Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 6 8 Landsstýrið Havrannsóknarskipið verður boðið út til várs SAMGONGAN HEVUR NÚ SETT SÆR FYRI, AT TAÐ ALMENNA SKAL BYGGJA NÝTT HAVRANNSÓKNARSKIP, SUM SKAL VERA LIÐUGT ÁÐRENN 2020 MIÐBERG GÓÐAR 300.000 KRÓNUR Í AVLOPI Miðberg Sp/f og hini bæði feløgini í sam­ takinum hjá Sofus Hansen, bakara, Sp/f Høgabólshúsið og Sp/f SoTerHa høvdu eitt avlop uppá 344.000 krónur áðrenn skatt fyri roknskaparárið, ið endaði 30.04.2015. Miðberg betalti út 8 milljónir krónur í lønum, og rentuberandi skuldin varð niðurgoldin við hálvari milljón. Rentuberandi skuldin er nú 10,6 milljónir krónur. Eginognin hjá sam­ takinum er nú góðar 3 milljónir krónur. JOHAN PETUR NÝGGJUR STJÓRI Í ATLAS FLUTNINGUR Johan Petur Sundberg Michelsen er nýggjur stjóri í Atlas Flutningur Sp/f, sum er felag ið rekur flutningsvinnu. P/f Poul Michelsen eigur Atlas Flutningur. Hann er eisini vorðin nevndarformaður í Sp/f Kjøtbúðin. P/f Poul Michelsen keypti Kjøtbúðina í oktober í fjør. Johan Petur hevur sitið í nevndini síðani, og nú er Beinta Dalbø eisini vald sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. BILHJÁLP SP/F AV KNÓRANUM Bilhjálp er farið undir trotabúarviðgerð. Óli M. Hansen, advokatur, er valdur til bústjóra, og hann skal royna at fáa sum mest inn til kreditorarnar hjá Sp/f Bilhjálp. Felagið hevur trý ár á baki. Tey trý árini 2012, 2013 og 2014 góvu øll hall, tilsamans 2 milljónir krónur var undirskotið. Við ársbyrjan 2015 áttu vanligir kreditorar 2,4 milljónir krónur til góðar hjá felagnum, meðan goymsla og útistandandi vóru tilsamans 0,8 milljónir krónur. Kreditorar skulu tí vænta at missa meginpartin av sínum ágóða. Partapeningurin var 126.000 krónur. FYRRVERANDI TINGMAÐUR STOVNAR NÝGGJ FELØG Janus Páll Rein, fyrrverandi tingmaður, og flogskipari, hevur stovnað tvey nýggj parta­ feløg. Feløgini eita 27.05 Sp/f og 29.05 Sp/f og talan er í báðum førum um feløg, ið skulu eiga partabrøv, gera íløgur og reka handils- og ráðgevingarvinnu. Annað felagið hevur fleiri hjánøvn við navninum AVAVA. Janus Páll Rein situr frammanundan í nevndini hjá Atlantic Airways, sum starvsfólkavalt umboð. Tað hevur hann gjørt síðan juni 2014. Árni Gregersen Gamli saltfiskatrolarin, Magnus Heinason, hevur verið álitið í øllum fiskivinnuroyndum, sum Havstovan hevur gjørt hesi seianstu árini. Skipið er gamalt og tað hevur víst seg seinastu árini, at viðlíkahaldið av skipinum dýrkar hvørt einasta ár. Harumframt hevur skipið ikki alla ný­mót­ ans tøkniliga útgerð, umframt at maskinorkan og tóvmegin er ov lítil. Landsstýrið vil hava eitt skip, sum lýkur øll altjóða krøv til hav­rann­ sóknar­skip. Ein tekning og ein verkætlan liggur til eitt nýtt skip, men landsstýrið heldur, at hetta má gjøgumgangast einaferð afturat, tí at ætlanin er fleiri ára gomul. Tað fer at taka ein til tveir mánaðir at eftir­ hyggja gomlu tekningarnar og skulu ikki tær stóru broytingarnar gerast, so verður klárt at bjóða skipið út í vár. Tað fer at taka millum hálvt annað og tvey ár at byggja eitt slíkt skip. Nýggjar heimildir Løgtingið hevur áður samtykt eina lóg, sum gav heimild at byggja nýtt skip, men hendan lógin fer úr gildi, tá ið hetta árið er runnið. Eftir upprunaliga ætlanini, so skuldi skipið verið latið landinum í 2014, men enn er ikki farið undir at byggja. Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiski­ vinnu­málum, Jaacob Vestergaard, ætlaði, at skipið skuldi byggjast í einum almennum parta­felag, men hesum sleppur nýggja sam­ gongan. Almennu Føroyar skulu byggja skipið, sum er mett at kosta 215 milljónir krónur. 15 milljónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2016, 20 milljónir í 2017, 100 milljónir í 2018 og 80 milljónir í 2019. Tað vil siga, at eftir fyriliggjandi kostnaðar­ metingum, so fer skipið nú at kosta 215 milljónir krónur, sum eru 15 milljónir meira enn eftir gomlu metingini. Krøvini Øll krøv til størri skip eru herd hesi seinnu árini og tað er torført alla tíðina at tryggja, at Magnus Heinason lýkur hesi krøvini. Skipið er eisini framvegis gamalt og amskinorkan ikki tað, sum nýmótans skip hava. Tað tykist sum semja er í Løgtinginum umm, at nýtt skip skal byggjast, men stríð hev­ur veirð og er um, eftir hvørjum leisti hetta skal gerast. Ætlanin um at gera hetta í einum al­menn­ um partafelag er slept, tí nýggja samgongan er samd um, at havrannsóknir er ein almenn upp­gáva. Høgni Hoydal, landsstýrismaður sigur, at tá ið tað er umráðandi at vit halda okkum til bujrðar­dygga fiskiveiðu, so er eisini neyðugt at vit hava útgerð, sum kann geva okkum neyð­uga vitan. Ætlaða havrannsóknarskipið er sniðgivið og útgjørt sambært altjóða krøvum til rann­ sóknarskip, og mett verður, at skipið fer at lúka krøv til gransking á altjóða stigi í nógv ár. Eis­ini verður pláss fyri næmingum og øðrum og atlit eru tikin at, at skipið kann leigast út, tá Havstovan ikki brúkar tað. Havstovan hevur havt málið til hoyringar, men hevur ongar viðmerkignar. arnig@sosialurin.fo Miðberg bakarí Mynd: Facebook Janus Rein Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiski­vinnu­málum, Jaacob Vestergaard, ætlaði, at skipið skuldi byggjast í einum almennum partafelag, men hesum sleppur nýggja sam­gongan Savnsmynd