Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 Fiskimálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­ vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Burðardyggur fiskiskapur • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Les meira á fvg.fo Her finnur tú programmið fyri 2013­16 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg leiðingar og annað kunnandi tilfar. Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini • Eginfígging ella onnur fígging er • Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 2,208 mió. kr í 2016 til nýggjar og verandi verkætlanir. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. desember 2015, kl. 12.00. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Yviri við Strond 15 FO­110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2016. FISKIVINNUROYNDIR 2016 Lýsing eftir umsóknum www.banknordik.fo Broytingar í rentu og kostnaði Við virknaði frá 1. januar 2016 lækkar BankNordik rentuna á innlánum við upp til 0,55 prosentstigum fyri privat- og vinnukundar bankans. Fyri virðisbrævahandil broytist handilskostnaðurin í sambandi við handil við íløguprógvum umvegis netbankan. Verður broytt frá: Handilskostnaður fyri handil við íløguprógvum umvegis netbankan verður ásettur eftir virðinum á íløgupróvnum. Verður broytt til: Handilskostnaður fyri handil við íløguprógvum umvegis netbankan samsvarar við handilskostnaðin í sambandi við partabrævahandil umvegis netbankan. Viðvíkjandi NordikPensjónsRøkt og Persónligari OgnarRøkt verður serligur handilskostnaður nýttur. Broytingarnar verða framdar av handilsligum orsøkum, og eru at síggja í prísbók bankans á banknordik.fo, tá ið tær koma í gildi. Trivnaðardepilin eind 3 Suðurstreymoy Eind 3 savnar tænastur til børn, ung og vaksin við autismu í Suður streym oy. Talan er um sambýlir, frí tíð ar toymir, mentortoymi, um lætt ing og stuðul. Ábyrgdarøki Leiðarin hevur dagligu ábyrgdina av ein um parti av eindini. Tað merkir, at leiðarin í samráð við eind ar leið ar an, hevur ábyrgdina av tí økinum, sum veitir tænastur til børn og ung. Leiðarin kemur at hava fakligu, fíggj ar ligu – og starvsfólka ábyrgd av tí partinum av eindini, ið veitir tæn astur til børn og ung. Harumframt skal leiðarin: • tryggja at borgarin fær tænastu á høg um námsfrøðiligum støði • sam skifta við onnur á Almanna­ verk inum og aðrar myndugleikar • virka fyri at starvsfólk trívast og menn ast fakliga • tryggja at arbeiðið verður skip að so leið is, at eindin støð ugt lagar seg tørv in hjá borg arunum og til broyt ing ar í treyt unum hjá Almanna verk­ inum. Harafturat er ein av týdn ing ar miklu uppgávunum at skipa eind ina soleiðis, at virk semi við stuðl um, toymum og sambýlum verð ur gagnnýtt á ein skynsaman hátt Førleikar Tann sum verður settur skal hava viðkomandi útbúgving og eftir út­ búgv ing. Vit vænta at tú: • hevur evni at leiða • megnar at standa á odda fyri námsfrøðiligu menningini í eindini • hevur fíggjarligar førleikar • hevur kunnleika til og kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran • dugir at orða teg í skrift og talu • hevur vilja og evni at samskifta og samstarva við avvarðandi, starvsfólk og leiðslu Tað kann vera ein fyrimunur, at tann sum settur verður, hevur kunnleika til og royndir við borgarum, sum hava autismu. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 3 í Trivn að­ ar deplinum. Dagligi arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Starvið verður sett sambært sátt mála millum Føroya Peda gog­ felag og Fíggjarmálaráðið, og verður starv ið lønt í 31. lønarflokki í løn ar talvuni fyri Tænastu manna­ felag landsins. Er viðkomandi tæn astu maður innan økið, er tó møgu leiki fyri at halda fram sum tæn astu maður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn leiðari eind 3”. Freist Umsóknir skulu vera Almanna­ verkinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 08.12.2015 kl.12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, á telefon 297415. Almannaverkið søkir leiðara til Trivnaðardepilin eind 3 – autisma í Suðurstreymoy av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Søkt verður eftir leiðara til Trivnaðardepilin – Eind 3 Suðurstreymoy. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. februar 2016 ella skjótast gjørligt.