mánadagur 30. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
ítróttur
fótbóltur útlendskur
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at alsamt vaksandi upphæddirnar sum koma
inn í føroyskan fótbólt, kunnu koma at skapa eina yvirdeild og eina undirdeild í
teimum feløgunum sum kappast í bestu deildini, har gjógvin kemur at økjast.
Altjóða miðlar skriva eftir dystin, at Cristiano Ronaldo
er troyttur av Rafael Benitez, og hansara verjukendu
fótbóltshugsjón. Spanska blaðið, AS, skrivar enntá,
at Cristiano Ronaldo hevur boðað Real Madrid frá,
at antin skal Rafael Benitez frá, ella rýmur hann
Myndir: Polfoto
eina yvireild og undirdeild
André Olsen
KÍ var í ár serstakliga nær
við at enda millum tey fýra
feløgini, sum komandi ár
skulu spæla altjóða fótbólt.
Ígjøgnum alla seinnu hálvu,
stríddist KÍ ímóti arva
fíggindunum úr HB um
seinasta plássið, ið gav al
tjóða luttøku við sær til
komandi kappingarár.
Tá síðsta bríksl var floyt
að í Effo-deildini, vóru teir
úr KÍ tó ov stuttir til at enda
millum tey fýra ovastu liðini,
og mistu tí tað sum kundi
verið ein stór inntøka til
felagið komandi kappingar
ár.
Tummas Lervig, formaður
í KÍ, sigur at stóri peningurin
fyri altjóða fótbólt, hevði
lætt væl um nevndararbeiði
hjá KÍ.
– Tá vit ikki fáa inntøkur
fyri altjóða fótbólt, eru vit
sum felag noydd til at arb
eiða hart við okkara egnu
kostnaðarætlan. Hon byggir
á okkara góðu stuðlar, við
haldsfólk og øllum sum vilja
stremba og arbeiða fyri fe
lagið, soleiðis at liðið kann
røkka størri málum.
Hann heldur tó at vaks
andi pengarnir, sum koma
í føroyskan fótbólt, kunnu
vera ein vandi fyri kapping
ina í framtíðini.
– Sum gongdin er nú, og
um gongdin heldur fram, so
er avleiðingin at vit í Før
oyum fáa eina yvirdeild og
eina undirdeild í teimum 10
liðunum í deildini. Ítróttar
liga koma vit eisini at síggja
tað, at feløgini sum eru
sterkari fíggjarliga, koma
at trekkja fleiri spælarar til
sín, sum so eisini kemur at
viðføra eina munandi ójavn
ari kapping.
andre@sosialurin.fo