Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Er hatta títt besta mál nakrantíð? Eg havi gjørt nøkur av hasum mál­inum sum ungdómspælari, men hatta má vera mítt besta mál í vaksnamannafótbólti. Hvar kom hatta málið frá? Jamen, tað var bara ein desperat roynd at fáa okkum inn í dystin aftur. Vit eru aftanfyri 2-0 tá. So eg fái bóltin í vinstru síðu, og so dribli eg bara í móti mál­ inum. Forbí ein, ímillum tveir aft­urat, ímillum beinini á einum, eitt trekk inni vøllin, og so leggi eg hann inn við høgra beini. Og visti tú beinanvegin, at hetta var eitt gott mál, ella hevur tú innsæð tað nú, tá øll tosa um tað? Tað havi eg ikki innsæð fyrr enn nú. Eg jubli ikki eingongd, tí mín einasti tanki er, at vit enn eru aftanfyri. Hevur tú fingið nógvar afturmeldingar? Ja, eg eri bilsin av hvussu nógvar. Persónliga kann man væl siga at, hetta var ein góður máti at fara í feriu uppá. Men fótbóltur handlar bara um liðið, so hetta var eitt ógvuliga keðiligt tap. Ja, tað skuldi tú sjálvandi siga. Tú fór væl út at reypa leygarkvøldið? Eg reypi ikki, men fór líka ein túr til Århus. Vikan ið fór Eftir ætlan skuldu føroyskir ungdómsvenjarar og instruktørar á námsferð til Brussel, men av trygdarávum hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at avlýsa ferðina. Orsøkin er, at tað er vandi fyri yvirgangi í býnum. AB hevur fingið tveir spælarar afturat í hópin Hesa ferð er talan um Sandri Færø og Patrik Johannesen. Manchester United er fyri kritikki, tá teir spæla málleysan móti PSV í Champions League. Serliga er tann manglandi viljin at leypa á, sum fær viðhaldsfólkini at ilskast. Manchester United skal nú vinna seinasta dystin í bólkaspælinum fyri at koma víðari. Høllin á Hálsi verður tvífaldað í 2017. Mentamálanevndin í høvuðsstaðnum er vorðin samd um dupulthøll. Eftir orðadrátt millum andstøðu og samgongu í kommuni, fegnast báðir partar um avgerðina. Nicklas Selvig er ikki møttur til venjing í Kollafirði í eina tíð, tí hann er óklárur við venjaran. Hann hevur nú skift til VÍF, sum væntandi má klára seg uttan Áka Egilsnes eftir ársskiftið, tí hann skiftir til ÍBV í Íslandi. Jamie Vardy setur nýtt met í Premier League, tá hann skorar í ellivu dystum upp í slag. Leicester City spælarin tekur metið frá Ruud van Nistelrooy, tá hann skoraði móti Manchester United leygardagin. ...við ítróttinum The Ugly Game: Katar keypti seg til HM 2022 ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Hetta er søgan handan arbeiði hjá tíð­inda­ fólkunum báðum, Heidi Blake og Jonathan Calvert, sum vóru við til at taka móti loyni­ ligum skjølum frá einum varskógvara í FIFA. Greinarøðin, sum varð prentað í The Sunday Times, fekk stórar avleiðingar fyri FIFA. Í hesi bókini greiða Heidi Blake og Jona­ than Calvert frá gongdini í málinum. Tú slepp­ ur at uppliva hvussu tað er at arbeiða við sera álvarsligum dokumentum, sum fleiri týdn­ ingarmikil folk í heiminum ikki ynskja skulu koma fram í ljósið. Í bókini verður lýst hvussu Katar, við Mo­ hamed bin Hammam á odda, keypti seg til HM. Bókin er grundað á loynilig skjøl, sum ein varskógvari í FIFA hevur latið lekað. Her eru kontoavrit, avrit av flytingum og innanhýsis samskifti hjá millum annað Mohamed bin Hammam. Tað gerst skjótt greitt í bókini, at Katar er sinnað at strekkja seg langt, fyri at fáa HM til landið. Ímeðan tey flestu – fyri ikki at siga øll – blivu bilsin av at Katar vann rættindini til HM í 2022, so lýsir bókin væl alt tað forarbeiði, sum Katar gjørdi fyri at koma hartil. Í stuttum, so keypir Katar seg til atkvøðurnar. LES HANA UM... Tú fylgir við FIFA forseta valinum, og klárar at nevna onkran annan enn Sepp Blatter í FIFA samanhangi. IKKI LESA HANA UM... Tú bara hevur áhuga fyri spælinum á vøllinum, og als ikki veist hvør Mohamed bin Hammam er. HVUSSU ER HON AT LESA... Tú bara hevur áhuga fyri spælinum á vøllinum, og als ikki veist hvør Mohamed bin Hammam er. HVAT SIGUR TÚ... Tú skal hava nakað av áhuga fyri FIFA, áðrenn tú fær eitt nøktandi upplivilsi av at lesa bókina. Hon er eitt journalistiskt meistaraverk, so hon er væl grundað, men í støðum er hon eisini ein spenningsbók. trondur@sosialurin.fo Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur og annað viðkomandi. Meiningarnar eru allar okkara egnu... ★★★★★★ FAKTA Heidi Blake og Jonathan Calvert læstu seg inni á einum lofti í fleiri vikur, fyri at fáa greiðu á øllum skjølunum, sum tey fingu. Av vanda fyri at onkur skuldi fáa illgruna um arbeiði hjá teimum, so fekk ongin á redaktiónini at vita hvat tey arbeiddu við. – Hoyvíkingarnar og serliga Jónas eru smartir. Hann tveitur seg í gólvið hvørja ferð onkur rørir við hann, meðan okkara blíva standandi. Tað er totalt skeivt, at tú verður beløntur fyri at tveita teg. Julian Johansen, venjari hjá Kyndli – Um hann hugdi eftir dystinum í dag, so veit hann hvat hann skal gera betri. José Mourinho um Diego Costa, sum ikki kom á vøllin Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jóan Símun Edmundsson Føddur: 26. juli 1991 (24 ár) Ítróttur: Yrkisfótbóltsspælari í Vejle BK (DK) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Bosman-dómurin kemur í gildi, Louis van Gaal leiðir Ajax til Champions League gull og GÍ vinnur sítt triðja meistaraheitið upp í slag. Hvat er árið? 2 Hvat nummar hevur Gilli Rólantsson Sørensen á troyggjuni í Aab? 3 Hvørjir eru landsliðsvenjararnir í kvinnuhondbólti? 4 Hvussu eita tey trý kurvabóltsfeløgini í Føroyum? 5 Í fótbólti – hvussu langt er frá brotssparksblettinum til málstrikuna? 6 Hvat lið í Effo-deildini hevur ikki sett venjara? 7 Calciopoli-gølan skakar italskan fótbólt, Stjørnan vinnur FM hjá kvinnum og Kyndil hjá monnum í hondbólti. Floyd Landis vinnur Tour de France, eftir at Lance Armstrong hevur vunnið kappingina farnu sjey árini. Báðir eru í dag tiknir fyri doping. Hvat er árið? 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 1995 2: 15 3: Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin 4: Ravnur, Spordrekin og Hamar 5: 11 metrar 6: NSÍ 7: 2006 8: Jóan Símun Edmundsson Skoraði ársins mál um vikuskiftið