hósdagur 26. november 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
25
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Johan Jacobsen
Cand. Mag. í arabiskum
sat tryggur á trúnuni – umleið
30.000 lótu lív í hesum stutta tíðar
skeiðnum).
Assad-klanin ansar
eftir teimum ungu
Undan marts 2011 liggja 40 ár við
einum stýri, ið gerandisliga ansar
eftir borgarum sínum, serliga
teimum, ið gera mótstøðu. Og hetta
eftirlitið fevnir eisini um stýring av
fólkinum, atburði og tonkum teirra.
Serliga ungdómurin hevur
verið ansaður væl eftir og sjálv
andi dissidentarnir, seig tvørball,
ið stinga høvdið upp úr rúgvuni
og tosa valdinum beint ímóti. Vit
kenna til arbeiðið hjá fregnar
tænastum sum eitt nú Stasi í
Eysturtýsklandi og hjá einaræð
inum í Rumenia; Sýria var jú somu
megin jarnteppið og í sama blokki,
í trygga favntakinum hjá Sovjet
samveldinum, og frælsum tíðinda
miðlum og frælsum orðaskifti var
ikki rúm fyri. Sýria hevur hinvegin
líka síðan 1973-kríggið við Ísrael
verið í undantaksstøðu.
Eitt nú hevur serliga verið ansað
eftir teimum ungu, skúlaverkinum
og tey mongu í hertænastuni.
Dømi um hvussu nógv stýrið
hevur arbeitt við hesi ansing og
eftirliti av egnum borgarum er,
hvussu heilir skúlar blivu sendir
út á ítróttaleikvøllir at fylla
áskoðaraplássini til serlig høvi, og
eitt nú lyfta upp plátur, ið saman
vísa andlitið hjá forsetanum ella
ein boðskap, ið hálovar honum
og hansara avrikum. Men eisini
javnan stuðulsskrúðgongur og
líknandi tiltøk, har fólkið í hópa
vís hálovar forsetanum – t.d.
hava russiskir serfrøðingar lagt
myndugleikunum lag á við fyri
skipanini av slíkum tiltøkum, av
og á í 90unum. Forsetin bleiv, eins
og vit kenna tað úr øðrum londum
sum Rumenia, hálovaður fyri síni
evni í tíðindabløðum og øðrum
miðlum; ein landsfaðir, stríðs
maður, lærarir, sakførari, lækni,
hin besti apotekarin, leiðari í allar
ævir, nútíðar Salah al-Din, sum
endurvann ræðið á Jerusalem frá
fíggindanum. Ein kult kring Assad-
klanina er við slíkum tiltøkum reist
og er tað hetta stýrið, sum núver
andi forsetin Bashar Al-Assad arvar
í árinum 2000.
Stutt eftir at ungi eygnalæknin
Bashar Al-Assad tók við valdinum
var huglagið optimistiskt og í fyrsta
parti av 00unum varð enntá tosað
um eitt vár við politiskum ný
gerðum og ábótum av harðrenda
stýrisforminum í besta blóma.
Lovandi røður blivu hildnar,
lesarabrøv og mótmælisskriv
blivu almennakunngjørd. Eisini
vóru almennir fundir hildnir, har
politikkur var á skrá. Rættiligir and
støðumenn og eisini forvitin vístu
andlit og lurtaðu. Men so við og
við, sum eingin broyting hendi, og
sum illgrunasamir persónar eisini
vístu andlit til slíkar fundir, vísti tað
seg, at eingin broyting var í væntu.
Ein andstøðan hevur gjøgnum
árini sjálv verið umboða í parla
mentinum í Damaskus, men hevur
hon einans verið eitt eiti, stýrd og í
lummanum hjá stýrinum.
Harðrenda stýrið vísti sítt sanna
andlit stutt eftir at nýggi forsetin
hevði sett seg til rættis. Teir and
støðumenn, sum høvdu víst andlit,
vóru blakaðir í fangatippir og aðrir
flýddu úr landinum í árunum eftir
hesar tilburðir.
Í 2011 var eitt heilt ættarlið
kastað í fangatippir, onnur flýddu,
og so eru tað tey mongu, ið góvu lív
sítt. Uppreisturin hevur havt ein
ómetaligan kostnað og hevur við
tíðini ført til eitt sera fløkt borgara
kríggj, ið veruliga er ein avbjóðing
fyri altjóða samfelagið.
post@sosialurin.fo
Teir andstøðumenn, sum høvdu víst andlit,
vóru blakaðir í fangatippir og aðrir flýddu úr
landinum í árunum eftir hesar tilburðir
Í 2002 vóru tríggir áhugaverdir persónar úr andstøðuni og greiddu frá virksemi sínum á Danska Mentanarhúsinum í Damaskus. Ein av hesum var Ammar Abdulhamid, uttast til høgru.
Hann var virkin kjakari, aktivistur fyri mannarættindum, og opinskáraður atfinnari av stjórnini var hann eisini. Í 2005 var hann noyddur at flýggja úr landinum við familju síni.
Mynd: Egin