Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 18 8 Eyðfinn Reyðberg Tað byrjaði við einum línuskipi Stapin, sum P/f Regn á Toftum átti og fram­vegis eigur, men í 2005 hendi nakað óvanligt. P/f Framherji við Anfinni Olsen á odda bjóðaði uppá parta­brøvini í P/f Vesturvón í Sørvági, og táverandi eigararnir á Vestur­vón valdu at selja síni parta­ brøv til Framherja, fyri ein tá óvanliga høgan prís var hildið. Keypspeningurin var 166 milljónir krónur, sum var 91 milljónir krónur meira enn eginpeningurin í Vestur­ vón var tá. Vesturvón var avskrivað nógv og skipið stóð bert bókað fyri 24 milljónir krónur. Eftir at keypið var gjøgnumført, var virðið á skip­ inum uppskrivað til dagsvirði, og egin­ognin kom uppá 160 milljónir krónur, harav 46 milljónir krónur stóðu á bók. Vesturvón legði grundarlagið Tað var Vesturvón, sum seinni broytti navn til Akraberg, sum legði grundar­lagið undir teirri stóru fram­ gongd, sum Framherji hevur havt øll árini síðan 2005. Felagið Vesturvón, sum í dag hevur broytt navn til Akraberg FD 10, hevur hesi seinastu 10 árini út­ goldið tilsamans 122 milljónir krónur í vinningsbýti til móðirfelagið Fram­ herji, og eginognin í felagnum Akraberg FD 10 er framvegis høg 123 milljónir krónur, samstundis sum skuldin er avmarkað og soliditeturin er góður. Í dag telist Framherji ímillum tær fýra stóru føroysku fiski­vinnu­fyri­ tøkurnar. Við har tað hendir Framherji hevur seinastu árini gjørt nógvar íløgur í føroyska fiskivinnu. Samtakið er í dag eigari av Line Fish, Regn og Eysturoy, sum reka fleiri línuskip. Harumframt eigur felagið 25 pro­ sent av Faroe Origin í Runavík, 30 prosent av Pelagos í Fuglafirði og 60 prosent av Bergfrost í Fuglafirði. Høvuðsvirksemi hjá samtakinum er fiskiskapur, sum umframt trolaran Akreberg, ið fiskar í Barentshavinum, eisini umfatar nótaskipið Fagraberg, sum fiskar pelagisk fiskasløg og trolar eftir svartkjafti. Støðugt avlop Framherji hevði í 2014 eitt avlop áðrenn skatt uppá góðar 40 milljónir krónur. Hetta svarar til eitt meðalár hjá felagnum hesi seinastu fimm árini. Úrslitini hava verið støðug og avlopið áðrenn skatt hevur øll tey seinastu fimm árini ligið ímillum 25 og 50 milljónir krónur. Samlaða avlopið fyri fimm ára tíðarskeiðið frá 2010 til 2014 hevur verið 184 milljónir krónur. Roknaði skatt­urin av hesum avlopi er 28 milljónir krónur, so samlaða avlopið eftir skatt er 156 milljónir krónur. Hetta svarar til eitt meðal avlop uppá 31 milljónir krónur um árið eftir skatt. Umsetningurin hjá Framherja hevur eisini verið støðugur seinastu árini. Fyrstu árini hjá felagnum í 2006 og 2007 var umsetningurin 240 milljónir krónur árliga, men árini 2008 og 2009 vóru trupul, um­ setn­ing­urin fall og kom niður á 150 milljónir krónur í 2009. Hesi bæði árini góvu eisini hall hjá felagnum. Í 2010 kom umsetningurin upp aftur á 222 milljónir krónur, og úrs­litið gjørdist gott aftur. Síðan er umsetn­ ingurin komin uppá 340 milljónir krónur í 2011 og 2012, og í 2014 var um­setningurin eisini omanfyri 300 milljónir krónur. TAÐ VAR HILDIÐ AT VERA GARVILT AT KEYPA PARTABRØVINI Í VESTURVÓN FYRI HEILAR 166 MILLJÓNIR KRÓNUR Í 2005. NÚ 10 ÁR SEINNI HEVUR ANFINNUR OLSEN PRÓGVAÐ, AT HANN TÁ SÁ LONGUR FRAM ENN TEY FLESTU. Greining: Framherji P/f Frá nýggjum felag til topp fýra eftir 10 árum Høvuðstølini hjá Framherja seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 30 prosent, sum er 13 prosent meir enn hækkingin í søluni. Eginognin er 149 milljónir krónur, og rentuberandi skuldin er 349 milljónir krónur, ið svarar til 3,5 ferðir EBITDA. Framherji Sp/f 2014 2013 Broyting Nettosøla 302.699 258.645 17% Framleiðslukostnaður 107.564 108.870 -1% Bruttovinningur 195.134 149.775 30% Starvsfólkakostnaður 95.733 83.534 15% EBITDA 99.401 66.241 50% Avskrivingar 32.516 29.730 9% Fíggjarpostar netto -26.282 -2.549 931% Úrslit áðrenn skatt 40.603 33.962 20% Skattur 8.210 4.774 72% Ársúrslit 32.393 29.188 11% Støðisogn 482.237 487.801 -1% Ogn í umferð 190.179 158.752 20% Ogn tilsamans 672.416 646.553 4% Eginpeningur 148.992 116.599 28% Skuld 523.424 529.954 -1% Skyldur tilsamans 672.416 646.553 4% Rentuberandi skuld 348.649 384.360 -35.711 Rentuberandi skuld/EBITDA 3,5 5,8 -2,3 Starvsfólk 106 105 1 HAVA GÓÐAR LØNIR Hvørt starvsfólk hjá Framherja tjenti í meðal 75.000 krónur um mánaðin í 2014. Samlaði lønarkostnaðurin hjá samtakinum hjá Framherja var 96 milljónir krónur í 2014. Hetta svarar til 32 prosent av samlaðu søluni. Fram­herji hevði 106 fólk í starvi í 2014, so meðal mánaðarlønin hjá hvørjum starvsfólki var 75.000 krónur í 2014. Verður hugt fyri seinastu fimm árini, so hevur Framherji havt ímillum 100 og 120 fólk í starvi og árligi lønarkostnaðurin hevur ligið ímillum 80 og 106 milljónir krónur. Hetta svarar til, at meðallønin hjá hvørjum starvsfólki hevur ligið ímillum 66.000 og 75.000 krónur hvønn mánað øll árini frá 2010 til 2014. Anfinnur Olsen eigur Framherja TAÐ ER REIÐARIN ANFINNUR OLSEN, SUM EINSAMALLUR EIGUR MEGINPARTIN AV SAMTAKINUM FRAMHERJI Í FUGLAFIRÐI, HANN EIGUR PERSÓNLIGA 76,6 PROSENT. Anfinnur Olsen og konan Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig hava øll árini staðið á odda fyri fiskivinnufyritøkuni Fram­herji. Elisabeth hevur verið nevndar­limur í Framherja og øðrum feløgum í samtakinum, og hon er nevndar­formaður í P/f Bergfrost og P/f Eysturoy. Anfinnur Olsen er stjóri í øllum feløg­unum í samtakinum. Hann eigur persónliga 2/3 av partabrøvunum í Sp/f Framherji, umframt at hann eigur 27 prosent av partabrøvunum í Sp/f Framinvest, sum eigur seinasta triðingin í Framherji. Tað er Samherji á Akureyri, sum eigur meirilutan í tí felag­num. Hetta gevur ein eigarapart hjá Anfinni Olsen uppá 76,6 prosent, meðan Samherji eigur restina 23,4 prosent. Eginognin í Framherji sp/f er 149 milljónir krónur, so innara virði av partabrøvunum hjá Anfinni Olsen var við árslok 2014 tilsamans 114 milljónir krónur. post@sosialurin.fo Anfinnur Olsen og konan Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig hava øll árini staðið á odda fyri fiskivinnufyritøkuni Fram­herji. Akraberg