Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Politiska veðrið í Føroyum er broytt eftir 1.september. Tey, sum tá sótu við vald­ inum eru nú í andstøðu - og tey sum sótu í andstøðu sita nú við valdinum. Og taað broytir politiska veðurlagið. Júst nú verður arbeitt við at gera eina fíggjarlóg fyri 2016. Fíggjarlógin er lóg­in, sum avger, hvussu politik­ arar húsast við pengunum hjá tí almenna fyri 2016. Men tað sum fekk eld í orðaskiftið í Løgtinginum var í minst líka stóran mun ein eykajáttanarlóg fyri ok­ tober 2015. Tað er soleiðis, at sjálvt um ein fíggjarlóg er gjørd fyri alt árið, so henda broyt­ ing­ar, sum gera at eyka­játt­ anarlógir mugu gerast, tí tað almenna kann hvørki gjalda út ella taka pengar inn uttan so, at heimildin til hetta er í einari lóg. Orðaskiftið gjørdist eitt sindur ógvusligt, hóast sam­ gongan ikki tók so stóran lut í orða­skiftin­um. Andstøðan legði samgonguna undir at seta pening á fíggjarlógina fyri 2015 fyri at pynta uppá fíggjarlógina fyri 2016. Hetta hóast peningurin neyvan verður brúktur í 2015 tí árið er so nógv liðið. Framsøgufólkini og onnur tingfólk hjá andstøðuni fóru eftir samgonguni. Fyrst Bárður á Steig Niel­ sen, formaður í Sambands­ flokkinum, fanst at, at nú vil landsstýrið hava pengar játtaðar, sum als ikki verða brúktir í 2015, tí nú er so langt útlitið. – Hetta er greitt brot við alla siðvenju at játta pengar í 2015, sum ikki verða brúktir fyrr enn í 2016. Tað er at geva eina skeiva mynd av pen­ingabrúkinum hjá tí al­ menna, segði hann. Hann helt eisini, at tað er heilt við síðuna av at biðja um pening til eitt par­kerings­ pláss við Norður­landahúsið í einari eykajáttanarlóg. – Tað er rættuliga óvan­ ligt at biðja um játtan til par­keringspláss á eini eyka­ játtanarlóg og slett ikki, tá ið árið er so nógv liðið. Hetta er at bróta við alla siðvenju, segði Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin. Játtanarlógin Ein játtanarlóg er til so pen­ingurin hjá tí almenna verður rætt brúktur og í sam­ svari við fíggjarlógina. Formaðurin í Fólka­flokk­ inum, Jørgen Nicl­a­sen, fyrr­ verandi lands­stýris­mað­ur við fíggjarmálum, segði, at landsstýrið við hesi eyka­ játtanarlóg klárt ger brot á játtanarlógina. Hann vildi hava at vita, hvørj­ir revsimøguleikar vóru, tá ið slíkt hendir. Jacob Vestergaard, Fólka­ flokkurin, segði, at tað klárt stendur, at teir pengar, sum verða játtaðir, eisini skulu brúkast í tí árinum, teir eru játtaðir. – Hesin mátin at ar­ beiða uppá hjá nýggju sam­ gonguni, boðar ikki frá góð­ um, segði Jacob Vester­gaard. Eisini Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, helt, at talan er um brot á játtanarlógina, men hann flutti eisini orða­ skiftið yvir á tær broyt­ingar, sum samgongan hev­ur boðað frá gjøgnum fíggj­ar­ lógina. – Hetta er órógvandi. Ong­ in sleppur undan nýggjum avgjøldum. Her er talan um umfordeiling, so tað forslær. Tann reina sosialisma, segði Jákup Mikkelsen. Floksformaður hansara, Jørgen Niclasen, mælti til, at uppskotið um játtanarlóg var sent aftur í fíggjarnevndina, men tí fekst ikki meirluti fyri. Fallin fyri lættari loysn Bill Justinussen, Mið­flokk­ urin, hevur í nógv ár sitið í fíggjarnevndini. Hann helt, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum er fallin fyri einari lættari loysn. – Tí ongin meira enn Kristina Háfoss hevur sein­ astu árini víst so ofta á, at játt­anarlógin skal haldast og hon er gjørd fyri at vit kunnu hava gjøgnumskygni. Tað vil siga, at penignurin skal brúkast sama ár, sum játtanin er givin, segði Bill Justinussen. Annika Olsen, uttan­ flokka, og Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, mæltu til, at Løgtingið fær eitt upprit frá umsitingini, so tey vita um tað er skeivt ella rætt, at brot er framt á játtanarlógina. – Vit mugu vita, hvat er rætt og hvat er skeivt í hes­ um máli, segði Kári P. Høj­ gaard. Kristina Háfoss, lands­ stýris­kvinna við fíggjarmál­ um, vísti á, at málið hevur verið fyri í fyristingini í fíggjarmálaráðnum og har hevur hon fingið at vita, at talan ikki er um brot á játt­ anarlógina. – Og viðvíkjandi gjøg­ numskygni, so haldi eg ikki, at vit hava eitt problem. Pen­ingurin verður sjálvandi settur í roknskapin í tí ári, hann verður brúktur, so her er ikki talan um at pynta uppá nakað sum helst, segði hon. Eykajáttanarlógin fyri oktober setti eld í hvast politiskt orðaskifti í Løgtinginum HVAST ORÐA­SKIFTI MILLUM SAMGONGUNA OG ANDSTØÐUNA