hósdagur 26. november 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
32
ítróttur
Fótbóltur Ruðuleiki valdar í altjóða
fótbóltssamgonguni, har fleiri oddamenn
eru undir illgruna fyri óreint spæl. Fyrr
verandi FSF favoritturin og forsetin í UEFA,
Michel Platini, stendur at falla, tí eisini hann
er dottin í muturfelluna. Sepp Blatter er fallin.
Forsetin í føroyska fótbóltssambandinum,
Christian F. Andreasen, ynskir at stuðla
broyting og gjøgnumskygni í FIFA
fsf stuðlar
upprudding
í FIFA
Tróndur Arge
T
að er kaos í FIFA í løtuni.
Orðini eigur forsetin í
føroyska fótbóltssam
bandinum, Christian F.
Andreasen. Hann situr sjálvur í kæru
nevndini hjá FIFA, og hevur seinastu
tíðina upplivað hvussu FIFA er blivið
sindrað sundur fyri hvørja gølu, sum
verður avdúkað fyri øllum heiminum.
FIFA forsetin, Sepp Blatter, og
UEFA forsetin, Michel Platini, hava
báðir fingið fyribils 90 dagar bann.
Teir skulu halda seg vekk frá øllum,
sum hevur við fótbólt at gera, tí teir
eru undir illgruna fyri millum annað
mutur.
Báðir hava fyrr vitjað í Føroyum,
og fingið stuðul frá føroyska fótbólts
sambandinum í samband við FIFA og
UEFA forsetaval.
Sepp Blatter er endaliga kroystur
úr FIFA. Michel Platini, sum fleiri
mettu kundi blíva nýggjur FIFA
forseti, stríðist við at bjarga sær,
men hevur longu mist stuðul kring
allan heimin. Millum annað eisini úr
Føroyum.
FSF ynskir
upprudding í FIFA
Forsetin í føroyska fótbóltssam
bandinum, sakførarin Chrsitian
F. Andreasen, ynskir upprudding
í altjóða fótbóltssamgonguni. Ein
nýggjur forseti skal endurnýggja
álitið á FIFA og altjóða fótbólt.
– Tað er kreppa í FIFA. Hetta er ikki
nakað, sum bara fer afturvið borð
inum. Tann, sum vit velja, er tann, ið
vit meta hevur røttu visiónirnar. Ein
nýggjur foresti má broyta ímyndina
av FIFA, sigur Christian F. Andreasen.
Nógvu gølurnar kring FIFA gera
eisini, at FSF ynskir ein forseta, sum
ikki hevur eina dálkaða ella politiska
fortíð.
– Vit ynskja ein forseta, sum veru
liga hevur ein ætla um at broyta FIFA.
Hann skal ganga inn fyri vanligan
norðurlendskan handilssiði, sigur
FSF forsetin.
Tað er ikki ókent í FIFA saman
hangi, at nevndarlimir blanda seg í
avgerðir og dagligu gongdina í FIFA.
Tað skal eisini broytast, um tað er upp
til Christian F. Andreasen.
– Í løtuni velur kongressin bara
forsetan. Alt annað tekur nevndin
sær av. Vit ynska at FIFA verður koyrt
sum ein stór fyritøka, har umsitingin
tekur av dagligu gongdini og gera
tilmælir, sum nevndin tekur støðu
til. Soleiðis eigur tað at vera, sigur
Christian F. Andreasen.
HM blivið eitt váðaspæl
Christian F. Andreasen er eins og tey
flestu ivasamur um HM endaspælið
í Katar í 2022. Stóra orsøkin til at
stúra kemst fyrst og fremst av, at inn
tøkurnar frá HM verða deildar út til
limalondini. Hetta er inntøkukeldan
hjá øllum fótbóltssambondunum,
men sannleiknin er, at yvirskotið
er tað sama í dag, sum tað var fyri
áleið 15 árum síðani. Hinvegin, so
er umsetiningurin áleið 10 faldaður
seinastu 15 árini.
– At geva Katar eitt HM endaspæl
er eitt váðaspæl, tí landið hevur ikki
umstøður at hýsa endaspælinum. So
skulu pengar brúkast til at byggja
leikvøllir og annað. Av tí sama, so
verður minni eftir til limalondini. Tað
er ikki samsvar millum inntøkurnar
og útgjaldið til limalondini longur,
sigur Christian F. Andreasen
Føroyar er ein av 209 limum av
FIFA. Hvør av teimum 209 tjóðunum
hava eina atkvøðu, tá forsetaval er í
FIFA.
Gianni ella Prins Ali
Í løtuni eru seks mans, sum hava
boðað frá, at teir stilla upp til FIFA
forseta valið í feburar 2016. Líkt er tó
til, at Michel Platini verður noyddur
at taka seg aftur. Sambært BBC, er
sannlíkt at hann verður bannaður
frá øllum, sum hevur við fótbólt at
gera í minst sjey ár,
Av teimum fimm, sum helst verða
eftir, so eru Gianni Infantino og Prins
Ali úr Jordan mest sannlíkir at fáa
okkara atkvøðu.
– Vit ynskja at fáa ein úr Evropa
inn, ella ein, ið deilir okkara hugsjónir.
Gianni Infantino er aðalskrivari í
UEFA og ein dugnaligur maður. Vit
stuðlaðu Prins Ali til farna forsetaval.
Hann er útbúgvin í vesturheiminum
og kemur úr einum lítlum landi. Í
so máta, so kunnu vit eisini kenna
okkum aftur í hasara hugsjón, sigur
Christian F. Andreasen.
Forsetin í FSF leggur tó afturat, at
tað kann koma taktikkur í, tá atkvøð
ast skal. Serliga um fimm valevni
framvegis eru, tá valið verður. Fyri at
vinna valið skalt tú hava meirilutan
av teimum 209 atkvøðunum. Fyri
hvørt umfar verður tann við fægst
atkvøðum soldaður frá. Tí kann koma
upp á tal at atkvøða fyri fleiri í leypi
av atkvøðugreiðsluni.
Vegurin til kaos
Líka síðani Sepp Blatter í 1998 tók
við sum FIFA forseti, hava søgur
verið um óreint spæl. Í fleiri ár hevur
kendi enski journalisturin, Andrew
Jennings, havt rívuna úti eftir Sepp
Blatter og FIFA.
Christian F. Andreasen og Sepp Blatter