Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 ítróttur Maskinan hjá H71 er ikki at steðga Bæði okkara bestu mannligu og kvinnuligu hondbóltsíðkarar hava verið í dysti í vikuskiftinum. H71 stevnir framvegis ímóti FM-finalunum, meðan føroyska kvinnulandsliðið lættliga gjørdi av við Stórabretland, sum vitjaði í Fiskivinnuhøvuðsstaðnum í vikuskiftinum. Neli Heldarskarð Høvuðsdysturin í FTZ-deild­ini hetta vikuskiftið var dysturin sunnukvøldið í Hoyvík, har ósigraða odda­lið­ið, H71, tók ímóti Kyndli, ið und­an dystinum var á fjórða plássi. Í fyrra hálvleiki vóru tað teir grønu gestirnir, ið høvdu yvir­vág á máltalvuni, men í end­an­um av hálvleikinum varð leiðslan etin upp, og tískil varð hálvleiksstøðan 12-12. Í seinna hálvleiki settu hoy­vík­ing­ar tó trumf á. Størsta skothóttanin hjá Kyndli, David Edvarsen, bleiv mans­vardur, og hetta gjørdi sítt til, at Kyndil ikki megn­aði at fylgja við H71 í seinna hálvleiki. Stútt og støðugt uppbygdi H71 sær mál­leiðsluna størri og størri, og endin gjørdist tann, at heima­liðið vann dystin 29-24. Hjá Kyndli var vert at leggja til merkis, at vanliga mál­verji teirra, Mladen Mjeri­macka, ikki vardi mál­ ið í gjár. Orsøkin er tann, at Mladen er steðgaður í fe­ lag­num, og ístaðin er hann far­in heim til Serbia at spæla hondbólt. Sambært heima­síðuni hjá Kyndli var Mladen ikki nøgdur við arbeiðsmøguleikarnar, ið stóðu honum í boði við síð­ una av hondbóltinum. Tað merkt­ist tó ikki á Kyndli, at Mladen ikki var við, tí at av­ loys­ari hansara, Jan Pauli Jo­ hanne­sen, stóð seg heilt væl. Tað rann helst kalt nið­ur eftir bakinum hjá hoy­vík­ ing­unum, tá ið Peter Krogh mið­skeiðis í seinna hálvleiki fekk somikið ilt í økslina, at hann mátti takka fyri seg í dyst­inum. Hetta bilti tó ikki tað stóra, tí at hoyvíkingar hava ein breiðan hóp, har fleiri mans eru klárir at skora neyðugu málini. Stór­spæl­ar­ in í gjár var Jónas Djurhuus, ið skoraði heili átta mál. Sum heild hevur Jónas verið ein sann­ur brandur í ár, har hann so at siga altíð hevur ver­ið ímillum fremstu menn á dómaraseðlunum hjá okk­ um, tí at hann skorar so nógv mál. Loksins sigraði Neistin aftur Tað hevur gingið av skriðuni hjá mansliðnum hjá Neist­ an­um seinastu tíðina. Úr­ slit­ini hava verið sera ring, og undan dystinum leyg­ar­ kvøldið ímóti Team Klaks­ vík hevði Neistin tapt fimm dystir á rað. Sein­ast Neistin vann, undan dyst­ in­um leygarkvøldið, var 16. oktober, og tá var tað lagn­ unnar speisemi eisini ímóti Team Klaksvík. Team Klaks­ vík hevur staðið seg enn verri enn Neistin, tí at nú klaksvíkingarnir hava spælt 10 dystir, hava teir ikki vunn­ ið eitt einasta stig. Stigaúrtøkan hjá norð­oy­ ing­unum broyttist eiheldur í vikuskiftinum, tí at bláu gest­irnir vunnu trivaligan úti­sigur. Úrslitið gjørdist 18-25 eftir hálvleiksstøðuna 9-16. Úrslitið merkir, at Neistin er næstaftast við seks stig­ um. Team Klaksvík er sum kunn­ugt framvegis aftast við ong­um stigi. Kollfirðingar á finaluplássi Eitt sindur av ruðuleika hev­ ur verið í KÍF í vikuni. Ein av teirra avgjørdu profilum, Niklas Selvig, hevur heldur brád­liga takkað fyri seg í fe­ lag­num, og er hann ístaðin far­in til VÍF. Í gjár var dystur á Skála, har StÍF tók ímóti KÍF. Strand­ingar høvdu yvirtakið í fyrra hálvleiki, tí at hálv­ leiks­støðan var 14-12 til heima­liðið. Í seinna hálvleiki var tað tó KÍF, ið hevði hetta lítla yvirtakið, og tískil máttu lið­ini at enda deilast um bæði stig­ini. Úrslitið gjørdist 25-25. KÍF er nú á finaluplássi við 13 stigum eftir 10 dystir. StÍF hevur 9 stig eftir somu­ leið­is 10 dystir. Avgreiðsluspurn­ ingur fyri lands­ liðs­kvinnurnar Steðgur hevur verið í Hvonndeildini í viku­skift­ in­um. Tað hevur tó verið við góðari orsøk, tí at bæði leyg­ar- og sunnudagin fekk før­oyska kvinnulandsliðið vitj­an av landsliðnum hjá Stóra­bretlandi. Bretar eru ikki kendir fyri at vera nakrir hond­bóltsúrmælingar, og tað sæst eisini aftur á úr­ slit­inum frá dystunum í vikuskiftinum, sum báð­ir vórðu spældir í Bad­min­ton­ høll­ini í Klaksvík. Leygardagin var ongin sling­ur í valsinum, tá ið før­ oysku kvinnurnar vunnu hondbóltur FTZ deildin: StÍF-KÍF 25-25 (14-12) StÍF: Kjartan Johansen 12, Sveinur Justinussen 6, Marius Joensen 2, Sverri Jensen 2, Pætur Johansen 2, Leivur Justinussen 1. KÍF: Fríði Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 6, Tony Weyhe 2, Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 1, Ási Dam 1, Poul Egholm 1 Team Klaksvík-Neistin 18-25 (9-16) Team Klaksvík: Bogdan Florea 10, Hanus Norðberg 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Niels V. Niclasen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1 og Andrias Ellingsgaard 1. Neistin: Rói Berg Hansen 7, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 4, Terji Mørk 4, Hjalti í Jákupsstovu 3, Sjúrður Thomassen 1 og Beinur Davidsen 1. H71-Kyndil 29-25 (12-12) H71: Jónas Djurhuus 8, Peter Krogh 6, Mark Lausen-Marcher 4, Tróndur Arge 3, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Helgi Hoydal 1, Sigmundur Nolsø 1, Sigmundur Dahl 1, Rúni V. Højgaard 1. Kyndil: David Edvardsen 6, Hjalti Mohr Jacobsen 6, Josef Abrahamsen 3, Bjarni Sørensen 3, Torvald Abrahamsen 2, Ludvík Súnason 2, Finnur Hansson 1, Høgni Klein Olsen. Landsdystirnir hjá kvinnunum Føroyar-Stórabretland 31-16 (16-7) Føroysku málskjúttarnir: Marianna H. Jacobsen 4, Anna Brimnes 4, Helga Kjærbo 3, Rebekka Justinussen 3, Fríðrún Danielsen 3, Eir M. Berg 3, Bjarta O. Johansen 2, Turið A. Samuelsen 2, Agnas Olsen 2, Birita Jacobsen 2, Ása Dam á Neystabø 2, Brynja Høj 1. Føroyar-Stórabretland 24-18 (10-8) Føroysku málskjúttarnir: Eir M. Berg 6, Turið A. Samuelsen 3, Anna Brimnes 3, Brynja Høj 3, Marianna H. Jacobsen 2, Fríðrún Danielsen 2, Bjarta O. Johansen 1, Birita Jacobsen 1, Agnas Olsen 1, Rebekka Justinussen 1, Helga Kjærbo 1. heili 31-16 eftir hálv­leiks­støð­ una 16-7. Sambært heima­ síð­uni hjá HSF, so hevði før­ oyska liðið størri breidd og fleiri streingir at spæla uppá. Bretska liðið hevði nakr­ar dugnaligar leikarar í rúgv­uni, men tó var breiddin mis­jøvn. Sunnudagin fingu før­ oysku kvinnurnar tó betri mót­støðu frá tjóðini, ið her­ tók okkum undir seinna heims­bardaga. Úr­slit­ið gjørd­ist 24-18 eftir hálv­leiks­ støðuna 10-8. Tískil kunnu vit staðfesta, at okkara kvinnulandslið í hond­bólti er væl betri enn tað bretska. neliheldarskard091096@hotmail.com