Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur útlendskur fótbóltur Sonni Lamhauge Petersen, formaður í NSÍ, sigur at tað er umráðandi hjá feløgunum, ið fáa pengar fyri altjóða luttøku og landsliðspengar, at peningurin verður brúktur rætt, soleiðis at feløgini eru við til at styrkjast allan vegin ígjøgnum, ístaðinfyri at peningurin verður brúktur uppá hækkandi lønir og løtuvinningar. André Olsen NSÍ er eitt av feløgunum, sum seinastu tvey kapp­ing­ ar­árini hevur spælt seg til pláss í altjóða fótbólti. Fe­lag­ ið er sostatt eitt av teimum fýra feløgunum í Føroyum, sum fáa størst ágóðan av teim­um vaksandi pengunum sum koma inn í føroyskan fót­bólt. Sonni Lamhauge Pet­er­ sen, formaður í NSÍ, sig­ur at inn­tøkurnar fyri Europa League og fyri lands­liðs­ peng­ar eru týdn­ing­ar­mikl­ ar í nevnd­arb­eiðinum hjá fe­lagnum. Inn­tøk­urnar í ár eru við til at stabilisera fe­lag­ið fíggj­ar­liga. Felagið hev­ur í nøk­ur ár goldið nið­ ur uppá gamla skuld, og við teimum inn­tøk­un­um sein­ astu árini, hevur fe­lag­ið tað gott í dag. Við al­tjóða lut­ tøk­uni komandi ár, og tað at landsliðspengarnir verða goldn­ir út á heystið 2016, eru stór útlit fyri at NSÍ kemur út við rímiligum yv­ir­skot­ið í kom­andi árið. Peningurin skal brúkast rætt Sonni Lamhauge Petersen sig­ur, at tað er ein fyrimunur fyri føroyskan fótbólt, at so nógv­ur peningur kann vera í deild­ini. Hann leggur tó dent á, at tað er umráðandi hjá feløgunum at brúka pen­ ing­in rætt. – Søguliga sæð meti eg, at ov nógv av peninginum bert er farin til hækkandi løn­ ir, uttan at eyka krøv fylgja við. Tað kann ikki vera rætt. Pen­ing­urin skal sjálv­andi eis­ini lutvíst koma leik­ar­ un­um til góðar, men ein rímu­ligur partur skal eis­ ini brúkast til menning av yngru leikarunum og hartil eis­ini til at styrkja feløgini um­sit­ingarliga. Prátið um gjógv hevur ongantíð verið meira aktuelt Sonni Lamhauge Petersen sig­ur eisini, at prátið um eina gjógv í føroyskum fótbólti er meira aktuelt í dag, enn tað nakr­antíð áður hevur verið. – Prátið um eina gjógv í før­oysk­um fótbólti, er meira aktu­elt í dag enn nakrantíð. Upp­hædd­ir­nar sum eru komn­ar inn í føroyskan fót­ bólt, eru hækkaðar nógv seinnu árini, og hetta vit at taka til okkum. Tað er tó eing­in orsøk at brúka hetta ímóti nøkrum felagið, tí tað eru fá feløg, ið siga nei takk til pen­ing. Eg havi tó áður víst á, at landsliðspeningurin kundi verið rættvísari býttur út, og hetta eru vit í NSÍ sinn­ aði at viðgera. – Vit skulu minnast, at vit í løtuni eiga góðar yrk­ is­leik­ar­ar uttanlands, ið eru uppvaksnir í eitt nú B71 og TB. Hesi feløgini mugu eisini fáa liviligar um­ støður, soleiðis at teir næstu yrkisleikararnir úr teim­ um smáu plássunum hava møguleika at menna seg. Tað vildi verið stórt spell fyri føroyskan fótbólt, um smærru feløgini detta burt­ ur. andre@sosialurin.fo Kunnu fáa Umráðandi at brúka peningin rætt