Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 27 Myndir: Solveig Hanusardóttir Olsen men sum ein stórur tvørskurður, ið fór gjøgn­um miðjuna av høllini og vísti grafikk og filmsbrot til báðar síður. Hetta merkti, at allir áskoðarar ikki sóu skíggjan líka væl, men tað merkti eis­ini, at showið bleiv hópin meira dynamiskt og livandi. Í løtum vóru limir­nir inni í sjálvum skíggjanum. Tað var teatralskt, hátøkniligt og bergtakandi, og uppfinnsama pallsetingin var til fulnar nýtt at siga frá inniligum og rørandi søgum úr barna- og ungdómsárunum hjá serliga Bono. Sangir sum »Iris (Hold Me Close)«, »Song For Someone«, »Cedarwood Road« og »Raised by Wolves« av nýggju plátuni fóru beint í hjart­að, og tað var ikki frítt, at ein hevði hug at fella eitt tár. Andaligt og aktivistiskt Konsertin var býtt í tveir partar – fyrst »Innocence« og síðani »Experience« – við eini »intermission« í miðj­uni. Hetta undirstrikaði tað teatralska og tvørlistarliga aspektið í fram­ førsluni. Fyrra helvtin var hin mest sjálvbiografiska, og seinna helvtin var meira alfevnd og politisk. Sum frá leið løgdust tey klassisku U2 hitt­ini afturat, og huglagið í høllini lyfti seg av álvara uppfrá. Var tað gott áðr­enn, ja so gjørdist tað alsamt meiri eufor­ iskt. Fólk fóru á føtur, lyftu armar í loft og sungu við av heilum hjarta. Ikki sørt møtikent, og tað andaliga ella trúðar­liga hevur altíð spælt ein mið­savn­andi leiklut hjá U2. Ikki sum nakað, ið verður kroyst omanyvir fólk, men tað er har fyri tey, ið vilja hoyra tað. Tilsipingarnar til eitt nú Nelson Mandela og Martin Luther King tala eisini greitt: her ganga tað anda­liga og tað aktivistiska hond í hond. Aktuella flóttastøðan var m.a. tikin upp til viðgerðar, og tað var ikki sørt hug­fangandi og sigandi at hoyra hina áður so postmodernaðu oduna »Zooropa« endurtulkaða úr sjónar­ horn­inum hjá einum flótta, ið leitar eftir einum heimi her á fold. Svarini gjørdust spurningar Tað kann vera, at limirnir í U2 eru hugsjónarliga drivnir, men tað var ikki nøkur innantóm prædika, ið var boðað av pallinum. Bono hevur í sein­ astuni tosað um, hvussu heimurin var meira svart/hvítur tá hann var yngri, og hvussu tað var lættari at hava tey »røttu« svarini tá. Við árunum er tað sum, at teir ístaðin leggja seg eftir at seta røttu spurningarnar, og onkrir meginspurningar gjørdust mið­savn­ andi á konsertunum. Tá »Zooropa« gleið yvir í »Where The Streets Have No Name« lat Bono ein spurning standa eftir: »Hvat vilja tit hava? Eitt Evropa, ið letur síni landamørk og sítt hjarta aftur? Ella eitt Evropa, ið letur sítt hjarta upp fyri miskunn?« Tað kendist sum, at niðurlagið í tiltikna eyð­kennis­lagnum »Pride (In The Name of Love)« tók samanum: »What more in the name of love?” Hvat meir í navni kær­leikans? Lykilin er at finna í seinnu helvt av setninginum: lívið er fløkja­sligt, og vit snáva og særast á leið­ini, men tað ræður um at gera tað alt í navni kærleikans. Tøkk fái U2 og tøkk fái Dublin! Hesa ógloymandi tónleikaferð fara vit at goyma okkum í hjartanum. post@sosialurin.fo