Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 31 Vit rætta uppá mistak, sum politiska skipanin gjørdi At gjald fyri kvotur og tilfeingsgjald nú skal fara av óbýttum, er fyri at rætta eitt mistak ÁRNI GREGERSEN Reiðarafelagið hevur funnist hvassliga at, at reiðarin nú einsa­mallur skal gjalda fyri til­ feingisgjald og kvotur. Higartil hevur tað verið soleiðis, at hetta gjald er farið av óbýttum – tað vil siga, at hetta gjald verður tikið av áðrenn manningin á upp­sjóvarskipunum fær síni 27 prosent. Við galdandi sáttmálum hevur hetta við sær, at tað verður eitt sindur minni til manninganar, tí tær gjalda fyri tilfeingisgjøldini. Eftir nýggjasta uppskotinum, so verður tað soleiðis, at til­feing­ is­gjøld og kvotagjøld ikki longur fara av óbýttum, men av partinum hjá reiðaranum. Reiðarafelagið vísir á, at hetta fer at hækka hýrurnar við upp­ sjóvarskipunum við 20 pro­sentum og minka um inn­tøkurnar hjá reiða­ríunum. – Eg skilji væl, hvat verður sagt, men orsøkin til at vit gera hetta er, at tá ið uppboðssølan var seinast, tá gjørdu vit eitt mistak, sigur Høgni Hoydal. – Tá fór gjaldið av óbýttum, men vit halda, at tað skal fara av hjá tí, sum eigur loyvið og rætt­ind­ ini til at fiska fiskin, sigur hann. Uppboðssøla og ikki tilfeingisgjald Uppboðssølan stendur ovarlaga á skránni. Hon skal gera, at tað eru markn­aðarprísir, sum áseta hvat kvot­urnar eru verdar og ikki politisk útluting. – Ætlanin er, at tilfeingisgjaldið skal koma inn gjøgnum upp­ boðs­søluna heldur enn sum til­ feingisgjald. Eitt tilfeingisgjald er eitt politiskt ásett gjald, meðan uppboðssølan meira fer at av­ spegla veruligu virðini á kvot­un­ um, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at tað ongantíð hevur verið ætlanin, at vit bæði skulu hava uppboðssølu og tilfeingisgjald. Hetta verður bert brúkt nú fyri at fáa nakrar royndir, leggur hann afturat. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, situr har, ágangurin er harðast MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN