Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 17 8 0 10000 20000 30000 40000 50000 60000 70000 80000 90000 100000 2010 2011 2012 2013 2014 0 5000 10000 15000 20000 25000 30000 35000 2010 2011 2012 2013 2014 AVLOP ÁÐRENN SKATT Samlað avlop uppá tils. 169 mió. kr. áðrenn skatt seinastu fimm árini. Svarar til í meðal 34 mió. kr. í avlopi áðrenn skatt um árið. VINNINGSBÝTI JFK hevur útgoldið 70 milljónir krónur í vinningsbýti seinastu fimm árini til eigarar sínar. Norðoya Sparikassi tjenti 65 prosent uppá at eiga JFK NORÐOYA SPARIKASSI TJENTI 65 PROSENT UPPÁ ÍLØGU SÍNA Í JFK. SPARIKASSIN ÁTTI 16 PROSENT AV FELAGNUM FRÁ 2005 TIL 2011, OG ÍLØGAN KASTAÐI 65 PROSENT AV SÆR HESI SEKS ÁRINI. Eyðfinn Reyðberg Tá Føroyagrunnurin valdi at selja 67 prosent av JFK í september 2005, var Norðoya Sparikassi annar av keyparunum, saman við P/f HH hjá Hanus Hansen, sum stóð fyri keyp­ inum av 51 prosent av JFK. Hesi parta­brøvini, sum sparikassin og P/f HH keyptu, vóru keypt fyri stívliga tví­falda virði av innara virðinum í felag­num tá. Í 2011 valdi Norðoya Sparikassi at selja síni partabrøv til P/f HH, sum nú eigur 67 prosent av JFK. Verður hugt í roknskapin eftir keyps- og søluupphæddum sæst, at Norðoya Sparikassi keypti parta­ brøv­ini fyri góðar 19 milljónir krónur á heysti 2005. Verður søluupphæddin í 2011 roknað saman við útgoldnum vinn­ ings­býti tey árini sparikassin átti parta­brøvini, fekk Norðoya Spari­ kassi góðar 32 milljónir krónur tá sølan var avgreidd. Hetta gevur eitt samlað avkast uppá 65 prosent av íløguni. Partabrævasølan var gjørd til 95 prosent av innara virðinum í JFK. At tað ofta loysir seg ikki at selja partabrøv í feløgum, ið klára seg væl, er júst henda søla eitt gott dømi um. Um sparikassin hevði valt ikki at selt, hevði innara virði av parta­brøv­ unum ligið 13 milljónir krónur oman­ fyri søluupphæddina við árslok 2014. Harumframt hevði sparikassin havt fingið útlutað knappar 5 milljónir krónur í vinningsbýti árini 2013 og 2014. Hetta gevur eitt samlað avkast síðan søluna uppá útvið 18 milljónir krónur. Virðið á íløguni hækkaði sostatt 79 prosent afturat eftir trimum árum, frá tí sølan var framd til árslok 2014. 90 MILLJÓNIR Í LØNUM Í 2014 JFK samtakið útbetalti 90 milljónir krónur í lønum í 2014. Seinastu fimm árini hevur felagið útgoldið 336 milljónir krónur í lønum. JFK hevði ein lønarkostnað uppá 90 milljónir krónur til tey 173 starvsfólkini í 2014. Hetta gevur eina meðal mánaðarløn hjá hvørjum av teimum 173 starvs­ fólk­unum uppá 43.000 krónur. Um samanborið verður við árið 2010, tá JFK hevði 45 starvsfólk, so vóru tilsamans 48 milljónir krónur útgoldnar í lønum í 2010 . Hetta svarar til ein meðal lønarkostnað í 2010 uppá 88.000 krónur um mánaðin. Orsøkin til at meðal lønarkostnaðurin er lækk­aður niður í helvt er, at í 2010 hevði JFK bert flakatrolaran Gadus og 45 starvs­fólk, meðan annað virksemi, ið er komið afturat seinastu árini ikki er eins lønarkrevjandi sum flakatrolarar. Hanus Hansen JFK eigur triðingin av P/f Kósin, Føroyagrunnurin frá 1991, ið er vinnu­rekandi grunnur við heimstaði í Klaks­vík, hevur sum eitt av sínum enda­málum í viðtøkunum at eiga parta­brøv í JFK