Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR ÚTLENDSKUR FÓTBÓLTUR Heini Vatnsdal hevur nú longt sáttmálan við Fremad Amager, sum hevur kenda venjaran, John ”Faxe” Jensen. Maðurin, sum fyrr hevði so flottar krúllur, hevur nógv gott at bera føroyska miðvallaranum Tróndur Arge Aftur hesa ferð bleiv talan um eitt gott vikuskiftið fyri okkara útisetar í Danmark. Gilli Sørensen spældi allan dystin fyri AaB í Superliguni, Jóan Símun Edmiundsson bleiv samanborin við ongan minni enn Lionel Messi, tá hann skoraði kanska ársins mál fyri Vejle, og Heini Vatnsdal hevur longt sátt­ málan við Fremad Amager »Orkuverkið« Heini Vatnsdal Soleiðis verður føroyski mið­ vallarin lýstur av Fremad Amager, tá teir kunngjørdu, at partarnir hava longt sam­ starvið. Hóast hann ger nógv um seg á vøllinum, so er hann ikki líka raskur at gera um seg uttanfyri vøllin. Tað dámar venjaranum, John ”Faxe” Jensen. – Heini er ein heldur rólig­ ur drongur, sum ikki ger so nógv um seg. Tí kann tað verða, at summi ikki leggja merki til hann. Fyri meg er hann ein spælari, sum allir venjarar ynskja sær. Hann hevur talent, er positivur og hevur altíð viljan at arbeiða gróthart, sigur danski EM vinnarin frá 1992. Hann leggur afturat, at honum dámar eisini væl, at Heini hevur evnini at seta seg ígjøgnum í einum dysti. Heini gleðir seg Heini Vatnsdal flutti til Frem­ad Amager í summar, eftir at hann hevði leitað eftir nýggjum felag í eina tíð. – Eg eri glaður, sera glaður. Tað hevur verið spennandi at royna seg í Fremad Amager. Eg kenni á mær, at eg menni meg. Tá so møgueliki var fyri at leingja samstarvið, ja so var ongin ivi fyri meg, sigur Heini Vatnsdal. Umframt Heina, so eru eisini Finnur Justinussen og Christian L. Holst í hópinum. Fremad Amager skal í seinnu hálvu stríðast um at flyta upp í næst bestu deildina. Jóan Símun við ársins máli Jóan Símun Edmundsson skor­aði einsamalla mál­ið hjá Vejle, tá teir leygar­dagin taptu 3-1 fyri Silkeborg. Hóast Vejle tapti, so kunnu vit fegnast um, at málið hjá Jóan Símuni var ein sonn perla av einum ein­mans­av­ riki. Støðan er 2-0 til Silkeborg, tá Jóan Símun dribblar fram­ við ikki færri enn fimm spæl­ arum, áðrenn hann í besta Lionel Messi stíli lyftir bóltin í málið. Donsku frásøgumenninir vistu næstan ikki hvat teir skulu sig, og enda bara við at rópa. – Hví ger hann ikki hatta oftari? spyr annar. »Jóan Símun dribblar sum ein annar Lionel Messi fram við fimm spælarum hjá Silkeborg, og skorar eitt tað flottasta og frekkasta málið í Vejle – allar møguliga aðrastaðni – sum er skor­að í langa tíð«, skrivar heima­ síðan hjá TV3Sport. Viljormur Davidsen spældi eisini allan dystin. Vejle liggur framvegis eitt stig frá uppflytingarstrikuni, men hevur nú spælt tveir dystir fleiri enn Horsens, sum er nummar trý. Rós til Gilla fyri sigurin á Brøndby Aab vann í gjár 2-0 á Brønd­ by í Superliguni. Gilli Rólantsson Sørensen spældi allan dystin á vinstra bakki, Hann var íblandaður í upp­ spæl­inum í fyrra mál­inum, og spældi annars sann­før­ andi. Gilli spældi væl so væl á vinstra bakkinum, at fleiri ferðir fekk hann rós frá donsku frásøgumonnunum á Kanal 9. Viðmerkjari var fyrrverandi hjálparvenjarin á danska landsliðnum, Keld Bordinggaard. Gilli átti sín sín lut í fyrra málinum, tá hann var partur av uppspælinum. Hann dró frá vinstru síðu inn móti miðjuni, og spældi síðani vinstra vongin leysan, sum sendi bóltin innfyri, har Thomas Enevoldsen legði Aab á odda. Tá Kanal 9 setti oman á síðulinjuna greiddi Allan Kuhn, hjálparvenjari hjá AaB, frá, at hetta var ein álopsstøða teir høvdu vant. Sambært Kanal 9, so var Gilli Rólantsson eisini tann spælarin, sum hevði skjótastu toppferðina í dystinum. Á skerminum stóð at lesa, at Gilli hevði eina topp ferð upp á 31,6 kilometrar um tíman. Ferðin er ein av stóru styrkunum hjá tvøramanninum. Sum heild stóð Gilli seg eisini væl í verjustøðu. Tað var sjáldan, at Brøndby kom ígjøgnum í hasara síðu. Í seinna hálvleiki var eisini ein støða, har hann og Daniel Agger fóru at skumpast. Tað endaði við at annar Brøndby spælari kom Daniel Agger til hálpar og fekk gult kort. AaB liggur á øðrum plássi við 31 stigum, bert eitt stig aftanfyri FC Keyp­manna­ havn, sum liggur á fyrsta plássi við 32 stigum. FC Midt­ jylland hevur eins og AaB 31 stig, men hevur eina verri mál­úrtøku enn AaB. Tap til Hall og Rógva Bæði Vendsyssel og FC Frede­ricia taptu um viku­ skiftið í næst bestu deild­ini í Danmark. Hallur Hans­ son byrjaði inni á mið­ vøllinum, tá Vendsyssel tapti fyri fyrstu ferð í hes­um kappingarárinum á heima­ vølli. Tað var annars væntað, at Vendsyssel fór at vinna á Helsingør, men tað endaði við 4-2 tapi. Av tí at Lyngby vann, so verða teir oddalið í vetrarsteðginum, meðan Vendsyssel liggur á øðrum plássi. Eisini Rógvi Baldvinsson tapti hetta vikuskiftið. FC Fredericia tapti 2-4 fyri júst Lyngby. Rógvi byrjaði inn á vinstra bakki. FC Frede­ ricia var annars á odda eitt skiftið, men útvísing og brotsspark til Lyngby kost­ aði heimaliðnum dýrt. trondur@sosialurin.fo JOHN »FAXE« FEGNAST UM HEINA VATNSDAL Mynd: Polfoto