mánadagur 30. november 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarfrásagnir, umframt
kappingar, samrøður, tele
fonprát og gestir í útvarps
stovuni,
umframt
góður
tónleikur.
Fasti tátturin sum Rás2
hevur á skránnið í vetur
er beinleiðis frásøgn frá
hondbóltsdystunum í bestu
kvinnu
og
bestu
mans
deildunum. Sunnudagin kl
18, sigur Tróndur frá ein
um dysti í FTZ kappingini
og møguliga eisini einum í
Hvonn deildini. Sum nakað
nýtt, so samsendir StaðiðFM
í Vestmanna dystirnar. Tað
merkir, at øll sum hoyra
StaðiðFM, kunnu nú eisini
hoyra
útvarpingarnar
av
hondbólti á Rás2.
Seinni sunnukvøld hava
so tey sum hoyra Rás2 so
møguleikan at hoyr StaðiFM
á Rás2.
Annars so hoyrist Rás2
um allan heimin. Nevniliga
á internetinum á www.ras2.
fo. Tað ber væl til at koyra
fartelefonina á internetið og
so streama Rás2 og t.d. koyra
hana við Bluetooth yvir á
anleggið í bilinum.
Sms’ini við umbønum um
at fáa løg spæld og heilsanir
sendar í sendingini Ynski
løtan har Eyðfinn Drewsen
er vertur. Ynskiløtan er kl. 13
- 14 hvønn yrkadag.
Eyðfinn
Drewsen
og
Petur Mohr Reinert, mynda í
stóran mun Rás2 seinnapart
arnar
Mánadagin aftaná tíðind
ini klokkan 15, kemur Prátu
& Plátur. Hesaferð er kenda
country sangkvinnan Evi
Tausen gestur.
Aftaná tíðindini kl 16 eru
Eyðfinn Drewsen og Pet
ur Mohr Reinert vertir í
beinleiðis sendingini Ring
& vinn, har lurtarin kann
ringja inn at svara spurn
ingum av ymsum slag. Tað
kunnu eisini vera ljóðbrot
sum skulu gitast. Møguleiki
er at vinna rættuliga góð
gávukort.
Beinleiðis sendingar eru
mánadag, mikudag og hós
dag millum kl. 16 og kl. 17, har
vertirnir práta um ymiskt.
Mikudagar er tema filmir og
lurtarin kann, við at senda
teimum sms, vinna vær
ferðir tvey atgongumerki til
Havnar Bio.
Týsdag afraná tíðindini
kl 16 er beinleiðis sending
úr Klaksvík. Sent verður
úr Caféini hjá Jórun. Fleiri
gestir koma á gátt og lurtarar
eru eisini vælkomnir inn at
fylgja við. Petur Mohr Rein
ert er vertur.
Fríggjadag verður eisini
kapping.
Firmakappingin
hjá Heri Simonsen, har tvær
fyritøkur ella stovnar kapp
ast í telefonini beinleiðis.
Rib62 letur ein góðan vinn
ing til fyritøkuna ella stovn
in sum vinnur.
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Ein gyllin uttangarðs
við tilhoyrandi
innangarðsjørð á
Skála til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður 1 gyllin
Innan Gjógv, Skála við innangarðs
ognunum og matr.nr. 433a, Skáli
umframt partur av matr.nr. 478, Skála
við hesum lýst til sølu.
Innangarðslutirnir eru sambært
tingblaðnum ikki víddarroknaðir.
Áhugaði kunnu venda sær til
skrivstovu okkara.
TroT abúgv
Við avgerð tann 26.
november 2015 er Sp/f
ABC Flutningur, (hjánøvn:
ABC.fo, ABC Transport,
ABC Post, ABC Postur, A1
Post, A1 Postur, ABC Frakt,
ABC Ekspress, ABC
Skundpostur, Airport
Shuttle Service, Danny
Transport, ABC Trans)
Javnagøta 5, 100
Tórshavn, skrás.nr. 4945,
sks.nr. 3-113/2015, komið
undir trotabúarviðgerð eftir
áheitan móttikin tann 18.
november 2015 frá
likvidator, advokat Óla
Jákup Kristoffersen.
Felagið bleiv tikið undir
likvidation eftir áheitan,
dagfest tann 1. september
2015, frá Skráseting Føroya
um tvingsilsavtøku.
Sum fyribils bústjóri er
settur advokatur Óla Jákup
Kristoffersen,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
20150729.
Tað verður innkallað til
skiftifund til val av bústjórn
á skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
hósdagin tann 17.
december 2015, kl. 10.00.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 26. november 2015
Leiðari til
Dagstovnaøkið
í Hvalba
Hvalbiar kommuna søkir eftir leiðandi námsfrøðingi
til Dagstovnaøkið í kommununi til setan 1. januar
2016 ella skjótast tilber. Talan er um fulltíðarstarv.
Inntil á heysti 2016, tá nýggi dagstovnurin eftir
ætlan er liðugur, er økið skipað við dagrøkt.
Í skipanini starvast 10 dagrøktarar og 2 hjálparfólk í
spæli stovuni (niðursetta tíð). 45 børn eru í dag
røktini, men hetta tal broytist eftir ansingar
tørvinum í kommununi.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a.:
• Hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av skipanini
innanfyri ásettu karmar.
• Ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og
foreldur í námsfrøðiligum spurningum.
• Hevur tað umsitingarliga um hendi, so sum
fíggjarætlan, lønir, innliman av børnum v.m.
• Ganga á odda fyri teimum starvsfólkum, ið
starvast innan barnaansingarøkið, fyrst innan
dagrøktina og síðani á nýggja dagstovninum.
• Menna framtíðar barnaøkið í kommununi.
Krøv til umsøkjararnar:
• Útbúgving sum námsfrøðingur.
• Góð samstarvsevnir og brennur fyri tí
námsfrøðiliga økinum og leiðslu.
• Umsøkjarir við umsitingarligum royndum hava
fyrimun.
• Ert sjónlig/ur, opin og álítandi.
Setanarviðurskifti:
Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn:
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir, skulu vera Hvalbiar
Kommunu í hendi áðrenn fríggjadagin 11.
desember 2015 kl. 15.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Hvalbiar Kommunu tlf. 37 50 33.
Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
FO850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo
Meira undirhaldandi
at lurta eftir á Rás2
eblaðið
sos.fo
Týsdag afraná tíðindini kl 16 er beinleiðis sending úr Klaksvík. Sent verður úr Caféini hjá Jórun Savnsmynd