Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 26 Orðatakið »Leingi er tað, ið væl skal vera« hóskar seg til konsertirnar hjá U2 í Dublin í vikuni. Eftir 9 mánaðir »on the road« við Innocence + Experience vóru U2 loksins komnir heim, og var tað fyrstu ferð í fimm ár, at teir spældu í heimbýnum. Hetta gav sanniliga afturljóð úr salinum, og tað gjørdist ein euforisk og upplyftandi heimkoma Knút Háberg Eysturstein T að hevur annars verið ein drúgvur og ójavnur vegur fram á mál. Nýggjasta U2 plátan Songs of Innocence varð útgivin í samstarvi við Apple umvegis iTunes. Tað gav at bíta tá útgávan sníkti seg inná snildfonir hjá fólki um allan heim. U2 hava fingið nógvar ábreiðslur fyri hetta stuntið, ið vekir øll tey skeivu hugasambondini í eini tíð við vaksandi eftiransing og mink­andi talgildum privatlívi. Hes­ um hendingum á baki var Bono fyri ein­um álvarsligum súkkluóhappi í desember í fjør, har hann var illa skadd­ur í øðrum arminum. Hann varð lagdur undir skurð og kom skjótt fyri seg, men tað er ivasamt hvørt hann nakrantíð fer at spæla gittar aftur. Hann tekur skemtiliga til, at hinir í bólk­inum fara neyvan at sakna gittar­spælið. Havandi hesi viðurskifti í huga, er tað ótrúligt at síggja henda 55 ára gamla mann á palli aftur, og til­tikna tenorrøddin er framvegis ein av heims­ins bestu. Aftur á slóð Songs of Innocence er tematiskt hin mest persónliga og heimliga útgávan, ið U2 hava latið úr hondum. Bono heldur fyri, at plátan snýr seg um »first journeys« – fyrsta kærleikan, fyrstu barndómsvinirnar, fyrstu kon­ sertir­nar o.s.fr. Tær fyrstu ferðirnar, ið hava lyndi til at rita seg fastar í sinn­ið. Gøturnar í Dublin vóru karm­ ur um hetta tíðarskeiðið, og tí er býurin ein nærum fullkomin karm­ ur um eina U2 konsert á aktuellu túringini. Í samband við kon­sert­ir­ nar, vitjaðu vit býin í nakrar dagar, og tað treyt ikki uppá U2 søgur. Áðrenn fyrstu konsertina fóru vit av til­vild inn á hugnaligu familjuriknu pubb­ina Peter’s Pub í miðbýnum, og tað vísti seg, at U2 høvdu verið á gátt tveir dagar frammanundan. Frynt­ligi barrvørðurin greiddi frá, at U2 vóru fastir gestir á ungum ár­um og hava javnan vitjað síðani. Hýru­ vogns­førarin, ið koyrdi okkum á fyrru konsertina, hevði ongantíð verið á U2 konsert, men kundi tó erpa sær av at hava hoyrt blaðungu U2 royna seg sum gøtutónleikarar á Dandelion Market í sein-70’unum. Eg spurdi henda føraran, hvat írar hugsa um U2 í dag. Hann lýsti tað við pro­sentum og segði, at eini 50% í hvussu so er dáma partar av tónleikinum, men at eini 60% halda at Bono er ov breið­ kjaftaður. Hann legði tó áherðslu á, at hesar báðar hugsanir ikki útiloka hvørja aðra, men eru tvær síður av somu søk. Hava vit brúk fyri U2 í 2015? Eg mælti tað ikki hart á hýru­vogns­ túr­inum, men meira yvirskipað hevði eg hug at spyrja, hvørt tað er brúk fyri U2 longur. Tað eru hóast alt 35 ár síðani fyrsta U2 plátan kom út, og skjótt hava teir verið til í samfull 40 ár. Í teirri stóru myndini er hetta ikki nakað drúgvt tíðarskeið, men innan rock o.a. populertónleik er tað long tíð. Er tað brúk fyri hesum slagnum av heims­kendum »old school« rock­ bólkum, ið spæla stórfingnan ikon­ iskan tónleik við stórum hug­sjón­ um? Er tað viðkomandi í eini tíð við talgildari sundurpetting og ótálm­ aðari einstaklingadyrkan? Um kon­ sertir­nar í 3Arena skulu takast sum ábend­ingar, so má svarið verða eitt gellandi ja! U2 eru enn sum áður ein treiskliga treytaleys rødd, ið fram­ vegis vil smíða tað vakra og góða burtur­úr sorg og trega, ið framvegis mót­mælir órætti og skeivleikum og framvegis sparkar reyv. Hóast allir limirnir eru farnir um tey fimmti, rocka teir ígjøgnum sum á fyrsta degi. Í roynd og veru tykjast teir óðari og drivnari nú enn áður. Tað munnu hava tikið orðini hjá Dylan Thomas til sín: »Do not go gentle into that good night, Old age should burn and rave at close of day; Rage, rage against the dying of the light.« Hjartanemandi hi-tech Í mun til tær seinastu heims­túringar­ nar, ið vóru uttandura stadion túr­ ingar, er Innocence + Experience ein innan­dura arena túring, tvs. at í hes­um førinum vóru »bert« 14.000 fólk á hvørjari konsert. Hetta gav ser­ stakar og – eftir U2 standardi – intim­ ar karmar. Lagt var frá landi við eini hegnis­ ligari rock’n’roll útgávu av »The Miracle (of Joey Ramone)« av Songs of Innocence. Ein sangur um fyrstu Ramones konsertina, ið kveikti teir ungu U2. Óinnballaða rock’n’roll ágrýtn­ið helt fram við løgum av debut­ plát­uni Boy frá 1980. Bono kunngjørdi bólkin sum »We’re a band from the north side of Dublin«. Hetta hevur hann sagt á øllum konsertunum á I+E túringini, men hesu ferð gav tað afturljóð úr salinum, og fólk tóktust errin av at taka ímóti heimskendu rock­stjørnunum á heimavølli. U2 hevur altíð verið frammarlaga innan innovativa pallseting, og aktuella túringin er einki undantak. Ein stórur skíggi spældi ein avgerð­ andi leiklut sum konsertin leið. Tó ikki sum bakteppi handan bólkin, mentan Í NAVNI KÆRLEIKANS Konsertummæli U2 Innocence + Experience Tour í 3Arena í Dublin, Írlandi mán. 23/11 og týs. 24/11 Myndir: Solveig Hanusardóttir Olsen