mánadagur 30. november 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Ongantíð áður hava inntøkurnar uttanifrá í føroyskan
fótbólt, verið so stórar sum tær hava verið seinastu tvey
kappingarárini. Góð úrslit og hækkandi upphæddir fyri
luttøku eru høvuðsorsøkirnar til stóru inntøkurnar
André Olsen
Seinastu tvey árini, eru
stórar
inntøkur
komnar
inn í føroyskan fótbólt.
Góðu avrikini í Europa fyri
tveimum árum síðani hjá
føroyskum feløgum, góvu
umframt
góð
ítróttarlig
avrik, eisini væl í kassan
hjá teimum feløgunum sum
spældu seg víðari. Harum
framt ger nýggja avtalan,
sum fyri fyrstu ferð kom í
gildið í 2015, at flest øll tey
føroysku feløgini nú fáa væl
meira fyri at luttaka í altjóða
fótbólti, enn tey áður hava
fingið.
Frá at hava fingið góðar
900.000,- krónur fyri at hava
luttikið í Europa League,
er upphæddin farin upp á
góðar 1.500.000,- krónur fyri
at luttaka í fyrstu rundu av
Europa League.
Eisini hjá meistarunum er
upphæddin farin eitt stórt
lop upp. Meistararnir fáa
nú á leið 1.900.000,- krónur
fyri at vinna meistaraheitið,
umframt 1.500.000,- fyri at
luttaka í fyrstu rundu av
Champions
League,
sum
altso svarar til 450.000,-
evrur
samanlagt.
Upp
hæddin frammanundan var
annars 350.000,- evrur, sum
altso er ein hækking á góðar
100.000,- evrur, sum er á leið
750.000,- krónur.
Harumframt hava aðrar
inntøkur enn tær fyri altjóða
fótbólt eisini verið seinastu
tvey kappingarárini. Í EM-
undankappingardystunum
sum Føroyar hava spælt
seinastu tvey árini, hava tey
feløgini ið hava havt leikara
á dómaraseðlinum, eisini
fingið inntøku fyri hvønn
av teimum dystunum. Upp
hæddin er góðar 30.000,-
krónur fyri hvønn leikara
sum hevur staðið á dómara
seðlinum.
Til seinast er eisini ein
inntøka fyri financial fair
play pengar. Tann inntøkan
kemst av, at tey størru feløg
ini í Europa eru revsaði fyri
brot á financial fair play
reglurnar. Peningurin fyri
brot á teir reglarnar, verður
so í flestu førum deildur út
til feløg, sum luttaka í altjóða
fótbólti.
Útreiðslur fylgja við
Rokningin sum er gjørd fyri
tær inntøkurnar seinastu
tvey árini, er gjørd í brutto.
Fyri fleiri av inntøkunum,
fylgja eisini útreiðslur við.
Tildømis fyri altjóða fót
bóltin, so fylgir ein stór út
reiðsla eisini við, tá liðini
skulu gjalda fyri ferðing
og fyri at gista ymsastaðni
uttanlands.
Nýggja
skipanin
við
pengunum ger tó, at feløgini
í dag hava lættari við at hava
eitt størri avlop, enn tey áður
hava havt.
Ein avbjóðing fyri
kappingina í framtíðini
Tað at so nógvir pengar koma
inn í føroyskan fótbólt, er als
ikki eitt skot eftir teimum
feløgunum, ið fáa teir flestu
av teimum pengunum, ið
koma inn. Flest øll av teim
um feløgunum eru í dag
væl rikin, bæði viðvíkjandi
leiðslu og viðvíkjandi fíggjar
skapi.
Men tá vit hyggja eftir
øllum inntøkunum sum eru
komnar inn seinastu tvey
árini, er tað ein avbjóðing
fyri føroyskan fótbólt, at tað
í stóran mun eru nøkur fá
feløg, ið fara avstað við nær
um øllum pengunum. Hetta
kann koma at gera tað mun
andi torførari hjá teimum
smærru feløgunum at gera
seg galdandi, og við tað at
upphæddin fyri altjóða fót
bólt er vaksin so nógv, kann
tað viðføra at gjógvin mill
um tey stóru og tey smærru
feløgini, kemur at vera upp
aftur størri, enn hon áður
hevur verið.
andre@sosialurin.fo
PENGAR
STROYMA Í
FØROYSKAN
FÓTBÓLT
FÓTBÓLTUR
Altjóða pengar
Munurin fyri
altjóða luttøku
í 2014 og 2015
2014 CHAMPIONS LEAGUE
Meistarin frá árinum fyri fær 200.000,- evrur = 1.500.000,- kr.
fyri at vinna FM heitið. Harumframt fær meistarin
150.000,- evrur = 1.100.000,- krónur fyri at luttaka
í fyrstu undankappingarrundu av Champions League.
Inntøka samanlagt: 2.600.000,- kr.
2015 CHAMPIONS LEAGUE
Meistarin frá árinum fyri fær 250.000,- evrur = 1.900.000,- kr.
fyri at vinna FM heitið. Harumframt fær meistarin
nú 200.000,- evrur = 1.500.000,- krónur fyri at luttaka
í fyrstu undankappingarrundu av Champions League.
Inntøka samanlagt: 3.400.000,- kr.
Munur: Á leið 800.000,- krónur fleiri í inntøkum aftaná 2015
2014 EUROPA LEAGUE
Feløgini sum luttaka í fyrstu undankappingarrundu av Europa
League fáa 120.000,- evrur fyri at luttaka = 900.000,- krónur.
2015 EUROPA LEAGUE
Feløgini sum luttaka í fyrstu undankappingarrundu av Europa
League fáa 200.000,- evrur fyri at luttaka = 1.500.000,- krónur.
Munur: Á leið 600.000,- krónur fleiri í inntøkum aftaná 2015.