hósdagur 26. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
17
Ikki komin á mál
Amnesty
Hóast flestu okkara ivaleyst binda Amnesty saman við arbeiði ímóti deyðarevsing og
píning av krígsfangum, hava tey eisini arbeitt við átøkum, sum hava verið meira grundað
í føroyska samfelagnum. – Seinastu fimm árini er nógv hent á økinum, men fer at henda
framyvir, spyr Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International, Føroya Deild
Tjóðhild Patursson
A
t steðga harskapi mót
vegis kvinnum, er eitt at
høvuðsmálunum.
Amnesty Føroyadeild
byrjaði longu í 2005 at arbeiða við
verkætlanini »Steðgið harðskapi móti
kvinnum«. Seinni bleiv heitið broytt
til »Mín kroppur míni rættindi«.
– Hetta var eitt av altjóða átøk
unum hjá Amnesty International,
og nevndin valdi at raðfesta hetta til
eitt av høvuðsmálunum fyri Amnesty
Føroya Deild. Hóast hagtølini mangla,
so siga tølini frá Kvinnuhúsinum okk
um, at harðskapur móti kvinnum
eisini er ein samfelagstrupulleiki í
Føroyum, og tí valdi nevndin at ar
beiða við hesum evni lokalt. Málið var
at fáa eina heildarætlan at basa harð
skapi móti kvinnum. Í samstarvi við
m.a. Kvinnuhúsið og Barnabata fingu
vit evnið á politiska dagskrá, sigur
Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá
Amnesty Føroyadeild.
Arbeiddu hart fyri
at fáa heildarætlan
Á altjóða degnum móti harðskapi
móti kvinnum, 25. novembur 2010,
skipaði Amnesty fyri pallborðfundi,
við tí endamáli at fáa harðskap mót
vegis kvinnum á politiska dagsskrá.
Flokksformenn fyri allar flokkar
sótu við pallborðið, og semja var um,
at harðskapur mótvegis kvinnum
var ein trupulleiki í Føroyum, og at
okkurt mátti gerast. Amnesty setti
undirskriftainnsavnan ígongd við
kravi um at fáa eina heildarætlan at
steðga harðskapi móti kvinnum.
– Formenninir skrivaðu undir
hetta sama kvøldið, sigur Katrin á
Neystabø. Kravið í undirskriftainn
savnanini var at síggja ítøkilig úrslit
áðrenn Altjóða Kvinnurættindadagin
8. mars árið eftir – júst 102 dagar
seinni.
– Tey ringdu til okkara frá Vinnu
málaráðnum vikuna eftir, og spurdu,
hvat floksformenninir høvdu bundið
seg til, og Vinnumálaráðið setti síðani
ein arbeiðsbólk, og árið eftir, 8. mars
2011, bleiv heildarætlanin løgd fram,
fortelur Katrin á Neystabø.
Ítøkiliga úrslitið var heildar
ætlanin at basa harðskapi í nærsam
bondum og parløgum og átakið Sig
Frá, sum varð skipað í 18 punktum.
Elin Winther Poulsen bleiv sett at
samskipa átakið.
Av týdningi at
arbeiðið heldur fram
Nógv er komið burturúr, um tú spyrt
Katrina á Neystabø. Eitt nú hevur
Kvinnuhúsið fingið pening til sála
frøðing, tolk og neyðsynjarvørur til
tær kvinnurnar, sum hava tørv á tí.
– Men nú er fimm ára skeiðið
skjótt av, og hvat hendir so?, spyr
Katrin á Neystabø. Á altjóða deg
num móti harðskapi móti kvinnum
í hesi vikuni, var tiltak í Posthúskjall
aranum, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið
og Amnesty skipaðu fyri. Tá lovaði
Eyðgunn Samuelsen, landstýris
kvinnu í almannamálum, at arbeiðið
skuldi eftirmetast, men at tað var av
týdningi, at arbeiðið helt fram.
– Hetta gleðast vit um at hoyra,
tí vit halda sjálvsagt, at tað er av al
stórum týdningi, at arbeiðið, sum er
sett ígongd, heldur fram og verður
ment víðari. Tað eru fleiri øki, sum
enn ikki hava fingið neyðugu rað
festing. T.d. ein virðilig móttøka til
harðskaptsrakt og neyðtøkuoffur
á landssjúkrahúsinum, og so má
brádliga avgerðin, sum fall beint fyri
jól 2013, um at niðurleggja Sjálvhjálp
ina endurskoðast, heldur Katrin á
Neystabø.
Avleiðingin av avtøkuni er, at einki
stað er tøkt til at vísa monnum og
pørum á til at fáa fakliga vegleiðing.
Vegleiðingin var ókeypis og óheft
politiskt og átrúnaðarligt.
Hagtøl mangla
Aðalskrivarin, Katrin á Neystabø,
vísir eisini á, at stórur tørvur er á betri
hagtølum. Vit hava sjálvsagt tølini frá
Kvinnuhúsinum, men tað eru bert
tøl yvir tær kvinnurnar, ið seta seg
í samband við Kvinnuhúsið. Tað er
torført at brúka tøl frá politinum, tí
at bólkingarnar av harðskapi og øðr
um brotum eru ov breiðar, og gera
tað trupult at greina út harðskap
mótvegis kvinnum.
– Tøl frá Amnesty International
vísa á, at triðja hvør kvinna er úti fyri
harðskapi í sínum lívi. Um vit saman
bera tølini hjá Kvinnuhúsinum við
líknandi tøl í teimum londunum, sum
vit vanliga samanbera okkum við, er
einki sum bendir á, at støðan er nakað
frægari her hjá okkum enn í granna
londunum, sigur Katrin, og leggur
afturat, at øll londini rundanum okk
um hava fastar skipanir fyri at minka
um harðskap ímóti kvinnum, og at
tað mugu Føroyar eisini hava. Hesi
seinastu fimm árini, ið Sig Frá-verk
ætlanin hevur verið í gongd, er nógv
hent, og tí vónar hon, at lyftið frá
Eyðgunn Samuelsen heldur – eisini
eftir næstu fíggjarlóg.
Neyðtøkutilburðir
mugu eisni raðfestast
Á tiltakinum á Altjóða degnum móti
harðskapi móti kvinnum segði Løg
maður frá ætlaðunum hjá samgong
uni, ið snúgva seg um at basa harð
skapi.
– Tað var avgjørt gleðiligt at hoyra,
at samgongan longu nú hevur ein
lista yvir broytingar, sum skulu
gerast í revsilógini, tá tað kemur til
neyðtøkur, og eina nýggja lóg um
»stalking«, sigur Katrin.
Amnesty fekk eisini høvi at
spyrja Løgmann, um samgongan er
sinnað at hyggja nærri eftir øðrum
viðurskiftum og mannagongdum,
sum skulu tryggja rættarstøðuna
hjá neyðtøkuofrum í Føroyum. T.d.
møguleikin at fáa nøktandi kanningar
á Landssjúkrahúsinum, áðrenn mann
meldar ein neyðtøkutilburð.
– Hetta var Løgmaður opin yvir
fyri, og tí eru vónirnar góðar um,
at vit fara at síggja neyðugar batar
í nærmastu framtíð, sigur Katrin á
Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty
Føroyadeild, at enda.
post@sosialurin.fo
Myndir: Tjóðhild Patursson