mánadagur 30. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
4
8
Eirikur Lindenskov
Seinastu árini er útflutningurin hjá
Føroya Bjór vorðin ein alsamt størri
partur av sølu felagsins. Serliga er
tað Ísland, sum er vorðin ein áhuga
verdur marknaður, men eisini Dan
mark.
Tað var serliga eftir rokið í Íslandi
í fjør, tá Egils bryggjaríið kravdi, at
Føroya Bjór slepti ølnavninum »Gull«,
sum Egils segði seg eiga. Málið varð
blást upp í fjølmiðlunum, og Egils
kravdi alment, at gullølið varð tikið
av hillunum í einkarsøluni »Ríkinum«.
– Vit hildu tað vera sera frekt av
teimum at senda advokat eftir
okkum og krevja navnið frá
okkum, sigur Einar Waag, stjóri
á Føroya Bjór.
Fyri hann og fyri tey á
Føroya Bjór var málið sera ein
falt. Føroya Bjór átti navnið og
hevur havt navnið langt áðr
enn tað var loyvt at bryggja og
selja sterkt øl í Íslandi. Tí var
málið sjálvandi avvíst.
Men íslendska fólkinum
dámdi ikki framferðarháttin
hjá
stóra
íslendska
bryggjarínum ímóti lítla bryggja
rínum í frændalandinum Færeyjum.
Tí fekk Føroya Bjór rættiliga nógva
og positiva umtalu í íslendsku
miðlunum. Og positiv umtala er
besta reklama, sum eitthvørt vinnu
virki kann hugsa sær. Tí eins og í
Føroyum er ikki loyvt at lýsa við rús
drekka í Íslandi.
Vind í seglini í Íslandi
– Vit vænta okkum nógv av tí ís
lendska marknaðinum. Hann er
hóast alt fimm ferðir so stórur sum
tann føroyski, so har eru vakstrar
møguleikar, sigur Einar Waag.
Hann vísir á, at Føroya Bjór hevur
verið á íslendska marknaðinum í
fleiri umførum.
– Tað hevur ikki altíð verið so
lætt at komið inn í íslendsku rúsuna,
»Rìkið«. Tí er sølan í Íslandi fleiri ferðir
steðgað upp, vísir hann á.
Men nú tykir sølan av føroyska
ølinum í Íslandi rættiliga at hava
fingið vind í seglini.
– Eg haldi, at tað nú gongur
rættiliga væl, ikki minst takkað verið
allari positivu fjølmiðlaumrøðuni,
sum vit hava fingið í Íslandi, sigur
Einar Waag.
– Íslendingar hava sympati við
føroyingum, men vit halda eisini, at
produktið er í ordan.
Viðvíkjandi danska marknaðinu,
so heldur Einar Waag, at har kundi
gingið betur.
– Har búgva hóast alt fimm
milliónir fólk, men har er kappingin
hørð, sigur hann.
Ársins jólaøl í Danmark
Útflutningur av føroyskum øli hevur
bara verið ein viðfáningur. Men nú
er útflutningsparturin hjá Føroya
Bjór um 15 prosent av framleiðsluni,
og tá er tað komið hartil, at tað
veruliga ger mun.
– Vit selja hampuliga nógv til
Íslands nú. Teir senda okkum áhald
andi nýggjar ordrar, og umboðs
maðurin í Danmark hevur eisini selt
nokso nógv Jólabrygg higartil, sigur
Einar Waag.
– Í Danmark er sølan meira av
markað til vínhandlar og serhandlar
við øli. Vit eru ikki komin inn í super
markedini, tí har kunnu vit ikki vera
við í kappingini um prísin. Øl í Dan
mark er sera bíligt, men tað eru kort
ini fólk, sum vilja leita fram serligt
øl, og har kunnu vit vera við. Vit eru
eisini komin inn á ávísar barrir, sum
hava serlig sløg av øli, sigur Einar
Waag.
Tað síðsta í Danmark er, at
eitt felag, ið kallast »Selskab
for Vestjysk Ølkultur« júst
hevur kosið Føroya Bjór sum
ársins jólaøl 2015.
Bæði í Danmark og í Íslandi
hevur Føroya Bjór støðu
sum importøl. Og vanliga er
importøl – innflutt øl – dýrari,
enn ølið, sum er framleitt í
heimlandinum.
– Men í Føroyum er støðan
hjá okkum kortini øðrvísi, sigur
Einar Waag.
Hørð kapping við
útlendska ølið
– Rúsan hevur av onkrari orsøk
lækkað prísirnar á útlendskum
øli, og tað gevur sjálvandi okkum
trupulleikar. Kappingin er sera
hørð, men tað sær kortini út til at
ganga, sigur hann.
– Men tað gongur kortini
ikki so væl, um vit kundu hugs
að okkum. Vit hava hildið okk
ara marknaðarpart, men tað eru
forskjótingar, sigur Einar Waag,
sum tó viðgongur, at markn
aðarparturin hjá Føroya Bjór á øli
í Føroyum liggur oman fyri 60
prosent. Kanska nærri 70 pro
sentum. Og tað er ikki so galin
partur at hava á einum marknaði,
viðgongur Einar Waag.
Søgan um sterkt øl í Føroyum
gongur aftur til 1980, tá føroysku
bryggjaríini fingu loyvi at bryggja
og selja sterkt øl. Hetta var, meðan
vit framvegis høvdu forboð ímóti
at selja rúsdrekka í Føroyum. Men
bryggjaríini sluppu sjálvi at selja øl
gjøgnum postordra soleiðis, at tú
skuldi bíleggja tær ølið í seinasta lagi
tveir dagar frammanundan.
– Áðrenn tað var innflutningurin
av øli minkaður niður í eini 10 pro
sent. Tá Rúsan kom, vaks parturin
av útlendskum øli aftur upp í 20
prosent, sigur Einar Waag.
Áðrenn sterkt øl varð bryggjað í
Føroyum í 1980, drukku føroyingar
nógv ljóst øl. Men tað er minkað
nógv.
Framleiðslugjaldið
er alt ov høgt
Hvørt ár rindar Føroya Bjór slakar 20
Einar Waag
»Hvar kann
eg lána fyri eina
Føroya Bjór?«
MARKNAÐARPARTURIN HJÁ FØROYA BJÓR Í FØROYUM LIGGUR RÆTTILIGA HØGT MILLUM 60
OG 70 PROSENT AV MARKNAÐINUM. ÚTFLUTNINGURIN ER NÚ VORÐIN EIN TÝÐANDI PARTUR
UPP Á 15 PROSENT. ÍSLAND OG DANMARK ERU STØRSTU ÚTFLUTNINGSMARKNAÐIR
Rúsan hevur av onkrari
orsøk lækkað prísirnar á
útlendskum øli, og tað gevur
sjálvandi okkum trupulleikar
»Bláa húsið«, Debess & Petersen 1971
Av framleiðsluni hjá Føroya Bjór
er Veðrur og Gull um 80 prosent,
meðan øll hini ølsløgini býta hini
20 prosentini.
Annika og Einar Waag