mánadagur 30. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Á fjarðaráðstevnuni, sum
stevnan eisini verður rópt,
luttóku 57 granskara úr sjey
londum.
–
Framløgurnar
við
gjørdu umhvørvisbroyting
ar í firðunum, vistfrøðina
hjá plankton og botndjórum,
samspælið millum tara, igul
ker og fiskastovnar, innsløg
av nýggjum djórum sum
kongakrabba,
sild,
toski,
kópi og hvali á firðirnar, árin
av aling og umsiting av firð
unum.
Tað veit Fiskaaling at
siga í dag.
Virðismikið data
Umleið helvtin av framløg
unum viðgjørdu gransking
arúrslit frá Porsangerfjor
den norðan fyri Tromsø, har
eitt sera umfatandi gransk
ingararbeiðið er farið fram.
– Í fleiri av firðunum í
Norðurnoregi eru mátingar
framdar fleiri ferðir árliga
langt aftur í tíðina. Hesar
mátingar lýsa broytingar i
sjónum og í fiskastovnunum
– í fleiri førum heilt aftur til
1923, og í einstøkum førum
heilt aftur til 1850.
Fiskaaling vísir á, at slíkt
datagrundarlag er sera virð
ismikið í samband við at
staðfesta avleiðingar av veð
urlagsbroytingum.
– Umframt firðir í Norð
urnoregi, vórðu úrslit løgd
fram fyri firðir á Svalbard,
Íslandi,
Grønlandi,
Ný
Foundlandi og Føroyum.
Gunnvør og Knud
Tvey umboð fyri Fiskaaling
høvdu fyrilestrar á Fjarða
ráðstevnuni í Tromsø.
Gunnvør á Norði greiddi
frá úrslitum og mátingum
av náttúrliga gróðrinum á
Kalbaksfirði, sum er væl
størri enn í firðunum í
grannalondunum, og hvussu
og hvar tilfar frá gróðrinum
fellur niður á botn.
Knud Simonsen greiddi
frá
streymmátingum
í
Sundalagnum og Kalbaks
firði og ábendingunum um,
at veðurdrivnað rákið kann
lyfta tøðsaltir upp í sjógvin,
og soleiðis verða ein orsøk
til stóra náttúrliga gróðurin
í Føroyum.
vilmund@sosialurin.fo
Granskingarúrslit fyri firðir í norðurhøvum vórðu løgd fram á verkstovu, sum
Universitetið í Tromsø var vertur fyri í døgunum 25.-27. november
Virðismikil gransking av firðum
Sunnukvøldið klokkan 19 varð jólabygdin – Æðuvík – tendrað. Tað
er bygdarfólkið í Æðuvík, sum ár um ár prýðir bygdina til jólar, og
bygdin verður tendrað fram til 13. dag, sum er 6. januar 2016
Óstøðugu veðurlíkindini
gera, at nakrir ísfiska
trolarar eru til fiskiskap,
meðan aðrir bíða eftir betri
líkindum
- Fiskiskapurin hjá partrol
arunum roynist framvegi
smáligur. Eitt par kemur
inn at landa í dag, og onnur
koma seinni í vikuni. Nøkur
pør liggja við bryggju, men
fara út aftur, tá veðrið
batnar.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at fimm djúp
vatnstrolarar eru til fiski
skap, fýra fiska upsa, og ein
fiskar blálongu.
– Vit vænta, at tveir djúp
vatnstrolarar koma inn at
landa miðskeiðis í vikuni.
Hinvegin er ivasamt, nær
teir, ið eftir eru, koma inn
at landa. Fiskiskapurin eftir
upsa er framvegis smáligur.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaður Føroya gjørdi
sínar metingar fyri hesa vik
una, lógu allir trolbátarnir
við bryggu. Teir fara út aftur,
tá líkindi verða, og helst fara
teir allir at fiska havtasku.
Tvey garnaskip eru til
fiskiskap. Tey fiska ávikavist
svartkalva og havtaku, men
fiskiskapurin er smáligur.
– Væntandi landar skipið,
sum fiskar svartkalva, síðst
í hesi vikuni, verður lagt
aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Í vetur bjóðar Vest
manna bókasavn til
fyrilestrar um seinna
heimsbardaga. Fyrilestr
arnir vara í umleið ein
tíma hvør. Tiltøkini eru
ókeypis og almenn, og
høvi er at seta spurningar
Í Porsangerfjorden norðan fyri Tromsø er eitt sera umfatandi granskingararbeiði farið fram í mong ár
Avtala
gjørd
um Asbjørn
Hósdagin 26. november
undirskrivaðu tey trý
manningarfeløgini
og felagið P/F Ocean
Group Faroes Ltd avt
alu um eitt nú býtis
sáttmála fyri Asbjørn
Senior.
Avtalan, sum Føroya
Skipara-og Naviga
tørfelag, Maskinmeist
arafelagið og Føroya
Fiskimannafelag, hava
gjørt við reiðaríið, er
galdandi fyri skipara
og manning á Asbjørn
Senior í samband við
fiskiskap eftir uppsjóv
arfiski við føroyskum
kvotum.
Partarnir eru eisini
samdir um, at tann
til eina og hvørja tíð
galdandi sáttmáli við
felagsreglum millum
manningarfeløgini og
Føroya Reiðarafelag
eisini er galdandi fyri
Asbjørn Senior.
Avtalan millum part
arnar verður fyribils
galdandi fram til 31.
desember í 2016.
vilmund@sosialurin.fo
Leingi hevur verið bíðað eftir, at
upsaveiðan veruliga fór at roynast
Upsaveiðan roynist einki serligt