Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 150 - 11. august 2004 Nr. 150 - 11. august 2004 5 Stóra rokið og ósemj- an um samanlegg- ingina av út– og sjón- varpinnum, tykist í fyrstu atløgu vera hasað av. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelag- num, sigur, at nógva fundarvirksemið um vikuskiftið hevur giv- ið úrslit. Slagið er vunnið, men kríggið er ikki liðugt enn, skilst SAMANLEGGING Eydna Skaale, eydna@sosialurin.fo So týtt og knapt lands- stýrismaðurin í mentamál- um hevði boðað frá um samanleggingina ímillum sjónvarpið og útvarpið, kallaði starvsmannafelagið allar partarnar inn til fundar. Í útvarpinum merk- tiskt ikki nógv til brádliga íkomnu ætlaninar, men hjá Svf var alt arbeiðið niður- lagt um vikuskiftið, meðan fundarvirksemið var. – Serliga starvsfólkini í Svf vóru ótrúliga ónøgd við framferðarháttin hjá Jógv- ani á Lakjuni. Seinastu tíð- ina hava tey verið ígjøgnum ótalligar bygnaðarbroyting- ar, stjóraskifti, os.fr. um- framt at tey nærum dag og dagliga hava verið almenn skjótiskiva. Nú kom so hetta afturat. Og hetta má metast at vera eitt rættiliga stórt alment skot, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at hóast samanlegg- ingin sjálvandi fer at raka báðar stovnar, so tyktiskt tað í fyrstu atløgu, sum Svf skuldi hvørva inn undir Úf, og starvsfólkini vistu tí ikki um tey vóru keypt ella seld. Tí valdi starvsmannafelag- ið eisini at leggja Svf- skermin svartan um viku- skiftið. Gunnleivur sigur, at teir taka fulla ábyrgd av svarta skerminum. – Vit mettu, at hetta var eitt so mikið álvarsamt mál, at vit valdu at kalla øll starvs- fólkini í Svf til fundar. Og tá øll sita á fundi er sjálv- andi eingin til arbeiðis. Tað vildi eisini verið løgið um eitt so drastiskt stig ikki fekk nakrar avleiðingar, heldur hann, og vísir aftur, at skermurin var sløktur fyri at provokera. – Eg haldi hatta vera eitt sera rímiligt stig at taka, heldur hann. Lítið gjøgnumhugsað avgerð Gunnleivur heldur, at hetta var ein forhastað avgerð, ið landsstýrismaðurin tók. – Hann vísti seg ikki hava nakra víðari ætlan enn tað, at stovnarnir skulu leggjast saman. – Eftir alt fundarvirksem- ið, sum nú hevur verið -eft- ir okkara intiativi- eru ting- ini komin eitt sindur meiri upp á pláss, sigur hann. – Vit hava fingið vissu fyri, at einki verður gjørt áðrenn málið hevur verið fyri í tinginum og tað er vorðið lógarásett. Allir avvarðandi partar verða hoyrdir og fáa høvið at siga sína hugsan. Tá ið málið kemur út til hoyringar, fer starvsmanna- felagið somuleiðis at vera aktivt og royna at gera sína ávirkan galdandi, sigur Gunnleivur. Víðari sigur hann, at á fundunum um vikuskiftið komu nógvar meiningar, hugsanir og hugskot fram, sum landsstýrismaðurin als ikki hevði hugsað um. – Landsstýrismaðurin sjálvur hevði ikki serliga nógv at leggja fram, men starvs- fólkið nýtti høvi at siga sína hugsan. Eftir fundin segði Jógvan á Lakjuni seg hava fingið nógv burturúr fund- unum, sigur Gunnleivur. Hann harmast tó um, at slíkir fundir ikki vóru hildnir áðrenn avgerðin varð tikin. – Tað, ið kom fram á fundunum, átti alt at verið debaterað áðrenn endaliga avgerðin varð tik- in, so hetta arbeiðið hevur verið í øvugtari raðfylgju, staðfestir hann. Vandamikið rák Tað, sum serliga fekk starvsmannafelagið at loypa soleiðis upp, var, at hetta er eitt sera princippi- elt mál. – Tað skal eingin ivi vera um, at bæði vit og starvsfólki eru sera ónøgd um framferðarháttin hjá landsstýrinum í hesum málinum. Og tað skulu teir vita. Vit finna okkum ikki í slíkari viðferð av okkara limum, sigur Gunnleivur sera avgjørdur á málinum. Hann vísir á, at tað skjótt kann gerast eitt vandamikið rák, um lóggevandi valdið fær tann vana at seta allar reglur og fyrisetingar til viks, og siga, at nú er hetta politiski viljin, og soleiðis verður tað uttan mun til, hvat avvarðandi partarnir siga til tað. – Tað er eingin ivi um, at hetta stigið er tik- ið, fyri at reinsa eitt sindur út í sjónvarpinum. Hetta hevur verið upp á tal so ofta fyrr, men hvørgin av stjór- unum hevur hildið tað verið ráðiligt. Nú mugu vit bara staðfesta, at avgerðin er tik- in og at vit nú mugu royna at fáa tað besta burturúr, sigur hann. Gunnleivur vísir á, at tað enn er nógv sum skal upp á pláss, og at eingin ætlan er stungin út í kortið enn. – Vit mugu gera okkum greitt hvat vit ætla, at ein nýggjur stovnur skal innihalda. Hvat er tað í grundini man vil við hesi samanlegging- ini? Eingin veit um hetta verður ein sparing ella um hetta verður ein eykaút- reiðsla. Enn eru ongar út- rokningar ella útmeldingar komnar um hesi evnini, staðfestir hann. Hann sigur, at hetta als ikki kann góð- takast, og hann heldur, at tiltøkini hjá starvsmanna- felagnum hava fingið landsstýrismenninar at skilja tann boðskapin. – Eg haldi, at drúgvu fundirnir hava givið eitt ekkó, sum nú hava givið øllum pørt- unum nakað at hugsa um, sigur Gunnleivur og endar við at siga, at hetta vónandi ikki verður framferðarhátt- urin, ið fer at verða nýttur framyvir, táið broytingar skulu fremjast. – Um so er, er hetta eitt sera vandamik- ið rák og spurningurn er so hvar vit enda, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Óumhugsað avgerð – Hetta málið hevur stóran principiellan týdning fyri okkum. Landsstýrið skal vita, at vit ikki góðtaka slíka framferð, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. mynd: Savnsmynd C M Y K 5 4