mánadagur 30. november 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
5
8
Føroya Bjór
■ Hava ongantíð selt so stórar nøgdir, sum tá tey bara bryggjaðu ljóst øl fyri 1980. Tá var framleiðslan av ljósum
øli yvir tvær milliónir litar – ella 6 milliónir fløskur um árið. Tá var sera trupult at fáa fatur á sterkum øli, sum mátti
bíleggjast við skipi úr Danmark. Føroyingar drukku tá ljóst øl saman við snapsi.
■ Í dag framleiðir Føroya Bjór um 1,8 milliónir litur av øllum øli tilsamans.
Munurin frá sjeytiárunum til í dag er, at tá drukku føroyingar at kalla einki vín.
■ Í sanginum hjá Debess og Petersen um Bláa húsið kenna vit regluna: Hvar kann eg læna fyri eina Føroya Bjór?
Har verður beinleiðis sipað til ljósa ølið at javna við ein tystan sunnumorgun.
■ Starvsfólk um alt landið: Um 40
■ Føroya Bjór í Klaksvík: 18
milliónir í landskassan í framleiðslu
gjaldi av øli. Tað heldur Einar Waag
vera alt ov nógv.
– Ja, tað er alt ov nógv. Tað er
tríggjar ferðir so nógv sum til dømis í
Danmark. Eg havi gjørt vart við hetta
so leingi, men tað er sum at tosa fyri
deyvum oyrum, sigur Einar Waag.
Hann sigur, at fyri gulløl verður
rindað 10 krónur í framleiðsluavgjaldi
fyri liturin, og so kemur mvg'ið
omaná.
– Eg vóni ikki, at Kristina Háfoss
sær sær ein møguleika her, sigur
hann.
Av framleiðsluni hjá Føroya Bjór
er Veðrur og Gull um 80 prosent,
meðan øll hini ølsløgini býta hini 20
prosentini.
Rúsan hugsar bara um vín
Tað er einki dulsmál, at síðani vit
fingu Rúsdrekkasøluna í Føroyum,
so er sølan og nýtlsan av víni í Før
oyum eksploderað. Fyrr drukku før
oyingar snøgt sagt ikki vín. Áðrenn
1980 framleiddi Føroya Bjór meira
ljóst øll, enn øll framleiðslan av øli
tilsamans er í dag. Tí tá drukku føroy
ingar veikt øl saman við sterkum
brennivíni – snapsi. Teir drukku als
ikki vín yvirhøvur.
– Og meðan vit síggja hendan
stóra vøksturin í vínsøluni, so síggja
vit, at Rúsan ger alt fyri at selja meira
vín, sigur Einar Waag.
Hann heldur tað vera løgið, at
Rúsan ger so nógv burturúr at gera
serligar fínar og vakrar og innbjóð
andi vínhandlar, meðan ølsølan
verður kveistrað til viks onkustaðni
aftanfyri.
– Rúsan hevur gjørt fladarar, sum
liggja í handlunum, at tey gera nógv
fyri at promovera vínið. Einki verður
gjørt fyri at promovera ølið, tað verð
ur als ikki nevnt í faldaranum, sigur
Einar Waag, sum ikki dylur fyri, at tað
heldur hann vera sera løgið. Hann
vísir á, at í Danmark eru tey komin
yvir »vínsnobbaríið«, sum nústani
hevur fingið fastatøkur í Føroyum.
–
Í
Danmark
er
trendurin
aftur ímóti ølinum, sum eisini er
veikari enn vínið. Tí er tað ikki
í tráð við politikkinum hjá Fyri
byrgingarráðnum, at mælt verður til
at drekka vín heldur enn øl, sum jú
er nógv veikari enn vín, sigur Einar
Waag.
Føroya Bjór byrjaði við maltøli
Føroya Bjór hevur røtur aftur til 1888,
tá abbi núverandi stjóran, Símun í
Vági, stovnaði bryggjaríið. Tey vit ikki,
um sterkt øl varð bryggjað tá. Hetta
er langt áðrenn rúsdrekkaforboðið
frá 1908.
– Um tey hava bryggjað strekt,
so hava tey ikki kunna mált tað, tí
tað var nokso trupult tá, sigur Einar
Waag.
Føroya Bjór bryggjaði fyrst og
fremst maltøl tá. Ljósa ølið var
bryggjað úr tí tunna, sum rann frá
maltølframleiðsluni.
Tað surrar ein fluga í Ydun í dag,
var yrkt um bryggjaríið hjá Smæruni
í Havn, Ydun. Helst við tilsipan um, at
ølið onkuntíð var ov sterkt.
Fyrstu árini varð ølið hjá Føroya
Bjór tappað í fløskur við tundur
proppi. Símun í Vági teknaði sjálvur
etikettirnar, sum vórðu brúktar fram
í tríatiárini.
Símun í Vági doyði í 1935, og eftir
hann tók sonurin Einar Waag eldri
við bryggjarínum. Einar Waag eldri
doyði í 1989 næstan 95 ára gamal.
Tað var Einar Waag eldri, sum
byrjaði við sodavatnsframleiðsluni
hjá Føroya Bjór. Tað var í 1936, tá
hann keypti sodavatnsmaskinurnar
hjá Ydun frá Hans Jacob í Smæruni.
Sodavatnsframleiðslan
hevur
altíð verið stórur partur av virksem
inum hjá Føroya Bjór, og tað er tað
framvegis. Men har er kappingin við
útlendska sodavatnið eisini hørð.
Føroya Bjór hevur um 40 prosent
av marknaðinum.
eirikur@sosialurin.fo
BLIKKINI HAVA VUNNIÐ Á FLØSKUNUM
Ársúrslitið hjá Føroya Bjór í fjør var 1,85 milliónir krónur. Tað er á sama
støðið, sum árið frammanundan. Men felagið hevði havt reyð tøl á
botnlinjuni í nøkur ár.
– Vit høvdu nokso nógvar útreiðslur í sambandi við embalasju og
stórar íløgur, sum vit gjørdu. Eisini fall sølan eitt sindur, áðrenn vit komu
rættiliga í gongd í kappingini um øl í blikkum, sigur Einar Waag.
– Men blikkini hava nú rættiliga tikið yvir marknaðin. Tey eru farin upp
um helvtina av søluni, sigur Einar Waag.
Føroya Bjór rindaði í fjør slakar 13 milliónir krónur í lønum.
Eginpeningur felagsins er góðar 68 milliónir krónur, og 40 fólk starvast í
felagnum kring landið.
Blikkini hava nú rættiliga
tikið yvir marknaðin.
Tey eru farin upp um
helvtina av søluni