mánadagur 30. november 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138
ÍTRÓTTUR
Í blaðnum í dag hyggja vit nærri
at teimum nógvu UEFA milliónum,
sum koma til føroyskan fótbólt.
Hvar koma pengarnir frá, hvør fær
pengarnar og hvar verða teir brúktir
til?
Mangan verður tikið til, at pengar er skaðandi
fyri fótbóltin. Bæði her á landi og í altjóða
fótbólti. Men spurningurin er, um hetta ikki
eru kærkomnir pengar til føroyskan fótbólt.
Meðan nevndir og leiðslur fyrr hava brúkt
tíðina til tombola og annað, so kunnu tey í
størri mun hugsavna seg um tann ítróttarliga
partin nú.
Tó vísir býtið av pengunum, at tað eru bara
fýra feløg, sum í løtuni fáa ágóðan av øllum
milliónunum. Spurningurin til tað er so, um
tað er við til at skapa eina gjógv millum fýra
tey fremstu, og so hini?
Ongin ynskir skotskar tilstandir í føroysku
kappingini, har tað bara eru tvey feløg, sum
hava grundarlag at vinna meistaraheitið. Har
hendi tað, sum ikki mátti henda, tá so annað
fór á heysin. Nú er slett ongin kapping um
fyrsta plássið.
Tað er ein orsøk til, at Premier
League er landskappingin við dýrastu
sjónvarpsrættindunum í heiminum. Har
er ein solidarisk skipan, sum feløgini fáa
sjónvarpspengar eftir. Av tí sama er meiri
javnt millum feløgini. Tað ynskja vit eisini í
Føroyum, men sannleikin er eisini, at Evropa
milliónirnar eru oyramerktar. Tað fáa vit einki
gjørt við, men tá so eitt nú landsliðspengarnir
hava so stóra ávirkan, so er tað vert at hyggja
nærri at.
Ítróttarhallir
Eftir greinarøðina í ÍtróttarSosialinum
seianstu vikurnar, so er av álvara komið lív í
kjakið um hølistrupulleikarnar hjá føroyskum
ítrótti. Tórshavnar Kommuna hevur nú boðað
frá, at bæði høllin á Hálsi, og ítróttarhøllin í
skúlanum á Argjahamri, skulu útbyggjast.
Her hevur Hallur Danielsen úr
Hondbóltssamband Føroya tó víst á, at í staðin
fyri at byggja út fleiri staðni, so kundi tað
verið hent at bygt ein ítróttardepil heldur.
Eg haldi tað er týdningarmikið, at hyggja
nærri at øllum møguleikum, heldur enn at
skunda nakað ígjøgnum.
Europa-
milliónirnar
– gott ella
ringt?
www.h71.fo:
Eftir dystin helt kyndlavenjarin (Julian Johansen) við Rás2, at fleiri á H71
liðinum høvdu góð dramatalent í fallum, og at dómaraparið alt ov lætt lat
seg lumpa av hesum sjónleiki.
www.kyndil.fo:
Greitt gjørdist annars í vikuni, at serbiski málverjin hjá Kyndli síðan 2013,
Mladen Mjerimacka, heldur ikki fram í felagnum.
www.svimjing.com:
Magnus megnaði at gerast danskur meistari í 50 frí, umframt at vinna
gull við 4x100 frí liðnum hjá Farum, meðan Frans vann silvur í 400 frí,
aftanfyri Mads Glæsner
www.fsf.fo:
Tilsamans 558 gul kort vórðu givin í EFFO-deildini í ár. Av teimum vóru 82
kort givin fyri klandurstøður, hópmótmæli, at vísa misnøgd við avgerðina
hjá dómaranum og drál.
www.hsf.fo:
A-landsliðið hjá kvinnum vann eisini seinna dystin móti Stóra Bretlandi.
Sigurin var tó ikki so stórur sum í gjár
www.tv3sport.dk:
Um málið hjá Jóan Símuni Edmundsson: Ny Messi – er det årets mål i
Bet25 Ligaen?
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA:
MLADEN SPÆLT
SÍN SEINASTA
DYST FYRI KYNDIL
Serbiski málverjin hjá Kyndli, Mladen Mjerimacka,
hevur spælt sín seinasta dyst fyri Kyndil
Hann fer av landinum í
næstum og kemur ikki aft
ur til seinnu hálvu av kapp
ingini. Orsøkin eru arbeiðs
viðurskiftini
hjá
stinna
málverjanum. Honum dámar
ikki verandi støðuna, men
leggur dent á, at tað er einki
gali við tí ítróttarliga.
– Ja, tað er rætt at eg
gevist í Kyndli og flyta av
landinum, sigur Mladen, tá
Sosialurin tosaði við hann í
gjár. Málverjin var í høllini
í Hoyvík og hugdi, meðan
Kyndil spældi móti odda
liðnum H71.
– Tað hevur einki við tað
ítróttarliga at gera. Tað er
orsaka av arbeiðsumstøðun
um, sum ikki eru, ið eg kundi
hugsað mær, sigur Mladen
víðari.
Hann fer væntandi av
landinum í næstum og heim
til Serbia.
– Eg fari fyribils heim, har
eg fari at arbeiða við einum
skaða eg havi í rygginum.
Síðani fari eg at hyggja mær
eftir einum nýggjum felag.
Inntil tá, so fari eg nokk
at spæla við lokala liðnum
har, sigur Mladen, sum helst
hevur verið millum allar
bestu málverjarnar í før
oysku kappingini farnu árini.
Hann leggur tó afturat, at
verða arbeiðisumstøðurnar
broyttar, so er hann sinnaður
at spæla í Føroyum, um tann
møguleikin skuldi komið.
– Ja, eg eri opin fyri øllum
í løtuni, sigur Mladen at
enda.
Kyndil tapti dystin móti
H71 og liggur mitt á stiga
talvuni í FTZ-deildini.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen