hósdagur 26. november 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
33
Tey seks valevnini
Ongantíð so nógv sum dagin
undan, at atkvøðast um hvør skuldi
hýsa HM endaspælið í 2018 og 2022.
Aftaná stóð øllum greitt, at okkurt
var galið í FIFA. Eitt er at Russland
óvæntað vann rættin til at hýsa
HM í 2018. Stóra gølan var, at Katar
vann atkvøðugreiðsluna um at hýsa
HM í 2022. Eitt land við 1,4 millión
um íbúgvum, uttan nakra fótbólts
mentan og einum summari, har hitin
táttar í hálvt hundrað hitastigum.
Hinvegin er Katar millum ríkastu
londini í heiminum, og tað fær allar
illgrunasamar røddir at tala at.
Blatter snýtur øll
Í 2011 verður Sepp Blatter afturvaldur
sum FIFA forseti fyri fjórðu ferð.
Hann lovar undan valinum, at verður
hann valdur, so stillar hann ikki upp
aftur til komandi val. Mótvalevni, rík
maðurin úr Katar Mohammed bin
Hammam, verður kolldømdur fyri
mutur.
Til valið í 2015 stillar Sepp Blatter
tó uppaftur. Ongin útmelding kemur
frá Michel Platini, sum tey flestu
vænta kann vinna valið. Tað endar
við, at UEFA velur at stuðla Prins Ali
úr Jordan, eftir at Michael van Praag
og Luis Figo løgdu kongin. Stuðulin
er ikki heilhjartaður, og Sepp Blatter
vinnur forsetavalið á fimta sinni.
Millum annað fær hann stuðul frá
Russlandi, sum ikki fylgir tilmæl
inum frá UEFA.
Rokut FIFA val
Dagin undan forsetavalinum er rok
í Zurich í Sveis, har forsetavalið er.
Fleiri av fremstu monnunum innan
fótbólt verða handtiknir. Húsarann
róknir verða framdar í bæði Zurich
og í New York í USA. Tað er FBI, sum
stílar fyri.
Fimm dagar seinni boðar Sepp
Blatter frá, at hann útskrivar nýtt val
í feburar 2016. Endamálið er at finna
avloysaran fyri seg sjálvan, tí hann
takkar fyri seg. Kroystur út. Fortíðin
hevur nú fingið um endan á mann
inum, sum byrjaði sum skrivari í FIFA
í 1975.
Platini skelkurin
Fleiri enn hundrað lond boða frá í
stuðulsskrivi, at tey eru sinnaði at
stuðla Michel Platini. Nú er ongin
Sepp Blatter og alt tykist líkatil.
Brádliga berast tíðindi um, at Michel
Platini verður kannaður, tí hann
hevur móttikið yvir tíggju milliónir
krónur frá Sepp Blatter í 2011.
Michel Platini sigur, at talan er
um eftirstøðu fyri arbeiði fyri Sepp
Blatter frá 1998. Trupulleikin er fyrst,
sambært altjóða miðlum, at ongar
bókingar ella fráboðanir eru gjørdar í
samband við flytingina. Harnæst eru
pengarnar fluttir í 2011, stutt undan
forsetavalinum, har Sepp Blatter enn
eina ferð vann.
8. oktober í ár verður hann bann
aður av FIFA í 90 dagar. Hann kann
einki gera, sum hevur verið fótbólt at
gera. Fleiri lond boðað frá, at tey ikki
stuðla honum longur til FIFA forseta
valið komandi ár. FSF og Christian F.
Andreasen eru millum teirra.
– Er heilt ótrúliga bilsan av, at
hann hevur handlað, sum hann
hevur gjørt. Tað hann hevur gjørt er
ikki í trá viðvanligar ektiskar reglur,
sum eru galdandi innan vanligt
nevndararbeiði, sigur Christian F.
Andreasen.
FIFA í framtíðini
Eitt stendur við. FIFA skal hava
nýggjan forseta í faburar 2016. Hvør
enn tað so verður, so verður talan um
eina torføra uppgávu. Álitið á FIFA
skal endurreisast, eftir fleiri ár av
ringari umtalu. Felagskapurin – sum
er fyri øll fótbóltsfólk- hevur verið
ímyndin av vantandi gjøgnumskygni,
óreinum avtalum og politiskari uppí
legging.
Nú skal FIFA flyta við restini av
heiminum í framtíðina, har gjøgnum
skygni og demokrati standa ovast á
dagsskránni.
trondur@sosialurin.fo
Gianni Infantino
Aldur: 45
Tjóðskapur: Italskur/Sveisiskur
Starv: Aðalskrivari í UEFA
(Fótbóltssamgongan í Evropa)
Tók við eftir Michel Platini og
dugur øll høvðusmálini í Evropa
flótandi. Situr við dagligu umsit
ingini í UEFA, og er væl dámdur.
Tað er ikki óhugsandi, at hann
kann fáa stuðul uttanfyri Evropa,
um Michel Platini veldur at taka
seg aftur og stuðlar honum.
Gianni er eitt gott boð fyri okk
um og eitt gott valevni. Har er einki
at seta fingurin á við fortíðini.
Eitt nú er hann ikki fyrrverandi
politikkari. Gianni Infantino
hevur somu áskoðan sum Sepp
Blatter og Michel Platini, tá talan
er um smáu tjóðirnar í fótbólti.
Hann stuðlar teimum, sigur
Christian F. Andreasen. Fyrsta
val hjá FSF.
Tokyo Sexwale
Aldur: 62
Tjóðskapur: Suðurafrika
Starv: Íðnaðarbarónur innan minuarbeiði
Hann dugur væl at føra seg fram
og er væl útbúgvin. Tokyo skal
ikki undirmetast. Hann er nakað
politiskur í sínum boðskapi, har
hann leggur dent á, at tíðin er
komin til, at ein afrikanari skal
stjórna FIFA.
Søgur ganga um, at hann eigur
lut í onkrum óreinum spæli í sam
band við HM 2010, sum var í júst
Suðurafrika. Tað er ósannlíkt, at
maðurin við sermerkta navninum
– Tokyo Sexwale – fær stuðul úr
Føroyum.
Prince Ali bin al-Hussein
Aldur: 39
Tjóðskapur: Jordan
Starv: Forseti í fótbóltssambandinum
í Jordan
Prins Ali hevur sitið í nevndini
í FIFA, og fekk góðan stuðul til
FIFA forseta fyrr í ár. Hann hevur
allatíðina sagt, at Sepp Blatter og
Michel Platini ikki skuldu stilla
upp. Talan er um sakliguan mann
frá einum lítlum landi, sum er
útbúgvin í vesturheiminum. Tosar
eisini enskt g verður roknaður
sum vestliga sinnaður. Hann
hevur gjørt nógv buruturúr at
blíva FIFA valevni, men tykist
mangla nakað av útstráling.
FSF og Christian F. Andreasen
lata væl at Prins Ali, sum fekk
føroysku atkvøðuna til seinasta
forsetaval. Ynskir eins og Gianni
Infantino at styrkja umsitingina,
og skilja fótbóltin frá politikkinum
í FIFA. Er helst annað væl hjá FSF.
Michel Platini
Aldur: 60
Tjóðskapur: Frakland
Starv: Forseti í UEFA
Kendasti maðurin millum valevn
ini, men tað er ósannlíkt, at hann
verður millum valevnini í feburar
komandi ár. Hann er í løtuni bann
aður frá øllum, sum hevur við fót
bólt at gera í 90 dagar, tí hann er
undir illgruna fyri mutur.
Var stórfavorittur at avloysa
Sepp Blatter til valið í ár, áðrenn
sitandi forsetin valdi at stilla upp
aftur, hóast hann hevði lovað at
steðgað. Altjóða miðlar skriva, at
hann fær upp til sjey ára bann.
Jerome Champagne
Aldur: 57
Tjóðskapur: Frakland
Starv: Ráðgevi í altjóða fótbólti
Stendur ikki so frammaliga mill
um valevnini. Hevur nógvar diplo
matiskar royndir og hevur eina
»reina« fortíð. Hann sigst vera
dugnaligur til at føra seg fram á
bonaðu gólvunum í fótbóltsheim
inum, har hann í løtuni er ráðgevi
í ymiskum samanhangum, og
hevur verið við til at skipa fyri
HM endaspølum Í 2010 bleiv hann
óklárur við Sepp Blatter og bleiv
koyrdur.
Ongin veit hvørji lond hava
stilla hann upp. Tað skulu fimm
lond til at stilla eitt valevni upp.
Sheikh Salman bin
Ebrahim al-Khalifa
Aldur: 49
Tjóðskapur: Barein
Starv: Forseti í AFC (Asiatiska
fótbóltssamgongan)
Er fyrrverandi forseti í fótbólts
sambandinum í Barein. Hevur
síðani arbeitt sær vegin fram til
starvið sum forseti í AFC. Hann
er av kongaligari familju og hevur
eisini havt ávísar uppgávur í FIFA.
Hann møtti ikki til fundin í
Keypmannahavn fyri kortum,
tá øll valevnini løgdu fram fyri
norðurlendsku fótbóltssamgong
unum. Tað er ilt at meta um møgu
leikarnar hjá honum at gera seg
galdandi.
trondur@sosialurin.fo
Michel Platini hevur í tveimum førum verið og vitjað í Føroyum. FSF hevur stuðlað
honum leingi, men seinastu avdúkingarnar um møguligan mutur hava gjørt, at FSF
ikki longur stuðlar fyrrverandi liðskiparanum á franska landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Prince Ali úr Jordan