mánadagur 30. november 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
Flóttafólk
rar fyri at húsa flóttafólki
og bólkurin sigur millum
annað, at flóttafólkamál eru
torgreitt, og økið er fevnt av
ymiskum altjóða sáttmálum,
sum skulu haldast. Ætlar
politiska skipanin at yvir
taka flóttafólkaøkið - sum
Danmark i dag umsitur - so
er neyðugt at leggja upp fyri
altjóða sáttmálunum, sum
binda eitt hvørt land við
flóttafólkum.
Sambært álitinum hava
flóttafólk haraftrat ein heilt
serligan tørv, sum aðrir inn
flytarar ikki hava. Tey hava
millum annað tørv á serligari
sálarligari og kropsligari við
gerð.
Tey hava verið fyri sálar
løstandi upplivingum - ann
ars verða tey ikki viðurkend
sum flóttafólk. Og ofta hava
tey verið fyri skipaðari og
áhaldandi píning. Haraftrat
hava tey ofta í tilveruni sum
flóttafólk
fingið
ymiskar
sjúkur, sum ikki eru vanligar
um okkara leiðir.
– Teimum tørvar tí við
gerð, oftast psykiatriska og
sosialfakliga viðgerð, sum
Føroyar í flestu førum ikki
fara at megna at veita, tí
neyðugu førleikarnir eru
ikki í landinum, skrivar arb
eiðsbólkurin í álitinum.
Ein
annar
trupulleiki,
sum er tengdur at hesum, er
at hava neyðugu tulkarnar.
Viðgerðin sum flóttafólkini
skulu hava, krevur aloftast,
at flóttafólkini og tey sum
viðgera, kunnu samskifta.
Hetta er ein ovurhonds trup
ulleiki, tí ongin skipað tulka
tænasta er, sigur arbeiðs
bólkurin. Í Álandi er støðan
tann, at tulkar eru knýttir
at flóttafólkum og teimum,
sum hjálpa teimum, umvegis
internetið.
– Tað gongur upp hjá rík
um vælskipaðum smátjóð
um, sum t.d. Danmark at
veita nøktandi viðgerðir og
tilboð, og hetta verður luf
talsliga nógvar ferðir truplari
hjá pinkutjóð sum Føroyum.
Føroyar kunnu gera avtalur
við viðgerandi serfrøðingar
og tulkar uttanlands, sum
koma regluliga til Føroya at
geva hesar viðgerðirnar, men
hetta verður dýrt, sigur arb
eiðsbólkurin.
Og so verða avbjóðingar
í fólkaskúlanum. Fleiri av
børnunum serligan tørv á
undirvísing ella tilboðum í
skúlanum, tí tey eru ávirkað
sálarliga
av
skakandi
upplivingunum
tey
hava
verið fyri. Og sum er gongst
illa at veita atferðartruplum
ella børnum við serligum
tørvi ta undirvísingina, tey
hava brúk fyri, sigur arbeiðs
bólkurin. Eisini eru avbjóð
ingar í samband við málsliga
læru hjá hesum børnum.
– Neyðugt er at gera eina
serstaka skipan og byggja
upp eitt læraratoymi, ið
hevur servitan í at undir
vísa børnum, ið hava før
oyskt
sum
annað
mál.
Hetta toymið skal so læra
lærararnar, ið skulu undir
vísa, og hava yrkisliga um
sjón við undirvísingini, sigur
arbeiðsbólkurin.
Og bólkurin nevnir eis
ini onnur viðurskifti so
sum trupulleikar at útvega
bústaðir,
átrúnaðarligar
forðingar, at málsviðgerðin
av
umsóknum
um
frið
skjól er sera krevjandi og
at tað er ivasamt, um Før
oyar í verandi ríkisfelags
skapsstøðu hava skyldu ella
heimildir at yvirtaka flótta
økið.
Arbeiðsbólkurin
sigur
bart út, at tað verður ógjør
ligt hjá Føroyum at taka lut
á flóttafólkaøkinum á nøkt
andi hátt.
Flóttafólk er eisini vorð
in ein partur av samgongu
skjalinum hjá nýggju CEF
samgonguni, men sjálv orð
ingin tekur ikki støðu til,
um Føroyar skulu hjálpa
flóttafólkum á staðnum ella
um man ynskir at taka móti
flóttafólkum í Føroyum.
– Sum partur í einum
sínámillum tengdum heimi
hava Føroyar eisini ábyrgd
í mun til tær ovurhonds
stóru avbjóðingarnar við
flóttafólki og neyðstøddum
kring heimin – og á henda
hátt av at royna at skapa
eitt tryggari heimssamfelag,
stendur at lesa í samgongu
skjalinum.
Barbara@sosialurin.fo