Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 30 POLITIKKUR Byltingarnar í høvuðsvinnuni júst nú eru royndir og fyrireikingar til nýggju lógina um vinnuligan fiskiskap 1.januar 2018 ÁRNI GREGERSEN H ann er í sentrum, nú stórar broytingar eru á veg í fiskivinnuni. Høgni Hoy­dal, for­ maður í Tjóðveldi, og lands­stýris­ maður við fiskivinnumálum, situr júst har sum ógvusligasti ágangurin er. Eftir valið 1.september og eftir at nýggja samgongan var skipað hálvan september, hevur Høgni Hoydal havt sæti í fiskimálaráðnum. Hann situr í stólinum, sum Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, sat í mest partin av seinasta valskeiði. Nú er tað hann, sum eftir galdandi skipan ásetir ymisk viðurskiftini í fiskivinnuni við kunngerðum. – Men soleiðis skal skipanin ikki virka. Lógin um vinnuligan fiskiskap skal vísa klárt fyri vinnuni, hvørjir karmar eru galdandi og hvørjar treytirnar eru, sigur Høgni Hoydal. Hóast hann enn ikki kennir allar treytirnar og hvussu karmarnir endaliga verða settir saman, so hevur formaðurin í Tjóðveldi saman við sam­gonguni nøkur hægri politisk mál, sum hann heldur fiskivinnan skal arbeiða eftir. Javnari kappingarføri er eitt og at øll vinnan skal vera á føroyskum hondum er eitt annað, sum stendur ógvuliga ovarlaga á dagsskránni. Hann sigur eisini, at rættartrygdin skal vera tann sama fyri øll og privat søla av loyvum og kvotum skal ikki bera til. Verða kvotur seldar, so verður tað almennu Føroyar sum selja, tí til­ feingið í sjónum er ogn Føroya fólks. – Vit skulu eisini skipa fiskiskapin við lóg og ikki sum nú í stóran mun við kunngerðum, har tað mangan stendur upp til landsstýrismannin at avgeraz, hvør skal sleppa at fiska hvat, sigur Høgni Hoydal. Á føroyskum hondum Ein avgerandi grundarsteinur und­ir nýggju lógini um vinnuligan fiski­ skap er, at øll fiskivinnan skal vera á før­oyskum hondum. – Tað vil siga, at feløg, sum sleppa framat eru skrásett í Føroyum og gjalda skattt í Føroyum. Tað skal ikki bera til at taka pening úr fiskivinnuni til útlendingar, sigur hann. Høgni Hoydal heldur tó ikki, at hetta fer at gera, at føroyska vinnan ikki kann samstarva við útlendingar. – Tað skal vera undir skipaðum kørmum og við gjøgnumskygni, men ræðisrætturin á kvotum og før­oysk­ um fiskirættindum skal vera á før­ oyskum hondum, sigur hann. Sterka trúgv Júst nú eru viðurskiftini kring fiski­ vinnuna turbulent. Uppskot eru frammi at venda og viðmerkingar verða gjørdar til uppskotini. – Hetta var sjálvandi væntandi. Vit hava boðað frá broytingum og vilja hava, at virðini í samfelagnum verða javnari býtt, so tað er onki at siga til, at tey sum virka í vinnuni eru órógvaði og gera viðmerkingar til tað, sum fer fram, sigur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum. Ein nevnd skal setast, sum skal gera uppskot til nýggja lóg um vinnu­ ligan fiskiskap. Nevndin er ikki endaliga sett enn, men tað hendir fyrsta dagin. Umframt sjálva nevndina, so verða eisini fylgibólkar settir fyri vinnuna og fyri politisku skipanina. Eftir tí, sum stendur í samgonguskjalinum, so skal uppskot til nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap leggjast fram í Løgtinginum á ólavsøku. – Eg trúgvi fult og fast uppá, at hetta fer at bera til og politiskt vænti eg eisini, at tað fer at bera til at gera eina varandi semju um eina nýggja lóg, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at hann sjálv­ andi vil hava vinnuna við í hesum arbeiðið. Nógvar viðmerkingar verða gjørdar í hesum døgum og tað tekur landsstýrismaðurin væl ímóti. – Vit hava sett okkum mál, men fyri at vit fáa tað besta burtur úr, so skal kjak til og tað er tað, sum vit síggja í løtuni, sigur Høgni Hoydal. Marknaðurin og ikki útluting Høgni Hoydal hevur sum formaður í Tjóðveldi ferð eftir ferð funnist at, at fiskiloyvir og rættindi verða útlutað politiskt. Millum annað tí vil hann hava, at ein partur av tilfeinginum verður seldur á uppboðið: – Hetta er fyrst og fremst fyri at sleppa undan politiskari útluting, men hetta er eisini fyri at vita, hvat marknaðurin heldur virðið er á tí tilfeingi, sum verður selt, sigur hann. Hann undirstrikar eisini, at sjálv­ andi verða prísirnir á einari lutvísari uppboðssølu ikki brúktir til beinleiðis at seta virðir á kvoturnar. – Sjálvandi skulu munandi meira nágreiniligar metingar gerast at veru­ ligu virðunum, sigur hann Høgni Hoydal er ikki bilsin av teimum mongu ógvusligu reak­tión­ unum, sum hava verið í samband við tað, sum hevur verið frammi um fiskivinnuna í seinastuni. – Sjálvandi koma nógvar reak­ tión­ir. Tað er ein partur av tí, sum hendir, tá ið ein ger broytingar, men viðmerkingarnar og rekatiónirnar verða sjálvandi tiknar við, áðrenn endaligt uppskot verður lagt fram um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, sigur hann. – JAVNARI KAPPINGAR­ TREYTIR OG VINNAN Á FØROYSKAR HENDUR Høgni Hoydal: Virðisøkingin í fiskivinnuni er eitt krav og tað verður eisini eitt krav, at alt verður gagnnýtt ÁRNI GREGERSEN At fiska burðardygt og taka støðu til, hvørjum ráðum politiska skip­anin skal fylgja, skal vera ein av grund­ arsteinum undir lógini um vinnu­ ligan fiskiskap. – Tað ber til at siga, at alt skal uppá land í Føroyum, men tað ber sjálvandi eiini til at siga, at føroyhsk virkir skulu hava atgongd til allan føroyskan fisk. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sær fyri sær, at virðisøkingin av fiskatilfeinginum er grundarlagið undir vælferðini í Føroyum. – Men hetta hongur sjálvandi saman við, at vit fáa eina betraða marknaðaratgongd. Vit mugu sleppa inn á teir makrnaðir, sum geva góðan prís fyri matvørur, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiski­vinnumálum. Politiska skipanin skal eisini til at avgera, hvørjum tilráðingunum hon skal fylgja, tá ið tað snýr seg um at áseta, hvussu nógv skal takast av hvørjum fiskastovni. – Hetta hava vit keglast um síð­ ani umstøðurnar at fiska gjørdust av­markaðar, men vit hava enn ikki tikið nakra endaliga støðu til hendan spurningin sigur hann. Alt til lands Fleiri ferðir hevur veirð frammi, at hóast føroysk skip sleppa at fiska kvotur í fremmandum sjógvi, so taka skipini ikki alla veiðuna við heim. Høvd og garnar verða tveitt út og koma ikki til lands. – Tað gongur ikki longur. Vit noyðast at tryggja okkum, at vit taka alt til lands og so viðgera tað á landi, sum tað ikki ber til at gera umborð. Vit kunnu ikki loyva okkum at blaka ein stóran part av fiskinum útaftur, sigur Høgni Hoydal. Tað er serliga í Barentshavinum at trolararnir hava tveitt ein part av fiskinum útaftur. Annfinn Olsen, reiðari á Akra­ berg, segði á fundi í Fuglafirði, at hetta verður gjørt, tí tað sjálvandi loysir seg betur at fylla ein trolara við flaki, heldur enn við høvdum. – Men fáa vit álagt at taka alt inn, so finna vit eisini eina loysn á tí, segði hann. Virðisøking og alt av fiski uppá land