hósdagur 26. november 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015
SOSIALURIN 137
35
Komandi partur
Í komandi parti verða umrødd systkini Magnus,
vanliga kallaður Maggi, Venzil, Sára og Marin
fyriklæðið hevði onkran annan lit. Hetta var
vanligt hjá einkjum tá í tíðini. So fór hon so
líðandi aftur í øðrvísi vorðin klæði.
Tað var gott! Vit systrarnar fingu slíkt stikni
fyri svørtum klæðum, at vit fóru ikki í svørt
klæði fyrr enn langt, langt eftir tað, at vit vóru
tilkomnar.
Eftir at pápi var deyður, var eg nógv hjá
Gretu, einari mostur. Hon helt hús hjá einum
manni í Havn. Ein onnur mostir, Frida, var gift
í Havn. Hon búði undir Ryggi, og Greta búði
yvir av Smæruni, so eg var eitt sindur ímillum.
Greta var ógift tá. Meðan tey eldru systkini
vóru smá, var Greta ofta í Rituvík og hjálpti
okkum, og hon dugdi eisini at seyma.
Mary var nógv í Brekkunum á Toftum hjá
Hans Olivuri og Essemi. Elly var eisini onkuntíð.
Pápi sigldi við skipi hjá D. P. Højgaard, og Hans
Olivur var reiðari.
Hans Olivur og Essemi vóru barnleys, og
tey vóru ógvuliga góð við Mary. Tey bjóðaðu
seg at taka Mary til sín, men tað kom ikki upp
á tal, Guð havi lov. Kanska hevur mamma
hugsað um, hvussu tað var, tá ið hon sjálv fór
heimanífrá 12 ára gomul, sjálvt um hon hevði
tað ógvuliga gott hjá Nicolinu.
Eldru systkini tóku um endan
Tá í tíðini var hampilig trygging, um menn
doyðu av vanlukku. Men doyði maður av sjúku,
var snøgt sagt einki. Men tey eldru systkini
vóru ótrúlig. Maggi og Venzil sigldu og løgdu
pengar til húsið. Hetta var undir krígnum, og
tá var ein øgiligur ótti á fólkinum heima. Eina
ferð, Maggi var farin avstað, kom hann aftur, tí
okkurt var áfatt. Hetta var um kvøldið. Mamma
stóð við køksborðið og sá Magga koma fram við
vindeyganum. Hon stóð púra still og hugsaði:
»Nú er hann burturgingin«. Hon helt seg síggja
hann í hamferð.
So vóru tað minurnar eisini. Einaferð,
ein mina brast niðri á støðni, brotnaðu allir
stovurútarnir. Vit børnini fingu at vita, at sóu
vit eitt flogfar, tá ið vit vóru úti og spældu,
skuldu vit krógva okkum í einari grøv. Tað
kundi vera ein týskari.
Sára og Marin seymaðu klæðini. Tær dugdu
ógvuliga væl at seyma, men Marin hættaði sær
betur at klippa, Sára var bangin at forklippa
seg. Øll gingu altíð snøgg og heil. Tað var ikki
lukkuligt at ganga holutur. Vit systrarnar
minnast, at vit fingu nýggjan kjóla til hvørja
hvítusunnu og hvørji jól. Beiggjarnir fingu
nýggjar plussforbuksur, og ofta fingu øll børn
ini nýggja troyggju til jóla.
Mamma bant troyggjur, hosur og sokk
ar. Teir yngru beiggjarnir gingu ofta í yvir
mynstraðum hosum. Mammu dámdi so væl
at binda, og hon bant skjótt. Einaferð bundu
hon og eg bul saman. Tað dámdi mær einki, tí
mamma mátti bíða hvørja ferð, til eg var liðug
við umfarið.
Einaferð hevði mamma gjørt sjey pør av
føroyskum undirbuksum til og vaskað. Mary
og eg vórðu sendar út á snór at heingja tær
upp. Tað var av allarbesta vetrarveðri, stórkavi,
stilli og mánalýsi. Undirbuksurnar vóru í
einum emaljeraðum fati. Vit settu fatið frá
okkum, men ólukkutíð, tað fór á glið og vit sóu
ikki í halaferðina á tí.
Lítið var um okkum tá. At fara inn og siga
mammu, hvussu vorðið var, orkaðu vit ikki at
hugsa um. Vit so sjaggandi omaneftir báðar og
bóðu so bønliga Guð hjálpa okkum at finna
undirbuksurnar aftur. Niðri í Lágni, næstan
niðri í fjøruni, funnu vit fatið standa skorað
niðan undir ein stein og allar undirbuksurnar
í. Vit ivaðust ikki í, at Guð hevði hjálpt okkum.
Tá ið eg skuldi verða konfirmerað, var
mamma so ússalig og lá í seingini, men hon
bant mær eina síða, mynstruta troyggju og
eina blusu. Hon kastaði ikki frá sær. Tá hevði
hon bara 32% av blóði.
Tá var eitt sum tey kallaðu annandagskjóli.
Sára seymaði mær ein so penan kjóla, og hon
seymaði mær eisini frakka. Hann var penur,
men nakað stórur, tí tá skuldi tú kunna
vaksa upp í klæðini. Hon og Marin seymaðu
konfirmatiónskjólan hjá Elly og hjá Mary.
Eg konfirmeraðist í kjólanum hjá Mary. Tær
seymaðu eisini konfirmatiónsklædningarnar
hjá yngru beiggjunum.
Undir krígnum róku gummiballar upp á
land, og nógv gjørdu gummiskógvar úr teimum.
Arnholt var kringur at gera gummiskógvar, og
hann gjørdi eisini sandalir.
Nei var nei
Mamma var strang soleiðis, at nei var nei,
tað nyttaði ikki at júka, men børnini sluppu
at beistast inni, og onnur børn sluppu inn at
spæla. Henni dámdi best at vita, hvat børnini
tókust við. Um veturin skuldu vit koma inn, tá
ið tíð var at tendra, og tískil fingu vit eyknevnið
»hønurnar hjá Elspu«. Hon hevði lisið nógv og
mintist ógvuliga væl, og tá ið børnini vóru
komin inn, setti hon seg ofta í skýmingini á
skrínið við komfýrin at siga søgur, og so sótu
vit á gólvinum uttan um hana. Tað vóru góðar
løtur. Ein vetur fortaldi hon okkum Onkel
Toms hytte, og ein vetur Det skibbrudne barn,
alt uttanat.
Mamma hevði havt tuberklasmittuna sum
ung, og vit sluppu ongantíð at mussa hana á
munnin. Í januar í 1963 fór hon á sjúkrahúsið
við tuberklum, og hon lá har líka til jóla. Tíbetur
vóru tað ikki smittandi tuberklar. Eftir tað livdi
hon nógv betur.
Ein siður í húsinum var at fáa drekkamunn
upp á seingina sunnumorgun. Gjøgnum vikuna
tóku vit róma oman av mjólkarfatinum, og so
fingu vit nýbakað fransbreyð við pískaðum
róma uppá. Vit skiftust at gera tað.
Annars var tað mest saltmatur til døgurða:
saltgrind, saltfiskur, saltlippur og saltkjálkar.
Ofta fingu vit brúna sós aftur við grindini,
og krotusmelt ella mjólkarsós aftur við salt
fiskinum. Viðhvørt vatnaði mamma grindina
serliga væl út og gjørdi frikadellur. Áttu vit
feskan fisk, fingu vit ofta knetti ella frikadellur
sunnudag. Vit fingu sjáldan kjøt, og fingu vit
kjøt, skuldu vit eta nógv epli afturvið, teimum
var altíð nóg mikið av.
Til nátturða fingu vit ofta havragreyt,
rísgreyt ella rísvelling. Var okkurt kjøtbein, kók
aði mamma beinasúpan, og so ótu vit rugbreyð
við sukri uppá afturvið. Tað smakkaði væl.
Vit fóru altíð mett í song, men nú á døgum
hevði hetta ikki verið hildið at verið besti kost
ur. Sama ger, væl hevur spurst burturúr.
Mamma var gudrøkin kona og lærdi okkum,
at bóðu vit Jesus vera við okkum, so vóru vit
trygg. Høvdu vit einki gott at siga, skuldu vit
tiga, og ikki var lukkuligt at brúka ókvæmisorð.
Hon las andakt fyri øllum hvønn dag, og heili
dagar las hon lestur fyri teimum, sum ikki fóru
í kirkju.
Mamman var ein av hetjunum
Mamma doyði 16. januar í 1978 79 ára gomul.
Hon hevði ikki livað væl, men var komin
eitt sindur fyri seg aftur. Carl var heima, og
henda morgunin skuldi hann eitt ørindi heim
til Runavíkar. Hann fór upp á loft og segði
mammu frá, og alt tóktist at vera í lagi. Tá ið
hann kom aftur, lá mamma deyð í seingini.
Hon hevði fingið blóðtøpp í hjartað.
Á steininum hjá henni stendur “Allir lutir
samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð”.
Prestur talaði eisini yvir sama skriftstað.
Tað var ein sorg, tá ið mamma doyði. Næst
Guði var hon grundarsteinurin í lívi okkara.
Hon var ein merkiskvinna.
Mamma upplivdi at síggja øll børn síni
vaksa upp og koma væl fyri í lívinum. Hon
fekk sonarkonur og dótturmenn, sum øll
vóru hampafólk. Hon var omma, langomma
og olduromma.
Carl eigur barnaheimið. Hann og mamma
búðu mong ár bæði tveyeini í húsi.
Sum heild kunnu vit siga, at mamma hevði
eitt ríkt lív.
Her er Magnus avmyndaður saman við síni manning á Silver Belle á Seyðisfirði í 1922. Myndina hevur Absalon Joensen tikið, og tað sæst
at hon er tikin í samband við eitt møti. Menninir eru: 1. Einar Einarsson, Rituvík, 2. Jákup Nielsen, Nólsoy, 3. Hendrik Olsen, Rituvík,
4. Martin Djurhuus, 5. Sørin Djurhuus, 6. Sámal Jákup Jacobsen, allir úr Hósvík, 7. Jógvan úr Æðuvík 8. Esmar Thomsen, Kollafjørð,
9. Hanus Lamhauge, Rituvík, 10. Heini í Elduvík, Glyvrar, 11.Ingimund Petursson, Rituvík, 12. Per Steingrund, Glyvrar, 13. Sofus hjá
Jógvani, 14. Magnus Olsen, báðir úr Rituvík, 15. Debes Danielsen, Heiðunum, 16. Sofus Lillaa, Leirvík 17. Jógvan í Heiðriksstovu, Nólsoy
Magnus
Elspa