Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 24 Sýriska andstøðan syndrað S tríðið í Sýria er versnað sum mánaðirnir og tey nærum fimm árini eru liðin – og tað er ørkymlandi at síggja, hvussu ræðuleikar og tilburðir, ið stava úr landinum, hvør er verri enn annar. Eitt kalifat, burtur­flytingar og teatralskir ræðu­ leikar, sjálvmorðsbumbur, hópdráp, og síðan komu blóð­ugar oysur yvir útlandið við yvir­gangs­at­sóknum; bumbubrestir og eitt ferða­fólka­ flog­far við yvir 200 fólkum umborð, sprongt í luftini – og so ein so ør­ kymlandi stór atsókn í hjartanum á evropeiska megin­land­inum, Paris. Men hví er stríðið ikki langt síðan steðgað, eitt nú av ST ella hernaðarligum samgongum? Hetta leiður okkum til náttúrliga spurningin, hví eingi munagóð and­støðulið, sum t.d. Frakland, USA og aðrar kreftir kunnu stuðla meiri ítøkiliga og síðan á henda hátt arbeitt meiri miðvíst fyri at steðga blóð­baðnum í landinum. Í øðrum orðum; hví finst einki rættiligt alterna­tiv til einaræðisharran Bashar Al-Assad? Stutta svarið er, at einhvør hald­før mótstøða ímóti al-Assad klanini er gjøgnum tey síðstu fýra ára­tíggjuni eirindaleyst og javnt niður­bard. Forsøgan Tíðirnar hava verið skiftandi, t.d. eftir endan av kalda krígnum og Sovjet­samveldinum vóru tíðirnar meiri ivasamar hjá Assad-stýrinum. 90ini vóru soleiðis ein hørð tíð og í 00unum hevur stýrið við nýggjum forseta konsoliderað sítt grundarlag við ymsum reformum, men ongan­ tíð slakað uppá valdið ella innført rættiligar fólkaræðisligar ábøtur. Trúgvir samstarvspartar hava øll árini verið Russland og Iran, og somuleiðis Hizballah í Libanon. Samfelagið hevur verið hildið í einum jarnneva. Íkomna støðan, ið byrjar í marts 2011, gjørdist eitt høvi hjá fremm­andum borgarum at hittast kring landið – tvs. í fyrsta lagi politiskum aktivistum, ymsum lokal­um mótstøðurørslum, og ung­dómum, fyri tað allarmest friðar­ligum mótmælisgongum við ymiskum ynskjum. Ynskjum um virð­ing, rættindi, leyslating av politiskum fangum og einum frælsari samfelag. Men sum tíðin leið, er talan í staðin um vápnað her­lið. Illa skipað og uttan sam­ stýring hava andstøðuliðini staðið veik. Frá byrjan av hava tey fingið harða, náðileysa mótstøðu og lítlan og ongan munagóðan stuðul uttani­ frá. So lítlir møguleikar hava verið fyri at skipa eina mótstøðu og taka ímóti stuðuli uttanifrá. Tá ið hugt verður at blóðuga stríð­num, er tað av alstórum týdn­ingi at minnast til, at talan var um stórt sæð friðarligar mót­mælis­gongur at byrja við. Mótmælisgongurnar, sum dittaðu sær út á almennar gøtur, høvdu ofta slagorð sum »Friðarliga, friðarliga«. Úti á gøtunum vóru hesi møtt við byrsumúlum og skotið var við skørpum. Í mai 2011 høvdu 1000 mótmælisfólk latið lív. Á leið á sumri 2011 var tolið hjá fleiri uppi og broyting kemur í mótmælini. Í oktobur 2011 høvdu meiri enn tvífalt so nógv latið lív. Harðrenda stýrið hjá Assad- klanini hevur eirindaleyst hildið fast um sín stýrisform og líka frá 1970unum hevur talan verið um eitt diktatur eftir bókini, so at siga. Í marts 2011 kemur stýrið av álvara á eina roynd, eina aðalroynd, sum ikki enn er farin afturum. (Í tíðar­skeiðnum 1980-82 var stýrið eisini sett á eina slíka roynd, tá ið Muslimski Brøðraringurin gjørdi uppreistur; stýrið stóð hesa roynd­ ini »við glans« og Hafez al-Assad Tíðargrein So hendi tað – stríðið í Sýria er heilt ítøkiliga komið inn á evropeiska meginlandið, inn í parisiskar smogur, bumbuvestar og kalashnikov, ungir hermenn og mannfall. Keldur vilja vera við at talið av deyðum orsaka av sýriska borgarakrígnum er yvir 300.000. So ein kann seta sær spurningin, hví er stríðið í Sýria komið so langt? Hví hevur altjóða samfelagið ikki langt síðan lagt uppí, eins og á Balkan í 90unum? Ein stór orsøk er harðrenda stýrið hjá Bashar al-Assad og stuðulin til hetta einaræðið Tað er av alstórum týdningi at minnast til, at talan var um stórt sæð friðarligar mótmælisgongur at byrja við