigaði 3675 gr og var 54 cm long. 22. oktober fingu Annika og Elvi Joensen, Saltangará, ein son. Hann vigaði 3760 g og var 53 cm langur. 20. november fingu Anita Joensen og Tummas Albert Thomassen, Sandavágur, ein son. Hann vigaði 4090 gr og var 54 cm langur. Føðingar Hans Pauli Holm á Torvheyggi sjeyti Kvøðuljómarnir ljóma í útvarpinum í stovuni, og pápin vísir hegnisliga áhugaðu dóttrini, hvussu ein valsur skal dansast. Aftur traðkar hann í dansiskógvarnar og við kønum fetum førir hann dóttir sína runt á stovugólvinum, meðan vakra og sterka rødd hansara syngur afturvið. Hetta er eitt av bestu minnunum, sum eg havi um pápa mín, tá eg var yngri. Pabba, Hans Pauli Holm, er sjeyti tann 26. november. Hann er føddur á Sevmýri á Tvøroyri í 1945 og er sonur Sannu og Poul (Skipper) Holm. Pabba er triðelst av seks systkjum; Inger, Pipan (Thora), Hans Pauli, Gunnar, Poula og Mina. Pabba giftist mammu, Noomi (fødd Jespersen) í 1972 og saman eiga tey fýra børn og higartil níggju abba- og ommubørn. Sum ungur var pabba virkin fót­ bóltsspælari við TB; 17 ára gamal spældi hann fyrsta dystin í bestu deildini ímóti HB á Sevmýri í 1963, og spældi hann við TB til 1976. Seinni hevur hann eisini virkað sum venjari – bæði ungdómsvenjari og í 1989 sum venjari hjá TB í 2. deild, har hann førdi teir upp í 1. deild. Hetta vóru júst 40 ár eftir at pápin, Poul Holm var venjari hjá TB. Pabba hevur eisini í tveimum førum sitið sum formaður í TB og verið nevndarlimur. Tá ið TB-bókin kom út í 1992 á hundr­að ára degi felagsins, vóru tað pabba og Einar Larsen, ið stóðu fyri bókini. Eisini var pabba ein tann fyrsti, sum fór undir fót­bólts­ venjarútbúgving í Føroyum og eitt tíðarskeið stóð hann fyri før­ oyskum fótbóltsvenjingarlegum í Birmingham í Bretlandi. Alskurin til fótbóltsspælið er enn líka stórur, serliga tá Liverpool spælir á skíggj­ anum, tá situr pabba í øllum førum klárur. YNWA er vakurt litprikað á armin; pabba sigur tó, at týdningurin er tvítáttaður – liðtýdningurin, men uppaftur týdningarmiklari er tað at hava familjuna rundan um seg; tað at ikki ganga gjøgnum lívið einsamallur! Pabba hevur altíð havt áhuga í samfelagsviðurskiftum, serliga hjá arbeiðarastættini. Hann var skriv­ari í Fylking frá 1984-89 og aktivur sum skrivari í Tvøroyrar sosial­demokratiska felag seinast í 80´unum og inn í 90´ini. Heitini á bókunum, ið standa lisnar og granskaðar á bókahillunum, vitna eisini um henda áhuga, alt frá Che Guevara til Mandela. Arbeiðslívið hjá pabba hevur verið fjølbroytt. Sum ungur ar­ beiddi hann á Kommunu-hospi­ tal­inum í Keypmannahavn, hann hevur arbeitt stutt skifti sum læraravikarur, sum arbeiðsmaður hjá Tvøroyrar Kommunu, á flaka­ virki og sum skrivstovumaður á Arbeiðseftirlitinum. Hann hevur eisini sitið í ymiskum nevndum, m.a. í Ídnaðargrunninum. Í 1996 fluttu pabba og tey til Born­ holm, tí at mamma skuldi víðari­ útbúgva seg. Har búðu tey í næstan trý ár. Pabba sigur ofta, at hetta var besta tíðarskeiðið í lívinum; gott fólk, gott veður og gott arbeiði. Heimið, sum pabba vaks upp í á Sevmýri, var eitt heim fylt við gleði og lívi; altíð vóru fólk í køkinum, kaffi á kannuni og vaflur í køkudósini. Tað bleiv tosað og flent hart og tón- in var lættur. Hetta lætta lyndið hevur pabba havt við sær heim á Torvheygg. Pabba er altíð í góðum lag. Tú verður glaður og upplyftur, tá tú ert saman við slíkum menniskjum. Altíð jaligur, altíð skemtingarsamur og prátingarsamur, altíð blíður og hjálpsamur og ikki minst altíð góður, spælandi, flennandi og syngjandi saman við abbabørnunum. Tað at syngja er eisini nakað eg seti saman við pabba. Poul-abbin sang eisini altíð, og eg hómi enn í minninum, tá ið hann kom syngjandi út eftir vegnum til okkara. Pabba elskar at syngja og ger hann tað eisini sera væl við ljómandi og harðari rødd. Allarbest er í veitslulagi at sita saman við pabba og syngja gamlar danskar og norskar sangir, Poul F og kendar enskar balladur. Pabba hevur orðið í sínum valdi; er ein sera góður, kensluborin og skemt­ ingar­samur røðari. Tað skrivaða orðið hjá pabba eigi eg eisini nógv dømi um. Øll brøvini, sum hann hevur skrivað, meðan eg búleikaðist uttanlands og vakrar og inniligar heilsanir til merkis­dagar; gull vert. Eitt sjeyti ára langt tíðarskeið inniheldur sjálvandi nógv meira enn hesi fáu orð. Týdningarmest er tó tann parturin, ið snýr seg um menniskjað, Hans Paula Holm, verð­ ins besta pabba. Hjartaliga tillukku á sjeyti ára føðingardegnum. »Leikum fagurt á foldum – eingin trínur dansin undir moldum« Súsanna 26. oktobur bleiv Lín stórasystir, beiggin vigaði 4000 gr og var 53 cm. Foreldrini eru Hannelina Mørkøre og Óla Jákup Bech. Tey búgva í Keypmannahavn 14. novembur fingu Rebekka Hansen og Birgir Holm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3130 gr. 13. novembur fingu Vanja Oliversdóttir og Tróndur Salberg Rodmarsson, Kollafjørður, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4320 gr.