mánadagur 30. november 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
10
8
Eyðfinn Reyðberg
Tær fýra stóru føroysku fiskivinnu
fyritøkurnar Varðin, Framherji, JFK
og Palli hjá Mariannu, hava fingið 391
nýggj starvsfólk eftir bert fýra árum.
Í 2010 høvdu hesi fýra feløgini
318 fólk í starvi. Í 2014 var talið komið
uppá 709 starvsfólk.
Hesi 709 starvsfólkini fingu út
goldið samanlagt 493 milljónir krón
ur í lønum í 2014. Hetta gevur eina
meðalløn uppá 58.000 krónur um
mánaðin til tey 709 fólkini.
Størsta arbeiðsplássið, sum er
komið afturat er Varðin Pelagic á
Tvøroyri, har heili 170 nýggj arbeiðs
pláss eru skapað. Hesi 170 eru við í
talinum omanfyri.
Afturat hesum er komið nýggja
virkið Pelagos í Fuglafirði, ið hevur
70 starvsfólk, og sum Palli hjá
Mariannu og Framherji tilsamans
eiga 60 prosent av.
Eisini Kósin í Klaksvík er latin
uppaftur eftir at hava ligið stilt í langa
tíð. Á Kósini eru skapað 140 nýggj
arbeiðspláss.
Verða hesi nýggju arbeiðsplássini
á Kósini og Pelagos løgd afturat
kemur talið av arbeiðsplássum uppá
919.
Tað vil siga at tær fýra stóru
føroysku fiskivinnufyritøkurnar hava
skapað í minsta lagi 600 nýggj ar
beiðspláss seinastu fimm árini.
Talan er um rættuliga stórar íløgur.
Bara íløgan í nýggju hátøknuligu
virkini Varðin Pelagic á Tvøroyri og
Pelagos í Fuglafirði er meir enn 500
milljónir krónur samanlagt.
GÓÐA GONGDIN HJÁ TEIMUM FÝRA STÓRU FØROYSKU FISKIVINNU
FYRITØKUNUM VARÐIN Í GØTU, FRAMHERJI Í FUGLAFIRÐI, JFK Í KLAKSVÍK
OG PALLI HJÁ MARIANNU Í KLAKSVÍK, HEVUR KASTAÐ AV SÆR FLEIRI
ENN 600 NÝGGJ ARBEIÐSPLÁSS Í FØROYUM SEINASTU FIMM ÁRINI
-
100
200
300
400
500
600
700
800
2010
2011
2012
2013
2014
-
100.000
200.000
300.000
400.000
500.000
600.000
2010
2011
2012
2013
2014
STÓRUSTARVSFÓLK 2010 –2014
STÓRUSTARVSFÓLKAKOSTNAÐUR 2010 –2014 Í TKR.
Greining: Fýra stórar fiskivinnufyritøkur
Skapað
meir enn
600 nýggj
arbeiðspláss
Pelagos í Fuglafirði
Tær fýra stóru føroysku fiskivinnufyritøkurnar
Varðin, Framherji, JFK og Palli hjá Mariannu, hava
fingið 391 nýggj starvsfólk eftir bert fýra árum.
Tilvildarlig mynd