hósdagur 26. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
16
tema Harðskapur móti kvinnum
Flestu harðlig parløg byrjar við tí
sálarliga harðskapinum, og menna
seg so líðandi til annan harðskap. Tað
er vanliga fyrst, tá ágangurin hevur
ment seg til likamliga harðskap, at
flestu kvinnur vakna.
– Tað er vanliga tá, at kvinnur
ásanna, at nú er okkurt galið og gera
nakað við støðuna. Tað er orsøkin til,
at eg kallaði bókina hjá mær: »Um
bara hann sló meg.« Tí kvinnur, ið eru
fyri sálarligum ella øðrum harðskapi
hugsa mangan, at um hann bara sló
meg, so visti eg, at tað var skeivt. Men
tá tað ikki er likamligur harðskapur,
so ivist tey í, um tað nú ikki er í lagi,
at man verður niðurgjørd í heilum.
Ein spakulig tilgongd
Ein av teimum vanligu fordómunum,
ið mangan er at hoyra, tá tosa verður
um kvinnur, ið liva í harðligum par
løgum, er, at kvinnan kann bara rýma,
um so er, at hon verður illani viðfarin.
Men sambært Súsannu Skaale, so er
tað als ikki so lætt, tí likamligi harð
skapurin kemur fyrst inn í myndina,
tá kvinnan er vorðin sálarliga niður
bard yvir eitt longri tíðarskeið.
– Talan er um eina spakulig til
gongd, har eins sjálvsálit so líðandi
minkar. Tað ger so, at tað verður tor
førari at handla. Tað er eingin trupul
leiki at handla tá sjálvsálitið er gott,
men tá man ivast í sær sjálvum, tá er
tað torført.
Ein annar trupulleiki er, at nógvar
kvinnur eru avbyrgdar frá teirra
familjum og vinum, tá tey endiliga
ynskja at gera nakað við truplu støð
una.
– Tað byrjar vanliga við, at makin
finst at vinfólkunum ella familjuni,
og sigur ymiskt keðiligt um tey.
Soleiðis setur hann kílar millum
kvinnuna og hennara sosiala netverk.
Tað kann hann gera við at finnast
at, men eisini við at skula vita alt.
Hvørjum hon hevur verið saman við,
hvat tey hava tosað um, hvat tey hava
gjørt, o.s.fr. Tað kann verða strævið at
verða tráspurd í ein heilan tíma, so tá
tær fáa eina innbjóðing til bindiklubb
ella okkurt annað, so setast tey oftani
aftur, tí tey tíma ikki at verða trá
spurd tá tey koma heim.
– Hetta er ein spakulig tilgongd,
har kvinnan verður avbyrgd. At enda
verður tað bara sambandi millum
hana og makan, ið myndar hennara
mynd av, hvussu eitt veruligt parlag
er. Trupulleikin er bara, at tað er í
samfelag við onnur pør, at vit síggja
hvat er normalt og ikki. Um man ikki
hevur onnur parløg at spegla seg í, so
heldur man, at eins veruleiki er nor
malur. Man manglar eitt tætt og erligt
samband við onnur, ið kann hjálpa
kvinnunum at síggja, at eins egna
parlag ikki er í lagi.
Ein følsk yvirflata
Spurd um hvussu vinir, familja,
grannar og onnur kunnu hjálpa,
um onkur hevur illgrunað um, at
ein kvinna er fyri harðskapi, sigur
Súsanna Skaale, at tað ikki altíð er so
lætt. Kvinnur er oftani góðar at vísa
eina falska yvirflati.
– Summar kvinnur læta sum um,
at alt er ordiliga gott. Á yvirflatuni
sær alt eisini ordiliga gott út, tí tær
gera alt fyri at lýsa og varðveita tí
myndina. Men um hugt verður eftir,
hvussu tey samskifta sum par, og
hvussu tey tosa við børnini, so ber til
at síggja tekin, um at teirra samskifti
ikki er eyðkent av tryggleika, men er
uppgjørt.
– Eitt annað eyðkenni er, at
kvinnan ikki trívist, er ótrygg við
sær sjálvari og trekkir seg aftur frá
fólkum. Hon avbyrgir seg frá øðrum
og torir ikki at tosa í stórum bólkum.
Man sær eitt menniskja, ið so spaku
liga er í ferð við at fána.
– Fleiri av kvinnunum siga eisini, at
tað hevur hjálpt, at ein granni, vinur
ella onkur annar hevur spurt, um tey
hava tað gott. Tað er týdningarmikið,
at vit tora at blanda okkum. Ikki tí, at
tað gevur úrslit beinanvegin, men tey
fáa eina spegling av, at onnur síggja,
at alt ikki er í lagi, og tá mugu tær
spyrja seg sjálvar, um alt er í lagi.
Snýr seg um makt
Sambært Súsannu Skaale, so snýr
harðskapur í parløgum seg vanliga
um makt. Tí er tað eisini, at síðani
kvinnur hava fingið fleiri rættindir,
at tær tora betri at tosa um sínar
royndir.
– Fyri tað fyrsta, so snýr harðskap
ur seg nógv um makt, hetta at stýra
sínum maka. Tað handlar eisini lut
víst um, at ikki kenna seg tryggan.
Fólk, ið ikki kenna seg trygg, mugu
skifta álit út við kensluna at hava stýr
á sínum maka.
– Men tað handlar eisini um, hvat
er sosialt góðkent og ikki. Har haldi
eg, at vit sum samfelag eru vorðin
meira tilvitað um trupulleikan, og at
fólk geva hesum meira ans og tala at,
tá okkurt ikki er í lagi. Tað síggja vit
meira og meira, so hvørt sum vit sum
samfelag menna okkum.
At kvinnur eru í eini sterkari støðu
í 2015 enn fyri tjúgu árum síðani, sæst
aftur í virkseminum hjá Kvinnu
húsinum. Har tað fyrr vóru fleiri, ið
høvdu tørv á gistingum í húsinum,
so eru tað fleiri kvinnur í dag, ið klára
seg sjálvar.
– Tað eru færri kvinnur, ið gista í
Kvinnuhúsinum, tí fíggjarliga eru tær
so væl fyri, at tær klára tað. Tað eru
nakrar, ið hava tørv á tí, ið møguliga
ikki hava arbeiði ella egnan bústað, og
tær hava vanliga verið leingi í einum
parlagi. Men kvinnur í dag hava eitt
arbeiði, og hava harvið meira makt,
tí tær hava sína egnu løn. Tá tær fáa
nokk, siga tær stopp, og flyta aðra
staðni. Tað kundu kvinnur ikki fyrr.
Tað at kvinnur hava fingið fleiri og
betri rættindi ger, at maktjavnvágin
er meira jøvn millum kynini.
Súsanna Skaale hevur tó onga vón
um, at harðskapur í parløgum fer at
steðga í nærmastu framtíð, men metir,
at lykilin til at loysa trupulleikan er
ein hugburðsbroyting.
– Tað fer altíð at vera eitt maktstríð
millum fólk, tí tað er ein natúrligt
drívmegi í menniskjanum, eins og
happing er eitt vanligt fyribrigdi í
bólkum. Men tað er mentanarliga
treytað. Av tí, at menniskja er eitt
sosialt djór, so innrætta vit okkum
eftir tí, ið onnur gera. Fáa vit etablera
eina mentan, har vit siga, at hetta ger
man bara ikki, hetta er ikki í lagi, so
skal tað nokk eisini ávirka einstak
lingin.
hallur@sosialurin.fo
Eitt annað eyð
kenni er, at
kvinnan ikki
trívist, er ótrygg
við sær sjálvari
og trekkir seg
aftur frá fólkum.
Hon avbyrgir
seg frá øðrum og
torir ikki at tosa
í stórum bólk
um. Man sær eitt
menniskja, ið so
spakuliga er í
ferð við at fána«
Súsanna Skaale
modellmynd
– Talan er um eina spakulig tilgongd, har eins sjálvsálit so líðandi
minkar. Tað ger so, at tað verður torførari at handla. Tað er
eingin trupulleiki at handla tá sjálvsálitið er gott, men tá man
ivast í sær sjálvum, tá er tað torført, sigur Súsanna Skaale