hósdagur 26. november 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 137
29
Nýggja útgávan hjá Anniku Hoydal er afturlítandi og endurspeglar lívsleiðina hjá
songkvinnuni, ið hevur verið virkin við tónleiki í meira enn eina hálva øld
SIGURJÓN EINARSON
A
nnika Hoydal gjørdist
70 ár herfyri, og í tí sam
bandi gav hon nýggja
útgávu út, ið nevnist
»Endurljós«. Hetta er 15. útgávan hjá
Anniku – ið av sonnum hevur ríkað
føroyskan tónleik, og er blivin eitt
slag av tjóðardýrgripi fyri okkum øll
– og er eitt samstarv millum hana og
beiggjan, Gunnar Hoydal, sum hevur
skrivað allar tekstirnar til løgini uttan
tann eina, sum pápi hennara, Karsten
Hoydal, hevur skrivað. Á útgávuni eru
12 føroyskir sangir, ið Jón McBirnie og
Kaj Johannesen hava framleitt og er
upptikin í Studio Bloch í Tórshavn.
Í samrøðu við Kringvarpið hevur
hon nevnt, at hon valdi at taka
nýggju útgávuna upp í Føroyum,
tí veðurlagið og landslagið skuldi
passa til huglagið, ið Jón McBirnie
og Kaj Johannesen kundu fáa fram
á útgávuni, einans við at hyggja eftir
tekstunum. Og tað hevur riggað væl.
Afturlítandi og endurspeglar lívs
leiðina
Útgávan er lívsfilosoferandi,
men samstundis eisini afturlítandi.
»Endurljós« er ein fjølbroytt, men
heilt samanhangandi útgáva, har Kaj
og Jón hava lagt gróðrarbotnin fyri
føroyska huglagnum, har tankarnir
leita aftur til kvæðini og skjaldrini
– og sostatt eisini passar til røddina
hjá Anniku, meðan aðrastaðni ljóðar
útgávan sum eru vit við Miðalhavið,
men tað hevur nú eisini sína orsøk.
Tá útgávan nú endurspeglar sjálvan
persónin, Anniku, so slepst ikki undan
at hoyra, at hon hevur ferðast víða
og búð m.a. í Suðuramerika í sínum
barndómsárum, og hevur fingið ein
serligan tokka til latínamerikanskar
harmonikutónar og tangorútmur,
ið hon hevur tikið við sær inn í tón
leikin.
Annika er kanska best kend fyri
at vera tann stórorðaða og freka
sangarinnan, sum, hóast hon kanska
ikki vil kennast við tað sjálv, ímyndaði
kvinnufrígeringina í sjeytiárunum,
tá hon var virkin í Harkaliðnum, og
eisini spældi leiklutir í donskum film
um um sama evnið. Men sum song
kvinna og sangskrivara hevur hon
verið ein slóðari fyri føroyskan tón
leik. Hon hevur altíð duga sera væl at
upptraðka á palli, har hon brúkar síni
sjónleikaraevnir at frambera søgur
úr sangum, og tað hoyra vit eisini á
nýggju útgávuni, har eyðkenda ljóðið
hjá Anniku hoyrist.
Løgini og útgávan
Samstarvið millum Anniku og bróð
urin, Gunnar Hoydal, er nakað heilt
serligt. Tað er eitt høgt støði í hansara
tekstum. Tað løgdu vit tíðliga til
merkis og serliga í sanginum »Aldan«
ið fekk eitt heiðurligt 4. pláss í danska
stórheiðurskappingini (Grand Prix) í
1979. Tølandi sangurin um alduna, ið
kann tulkast ymiskar vegir, dugir
hvørt mansbarn í Føroyum. Hendan
fólkaognin er við í »Endurljós« í
nýggjum hami, har lagið nú ferðast
sum ein still alda, ið endurspeglar
ein dýpd og margfeldi, sum ein alda
hevur. Fjølbroytta útgávan hevur
eisini endurtulkingar av eldri løgum,
har Annika kemur við nýggjum tulk
ingum av løgum, hon ikki helt vera
tulkaðar rætt av tátíðar tónleikarum
og framleiðarum. Úrskurðurin av
nýggju tulkingunum, av gomlu løg
unum, er við eitt sindur av bland
aðum kenslum, men rigga væl í síni
heild. Útgávan er eisini sera fjøl
broytt á tann hátt, at vit hoyra bæði
hugtungar sangir, ið hava eitt syrgið
yvirbragd yvir sær, men so har vit
mestsum eisini koma heilt upp at
dansa av glaðum rútmum í øðrum
sangum, sum nokk lýsir heilt væl
lívsins viðurskifti, ið møtir okkum á
vegnum. Eisini ber útgávan brá um
takksemi, har tað hoyrist á Anniku, at
hon – við takksemi – lýtir aftur á lívið.
Vit eru øll gávurík á ein ella annan
hátt. Tað er okkara serrættindi og
ævintýraferð at uppdaga okkara
egna serstaka ljós. Annika hevur
funnið sítt ljós og letur tað skyggja
ígjøgnum yvir á okkum við at vera
tann, hon er og altíð hevur verið: Sín
egin!
»Endurljós« er ein gjøgnumførd
útgáva, ið er eitt klárt ljós í vetrar
myrkrinum, tí fær hon fýra skyggj
andi stjørnur út av fimm.
TÓNLEIKUR
ANNIKA VEITIR TÓNLISTARLIG
LJÓS Í VETRARMYRKRINUM
★★★★★
Ummæli