mánadagur 30. november 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
12
8
Eyðfinn Reyðberg
Tað hevur gingið sera væl hjá uppi
sjóvarfelagnum Palli hjá Mariannu í
Klaksvík seinastu árini.
Felagið eigur og rekur uppi
sjóvarskipini Norðborg og Christian
í Grótinum, og serliga íløgan í Norð
borg, ið er uppisjóvarskip útgjørt til at
virka fiskin til liðugt produkt umborð,
hevur verið ein tíðandi liður í stóru
framgongd felagsins.
Dóttirfelagið P/f Hvalnes, ið rekur
uppisjóvarskipið Norðborg, hevur
staðið fyri stórum parti av úrslitinum
hjá samtakinum.
Av samlaða avlopinum uppá 370
milljónir krónur áðrenn skatt fyri árini
2010 til 2014, er tað P/f Hvalnes sum
kemur við næstan øllum vinning
inum.
Hesa tíðina síðan Norðborg kom
sum nýtt skip í flotan á vári 2009,
hevur gongdin verið sera góð. P/f
Hvalnes hevur havt samanlagt 312
milljónir krónur í avlopi áðrenn skatt
árini frá 2010 til 2014.
Norðborg hevur sostatt staðið fyri
84 prosent av samlaða avlopinum
hjá samtakinum Palli hjá Mariannu
hesi seinastu fimm árini.
72 milljónir í skatti
Av samlaða úrslitinum seinastu
fimm árini uppá 370 milljónir krónur,
er roknaði skatturin 72 milljónir krón
ur. Hetta svarar til eitt skattaprosent
uppá 19,4.
Samtakið hevur av hesum goldið
51 milljónir í skatti, meðan restin 21
milljónir krónur er útsettur skattur, ið
fellur til gjaldingar seinni.
Raksturin versnaður
Um hugt verður eftir úrslitunum hjá
felagnum seinastu árini sæst, at
besta árið var í 2011, tá avlopið var
omanfyri 100 milljónir krónur, meðan
lakasta árið var í 2014, tá avlopið var
47 milljónir krónur.
Orsøkin til at úrslitið er verri, er
at sølan hevur staðið í stað, har hon
seinastu árini hevur ligið støðugt um
300 milljónir krónur. Samstundis er
framleiðslukostnaðurin hækkaður.
Um árini 2014 og 2011 verða
samanborðin sæst, at sølan er
hækkað við 16 milljónum krónum,
meðan útreiðslurnar eru hækkaðar
við 52 milljónum krónum. Hetta ger
at bruttovinningurin, sum í 2011 var
191 milljónir krónur, lækkar til 156
milljónir krónur í 2014.
Gott avkast
Palli hjá Mariannu hevur seinastu
fimm árini rentað sína eginogn ógvu
liga væl.
Eginognin var við ársbyrjan 2010
145 milljónir krónur. Fimm ár seinni,
við árslok 2014 var eginognin komin
uppá 433 milljónir krónur.
Avlopið var 370 milljónir krónur,
síðan er skattur trektur av 72 milljónir
krónur. Avlopið eftir skatt er sostatt
298 milljónir krónur.
Av hesum eru 10 milljónir krónur
útgoldnar í vinningsbýti, meðan
restin 288 milljónir krónur eru lagdar
afturat eginognini í samtakinum.
Gjørt fleiri íløgur
Tá gongin hevur verið so góð, hevur
hetta givið høvi til at gera íløgur í
onnur virki.
Palli hjá Mariannu hevur soleiðis
gjørt íløgur í íløgufelagið Tjaldur,
uppisjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði,
bakaríið hjá Jórun í Klaksvík, olju
felagið Effo, og felagið Vesturskin í
Sørvági, ið rekur fiskivinnuvirksemi.
Harumframt eigur felagið helm
ingin av P/f í Ánunum, sum eigur
virkisbygning á havnarlagnum í
Ánunum og somuleiðis helmingin
av P/f Northpelagic, sum stendur
fyri allari sølu av vørunum hjá Palla
hjá Mariannu.
post@sosialurin.fo
EGINOGNIN HJÁ SAMTAKINUM PALLI HJÁ MARIANNU Í KLAKSVÍK ER TRÍFALDAÐ EFTIR FIMM ÁRUM
ÚR 145 MILLJÓNIR KRÓNUM VIÐ ÁRSBYRJAN 2010 TIL 433 MILLJÓNIR KRÓNUR VIÐ ÁRSLOK 2014.
Greining: Palli hjá Mariannu P/f
370 milljónir
krónur í avlopi
í fimm ár
Høvuðstølini hjá Palli hjá Mariannu fyri 2013 og 2014. Sølan fór 9
prosent niður, meðan framleiðslukostnaðurin hækkaði. Hetta gjørdi at
bruttovinningurin lækkaði við 20 prosent. Eginognin er 433 milljónir
krónur, og rentuberandi skuldin er 273 milljónir krónur, ið svarar til 5
ferðir EBITDA.
Palli hjá Mariannu P/f
2014
2013
Broyting
Nettosøla
304.150
333.496
-9%
Framleiðslukostnaður
148.612
138.543
7%
Bruttovinningur
155.538
194.953
-20%
Starvsfólkakostnaður
100.645
106.700
-6%
EBITDA
54.893
88.253
-38%
Avskrivingar
28.944
23.280
24%
Fíggjarpostar netto
21.169
7.122
197%
Úrslit áðrenn skatt
47.118
72.095
-35%
Skattur
7.727
14.070
-45%
Ársúrslit
39.391
58.025
-32%
Støðisogn
536.383
530.973
1%
Ogn í umferð
294.145
313.683
-6%
Ogn tilsamans
830.528
844.656
-2%
Eginpeningur
433.320
397.867
9%
Skuld
397.208
446.789
-11%
Skyldur tilsamans
830.528
844.656
-2%
Rentuberandi skuld
272.635
299.828
-9%
Rentuberandi skuld/EBITDA
5,0
3,4
46%
Starvsfólk
105
105
-
100 MILLJÓNIR Í
LØNUM UM ÁRIÐ
Palli hjá Mariannu hevur útgoldið
485 milljónir krónur í lønum
seinastu fimm árini. Í 2010, 2011
og 2012 arbeiddu 77 fólk hjá
samtakinum Palli hjá Mariannu.
Í 2013 og 2014 hevur talið verið
105 starvsfólk. Hesi hava fingið
tilsamans 485 milljónir krónur
í lønum hesi fimm árini. Hetta
gevur eina meðal mánaðarløn hjá
hvørjum at teimum 105 starvssettu
fólkunum uppá 80.000 krónur.
Til samanberingar kann sigast, at
meðal lønarkostnaðurin til hvørt av
teimum 77 starvsfólkunum í 2010
var 89.000 krónur.
Fýra eiga Palli hjá Mariannu
TAÐ ERU FÝRA PERSÓNAR, SUM EIGA ØLL PARTABRØVINI Í
UPPISJÓVARFELAGNUM PALLI HJÁ MARIANNU Í KLAKSVÍK.
Tað eru teir fýra Kristian Martin Klein
Rasmussen, og synirnir Bogi, Eyðun
og Jón Rasmussen, sum eiga stóra
uppisjóvarfelagið í Klaksvík.
Hetta hava teir gjørt í mong ár, og
allir eru aktivir í rakstrinum av felag
num. Kristian Martin hevur verið
skipari alt sítt lív, og byrjaði at reka
skip longu í sekstiárunum. Báðir
synirnir, Jón og Bogi, eru skiparar, og
hava ført skip felagsins í mong ár.
Hesa seinasu tíðina hevur Bogi verið
stjóri í felagnum Larsen Seafood í
Týsklandi, sum Palli hjá Mariannu
keypti fyrr í ár.
Eyðun Rasmussen er útbúgvin
maskinmeistari, og silgdi hann
mong ár við skipum felagsins. Síðan
2007 hevur Eyðun verið stjóri í sam
takinum. Felagið hevur skrivstovu í
frystihúsinum Ánunum.
Verður virðið roknað í mun til inn
ara virði av eginpeninginum í Palli
hjá Mariannu, so svarar ein ognar
partur uppá ein fjóðring til eitt virði
uppá 108 milljónir krónur.
Kristian Martin Klein Rasmussen
Norðborg hevur sostatt staðið fyri
84% av samlaða avlopinum hjá
samtakinum Palli hjá Mariannu
hesi seinastu fimm árini.