Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 18 Kári Thomsen Í Barnaútvarpinum i farnu viku hoyrdist nøkur fitt og væl for­mulerað børn heiman av Sandi tosa um dálking og týdn­ingin av at verja náttúruna og havið. Sandsvatn, áin, Mølheyggjarnar, Sandsvág, sjósílini, planturnar, fuglameingi, alt hetta - ein av seinastu órørdu náttúruperlunum í Føroyum, og í hesum vælsignaða umhvørvi, eru hesi alvar og teirra forfedrar vaksnir upp. Sands Kommuna hevur samtykt at nú skal økið oyðast! Aling skal loyvast á Sandsvág. Hetta vil føra við sær álvarsama dálking frá umhvørvisskaðiligum lúsaeitri, sjósílini doyggja, skarn og óhumska rekur á sandin, vatnið fyllist við lús, og vakra Sandsvág vil liggja skammskemd av 8 stórum aliringum (hyggið hvussu aling hevur oyðilagt Oyndarfjørð) ! Og hví ger man hetta? Gav hetta eina risainntøku til Sands Komm­ unu kundi hetta – kanska – verið skilligt. Tað verða allarhægst 3 fóður­ arbeiðspláss, Hans A Bakka kemur eftir fiskinum og harvið verður einki laksaarbeiði á landi yvirhøvur. Nakað smávegis fær Kommunan inn í kommunuskatti. Hvat fær so Marine Harvest burturúr ? At sleppa inn á eitt slikt øki sum Sandsvág har eingin lúsaplága er, vil geva felagnum ein netto vinning um árið uppa einar 50 mio - innan lúsin fyllist inna á vánna. Í Noreg er prísurin fyri at sleppa inn á slikt øki góðar 75 mil.kr. Og Sands Kommuna gevur hetta burtur. Free of charge ! Sandoyggin er jú kend fyri sinar Jólamenn, og alt gott um tað. Marine Harvest er 100 % norskt, meðan hevur Páll á Reynatúgvu leingi buldrað um útlendskan kapital i Føroyum. Og Sandsbørnini úr Barna­út­varp­ inum: farið tit oman á Mølheyggarnar og njótið útsýni, strondina, og sjósílini og seiðin fyri seinastu ferð ! Um eitt ár er alt burtur ! Tykkara fedranna arvur avreiddur til Norskar Handilsskálar og spekulantar, og umhvørvið og náttúran løgd oyðin. Sandingar í gávuhýri Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs T i l b o ð i n i h j á Heilsu- og um­sorg­ an­ar­tænastuni til heimabúgvandi eldri verða nú mun­andi fleiri og betri. Í Tórshavnar kommunu er sett sum mál, at aldrandi borgarin kann taka hond um og sjálvur skapa sær tað lív, ið hann ynskir. Tænastan, ið Heilsu- og umsorganartænastan veitir, er stuðlandi og aktiverandi, soleiðis at borgarin verður stuðlaður í at varðveita ella økja sítt kropsliga og sálarliga virkisføri. Býráðið hevur í eldrapolitikk­in­ um lagt serligan dent á at styrkja heilsufremjandi tænasturnar, ið veittar verða teim heimabúgvandi. Í júst samtyktu fíggjarætlanini fyri 2016 eru nýggj og týðandi stig tikin á hesa leið. Heilsufremjan og fyribyrging Umlættingarheimið hevur verið álitið í mong ár, men ásannast má, at karmarnir og umstøðurnar eru ikki tíðarhóskandi í mun til krøvini. Møguleiki er ikki fyri at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í nóg stóran mun, og hjá starvsfólki er ofta óarbeiðsligt. Ætlan er nú at savna um­lætt­ ingartilboðini, sum higar­til hava verið á Umlætt­ing­ar­heiminum, saman við sam­døgurs­rehabili­ter­ingini á Boðanesheiminum. Um­lættingin kann tá verða part­ur av teimum avbera góðu virkis­møgu­leikunum og nútíðar­kørm­unum ann­ars á Boðanesheiminum. Hetta kemur so aftrat tí, at Heilsu- og umsorganartænastan, síðan eldraøkið er yvirtikið frá landinum, hevur skipað styttri umlættingar á ymsu røktarheimunum og sam­býlunum munandi betri soleiðis, at nógv fleiri borgarar í dag fáa um­lættingartilboð. Eldraíbúðir Í nógv ár hevur verið tosað um eldra­íbúðir. Í eldrapolitikkinum hevur býráðið eisini sett sum mál at útvega fleiri bústaðarmøguleikar, sum eru lagaðir til umstøðurnar hjá einstaka borgaranum, og sum í síðsta enda skal útseta møguligan tørv á røktarheimsplássi. Eg fegnist um, at tað nú er sett hol á hetta mál. Sett er ein millión av til at fáa gjørt eina strategiska ætlan fyri bygging av íbúðum og bú­plássum til eldri komandi árini, tí demografisku broytingunum kunnu vit ikki renna undan. Partur av uppgávuni verður at nútíðargera ella endurútvega fleiri av búplássunum, sum í dag eru ótíðarhóskandi. Har­um­framt skal leggjast ætlan fyri tørvi á sonevndum vardum eldra­íbúð­um, sum kunnu knýtast til røktar­tæn­astur frá røktarheimi ella heima­tæn­astuni. Meti sjálv, at tað er ikki alt av­ ger­andi, at kommunan stendur fyri byggingin av leiguíbúðum. Men alneyðugt er at fáa lagt eina strategi fyri øllum hesum, og við hesi játtanini kann full orka leggjast í hetta týðandi mál. Fleiri og betri umlættingartilboð Erik Ludvigsen Zakarias Wang har et svar til mig i Sosialurin (18/9) på mit indlæg. Svaret overrasker mig på ingen måder. Jeg skrev udtrykkeligt, at der var 2 spørgsmål på stemmesedelen til folkeafstemningen den 14. september 1946 om Færøernes statsretlige forhold til Danmark. Ja eller nej til forslaget om en ny­ ordning, og ja eller nej til løsrivelse. Han påstår med urette, at jeg har glemt det med løsrivelse. Utroligt. Han støtter sig til professor dr.jur. Alf Ross, der skal have sagt, at der ikke er noget der hedder vejledende afstemning. Det er rørende med al den autoritetstro. Vejledende afstemning er legalt, og at der er tale om en vej­ ledende afstemning fremgår, som jeg har nævnt, af udtalelser under valgkampen,pressen og ud­talelser fra Torstein Petersen, banner­ før­eren for løsrivelse. Z.W. går i rette med mig, at tilhængerne af løs­rivelse ved det efterfølgende lagtingsvalg skulle have fået 25% af stemmerne d. v s. 5 mandater ud af 20. Det rigtige er 8 mandater og ikke kun 5, men et godt stykke vej til løsrivelse. Apropos autoritetstro vil jeg i al beskedenhed nævne, at jeg har grebet folketingets nylig afgåede ombudsmand dr.jur Gammeltoft Hansen i ikke forstå dansk rets fortolkningsregler. Jeg har sat en topjurist i justitsministeriet til vægs og 4 advokater i Nordjylland. Så du kan godt spare din nedladenhed af mig (løgfrøðingur). Hvad Kielerfreden i 1814 angår, så er det bemærkninger til traktaten om, at Rusland og England Ikke ville gå med til, at Færøerne fulgte Norge ind i den norsk/svenske union, det af­gørende. Jeg husker tydeligt, at Z.W. i en af hans mangfoldige skriverier om kielertraktaten en gang skrev, at da Færøerne ikke var nævnt i traktaten,så var Færøerne en nation, hvilket er det rene vrøvl. Z.W. nævner ikke et ord om, at skattelovgivningen ifl. hjemme­ styre­loven af 1948 er overgået til Færøerne. Han revser i sin uviden­ hed Danmark for at have lettet skatten for dem på øverste hylde og være ligeglad med dem på nederste hylde, som han udtrykker det. At han undlader, at kommentere mine betragtninger i tilfælde af løsrivelse er meget forståeligt. Det har han givet ikke gjort sig nogle tanker om. Svar til Zakarias Wang Jens Pauli í Dali Leynar Tá undanfarna sam­ gonga í Løgtinginum viðtók at lóggeva, at øll fólk, sum fingu útgoldið løn, skuldu gjalda ein ávísan part (%) til ein føroyskan eftirlønargrunn, tá gjørdu teir tann stóra feil at skatta øll inngjøld. Av tí at stórur partur av tí ein løntakari savnar saman til eftirløn er renta av tí insetta peninginum, missir ein ein stóran part av síni uppsparing, tá ein skal gjalda skatt av øllum inngjøldum. Meti at flestu fólk vegna hesa undanskatting missa frá 1.000 - 1.500 krónur hvønn mánað, tá tey skulu fáa sína eftirløn útgoldna. Ongin fer heldur at gjalda eyka inngjald, tá ein skal gjalda 40% í skatti. Størri útgjald vil geva meira í mvg. Nýggja samgongan í Løgtingi og Landsstýri eiga at avtaka hesa undanskatting, sum teir eisini vóru ímóti, tá málið var fyri í Løgtinginum. Hetta er ikki neyðugt at gera í einum umfari, men gerast í stigium, t. d. lækkað skattin við 5 ella 10% um árið, so Landskassin ikki missir ov nógv í inntøku í einum og sama skattaári. Hendan undanskattingin tek­ur eisini grrundarlagið undan búskap­ inum og inntøkum hjá komandi Lands­stýrum og kommunum. Hetta verður ein stórur trupulleiki eina­ mest um eini 30-40 ár, av tí talið av goml­um veksur skjótt. Í dag eru 6.000-7.000 pensionistar (eftirlønt), og um 30-40 ár verða teir 12.000-13.000 fólk. Um hesi fólk skulu gjalda lítlan ella ongan skatt; missa Landskassi og kommunur týdningarmiklar inntøkur. Kann nevna at eg sjálvur sum eftirløntur gjaldi meir enn 80.000 kr í lands- og kommunuskatti um árið (u. l. helvt um helvt). Í landsskatti er næstan tað, ið eg fái í fólkapensjón. Um stórur partur av pensionistum um 30-40 ár, t. d. 7.000-8.000 fólk av 12.000-13.000 eftirløntum, gjalda nakað tað sama, hevði hetta blivið umleið 500-700 mill. kr meira í inntøku til landskassa og kommunur. Summir ætla, at samhaldsfasti skal verða álitið hjá øllum eftirløntum, men hetta er ikki besta loysnin, av tí talið av pensionistum veksur so ógvusligt, men talið av løntakarum ikki veksur líka skjótt. Av tí sama má inngjaldið vaksast nógv í %-um. Annað er at mann kann økja inngjaldð nakað fyri at hjálpa teimum, ið fara at fáa lága eftirløn ella bara fólkapensiónina at liva av. Eisini eigur nýggja samgongan og løgtingið at faa skil á eftirlønum hjá løgtings- og landsstýrisfólkum, so tey hava somu treytir til eftirløn sum onnur fólk. Landið eigur at stovna ein sjálvstøgøðan eftirlnargrunn, sum landsstýris-, løgtings- og kanska onnur embætisfólk gjalda inn í. Hesin grunnur kann verða um­sitin antin av stovninum »íbúðir« (Húsalánsgrunninum) ella Lands­ bankanum. Eisini eigur grunnurin »Íbúðir« aftur at fáa rættin at lána pening til vanlig húsalán, so hann lættari kann styrkja sítt stovnsfæ undir gamla navinum »Húsalánsgrunnurin«. Um pensjónir KJAK