Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 11 8 - 50 100 150 200 250 300 350 400 2010 2011 2012 2013 2014 - 200 400 600 800 1.000 1.200 1.400 1.600 1.800 2010 2011 2012 2013 2014 - 10 20 30 40 50 60 70 2010 2011 2012 2013 2014 STÓRUAVLOP ÁÐRENN SKATT 2010 –2014 Í TKR. STÓRUNETTOSØLA 2010 –2014 Í TKR. STÓRUVINNINGSBÝTI 2010 –2014 Í TKR. Sølan tvífaldað og avlopið 290 mió. um árið SØLAN HJÁ TEIMU FÝRA STÓRU FØROYSKU FISKIVINNU­ FELØG­UNUM ER FARIN UPPUM 1,6 MILLJARD KRÓNUR, OG AVLOP HEVUR VERIÐ Á RAKSTRINUM Á HVØRJUM ÁRI Í 2010 var sølan hjá teimum fýra stóru fiski­ vinnu­feløgunum 898 milljónir krónur. Í 2014 var sølan komin uppá 1.623 milljónir krónur, so talan er nærum eina tvífalding av søluni. Verða virkini Pelagos og Kósin tald við, er talan um væl meira enn eina tvífalding av um­setn­ing­ inum. Avlopið í vinnuni hevur eisini verið støðugt og gott. Avlopið hevur ligið ímillum 233 og 373 milljónir krónur áðrenn skatt, og árliga meðal­ avlopið hevur verið 289 milljónir krónur. Samlaða avlopið hjá teimum fýra feløg­ unum Varðin, Framherji, JFK og Palli hjá Mariannu hevur verið 1.443 milljónir krónur áðrenn skatt hesi fimm árini. Av hesum eru bert 124 milljónir útgoldnar í vinningsbýti. Hetta svarar til at 8,6 prosent av úrslitinum áðrenn skatt er nýtt til vinningsbýti. Tá skattur er frátrektur, liggur stívliga ein milljard eftir í hesum fýra fyritøkunum. Hendan milljardin er nýtt til konsolidering og í stóran mun í nýggjar íløgur í bæði nýggj skip og nýggj virki. Bert íløgurnar í tey tvey nýggju uppisjóvarvirkini eru meira enn ein hálv milljard, umframt íløgur í nýggj skip. Arbeiði hjá hesum feløgum at skapa betri grundarlag undir virksemi teirra hevur hiðartil kastað fleiri enn 600 nýggj arbeiðspláss av sær seinastu fimm árini. post@sosialurin.fo