hósdagur 26. november 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 137
34
Óli Jacobsen
TEY 12 HEIMSKENDU
SYSTKINI ÚR RITUVÍK
Øll hava hoyrt um systkini úr Rituvík, sum hava sett Guinness met sum
elsti systkinaflokkur í heiminum. Vit hava søguna um tey
1. partur
H
enda søgan er ikki bara um 12
systkin, sum hava sett heimsmet
í aldri. Hetta er eisini ein søga
um ein systkinaflokk við fyri
myndarligum samanhaldi. Tey mistu pápan
tíðliga og komu undan saman við eini framúr
mammu.
Frásøgnin er gjørd saman við Amy, næst
yngsta av systkjunum. Røðin umrøður í hesum
parti foreldrini. Síðan verður ein umrøða av
hvørjum sær av hesum systkjum.
Pápin Magnus í Rituvík
Magnus varð føddur 25. juni í 1890. Foreldrini
hjá honum, Magnus og Sára, bygdu tað sætta
av teimum átta niðursetuhúsunum í Rituvík.
Magnus (1853-1917) var av Nesi. Kona hansara,
Sára Malena Husgaard (1851-1929), var av Hús
garði í Syðrugøtu.
Tey fingu børnini Jógvan, Elias, Benadiktus,
Anne Sophie, Maren Malene, Hendrik, Magnus
og Olerikku.
Magnus gjørdist fiskimaður. Páll Nolsøe
skrivar um hann í siglingarsøguni:
Magnus tók skiparaprógv hjá Djurholm í
1914. Hann førdi Kjógvan hjá Mortensen í 1918
og 1919, Kristiannu hjá Jóannesi í Leirvík í 1920,
Silver Belle frá 1921 til 1933, skonnartina Sannu
í Vági í 1933, Matildu í 1934-1936, Silver Belle í
1937 og Phebe í 1938-1940.
Magnus í Rituvík var millum okkara kend
astu skiparar, tiltikin fyri dugnaskap og áræði,
og altíð bar til hjá honum at fáa fisk. Øll árini,
hann førdi skip, vóru brøður hansara Hendrik
og Diktus við honum.
Amy minnist ógvuliga lítið pápan, men
tey eldru systkini siga, at hann var mildur og
góðsligur. Hann plagdi at liggja á køksgólvinum
og so beistaðust børnini uttan um hann. Hann
var heimamissiónsmaður, og hann stóð fyri
møtum.
Tá á døgum fiskaðu teir ikki sunnudag. Tá
ið teir vóru undir Íslandi, fóru sluppirnar ofta
inn á onkra havn sunnudagar, og so skiftust
teir at hava møti. Magnus hevði gott mál at
syngja, og onkuntíð hevði hann sendaran frá
og sang til dømis »Jeg sejler hen over livets
hav«. Trúboðarin Bæk segði, at hann hevði
hoyrt Magnus syngja, og hvussu nógv tað
hevði ávirkað seg.
Amy hevur kanska ikki hildið tað. Hon
ørminnist einaferð, hon var í lestri við pápa
sínum. Hvørja ferð, pápin fór at syngja, helt
hon fyri munnin á honum!
Um Elspu
Mamman, Elsebeth (Elspa) Jacobsen f. 18.
november í 1898, var av Glyvrum. Foreldur
hennara vóru Wenzel Jacobsen (1870-1953)
og Maren Johannesen (1867-1927) av Fløtum
í Lamba. Tey fingu sjey børn, Ingu, Elsebeth,
Petur, seinni Steingrund, Jóhannu, Margrethu,
Jákup og Fridu.
Sum 12 ára gomul kom Elspa til Rituvíkar
til Hanus og Nicolinu Højgaard at ansa
børnunum. Hon plagdi at siga, at hon vaggaði,
bant og las alt í senn. Henni dámdi so væl at
lesa. Hon var hjá Nicolinu til hon var 16 ár, tá
fór hon til Rasmus, ein bónda og handilsmann
á Glyvrum. Elspa var 15 ár, tá ið hon og 23
ára gamli Magnus komu saman. Tey giftust
í januar í 1920, og so komu børnini høvd í
høvd. Magnus sigldi sum skipari og tey vóru
rættiliga væl fyri fíggjarliga. Tey høvdu ofta
arbeiðskonu, onkuntíð tvær, tí Elspa hevði
ikki góða heilsu. Hon hevði ringan maga og
leið nógv av blóðmangli, ivaleyst, tí hon hevði
magasár.
Amy greiðir frá: Tá ið
vit mistu pápa
Meðan pápi var á Eysturlandinum við Phebe í
september 1940, gjørdist hann sjúkur.
Hann var so ringur av høvuðpínu, at hann
lá og rópti av pínu. Hann lá eina tíð heima, men
so fór hann á sjúkrahúsið. Pápi man hava kent
á sær, at hann fór ikki at síggja okkum aftur,
tí vit skuldu koma at mussa hann ferð eftir
ferð. Hann hevði svull á heilanum, og hann
doyði 13. desember í 1940. Pápi fór til gravar
18. desember, ein myrkan illveðursdag beint
upp undir jól. Hann er grivin á Glyvrum.
Mary, Arne og eg fóru ikki við inn á Glyvrar,
vit vóru hjá Lauru. Hon og maðurin, Einar, og
tey elstu børnini vóru einaferð komin heim úr
Íslandi við pápa. Hetta var vist stutt eftir fyrra
kríggj, og ógvuliga fátæksligar tíðir vóru tá í
Íslandi. Fyrstu tíðina búðu tey í kjallaranum
hjá Eliasi, pápabeiggja okkara, so bygdu tey sær
hús Uppi á Lotinum. Laura var so ómetaliga
fitt kona, hon roknaði øll á Líðini og á Miðjuni
sum systkinabørn. Einar sigldi nógv við pápa.
Einarsson fólkini í Rituvík eru ættað frá teim
um.
Mary og eg halda okkum minnast, tá ið teir
fóru við børuni oman millum húsini syngjandi
»Brødre og søstre, vi skilles nu ad«.
Einkjurnar fóru í svørt klæði
Tá ið pápi var deyður, fór mamma í svørt klæði,
og hon gekk í svørtum mong, mong ár, bara
Siðsøga
Brúðarmynd av Elspu og Magnusi
Tey 12 systkini. Aftara rað v.f.: Amy, Mary, Arne, Jaspur, Harry, Carl. Sitandi: Maggi, Venzil, Sára, Marin, Arnholt, Elly
Sára situr undir Aroni, oldurommusoninum. Foreldur Aron eru Súsanna Sofía Reinert Norðgerð Leirvík og Petur
Jacob Heinesen Leirvík. Á myndini eru tískil 7 oldurommubeiggjar og 4 oldurommusystrar Áron