Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 19 8 0 50000 100000 150000 200000 250000 300000 350000 400000 2010 2011 2012 2013 2014 0 10000 20000 30000 40000 50000 60000 2010 2011 2012 2013 2014 0 20000 40000 60000 80000 100000 120000 2010 2011 2012 2013 2014 0 1000 2000 3000 4000 5000 6000 7000 2010 2011 2012 2013 2014 UMSETNINGUR 2010-2014 Umsetningurin hjá Framherja hevur verið sera støðugur seinastu fimm árini. Trý av árunum hevur hann ligið omanfyri 300 milljónir krónur. AVLOP ÁÐRENN SKATT Tilsamans 184 mió. krónur í avlopi áðrenn skatt seinastu fimm árini. Hetta svarar til 37 mió. krónur í avlopi áðrenn skatt um árið. STARVSFÓLKAKOSTNAÐUR Framherji hevur nú 106 fólk í starvi, og betalti 96 milljónir krónur í lønum í 2014. Starvsfólkakostnaðurin er 32 prosent av nettosøluni, og meðallønin er góð 75.000 krónur um mánaðin. VINNINGSBÝTI Framherji hevur goldið vinningsbýti tvær ferðir seinastu 10 árini. Hetta var í 2012 og 2014. Tilsamans er útgoldið 11,4 mió. kr. í vinningsbýti. Framherji aktivur íleggjari í vinnuna FRAMHERJI HEVUR IKKI LAGT VINNINGIN AV RAKSTRINUM TIL VIKS, MEN HEVUR Í STÓRAN MUN SETT PENING Í NÝTT VIRKSEMI. Eyðfinn Reyðberg Tá nýggja uppisjóvarvirkið Pelagos í Fugla­firði var stovnað í januar 2014, var Framherji ein av stovnarunum. Pelagos varð stovnað við 55 milljón­ um krónum í partapeningi, og Fram­ herji stóð fyri 30 prosent av hesum svarandi til 16,5 milljónir krónur. Tað royndist eisini væl hjá Pelagos fyrsta árið. Longu á sumri 2014 var klárt at byrja framleiðsluna, og endaliga ársúrslitið fyri 2014 gjørd­ist góðar 10 milljónir krónur eftir skatt, so sigast má, at hiðartil hev­ur hendan íløgan víst sín dugna fyri eigararnar. Heilt so gott hevur tað ikki gingið við íløguni í Faroe Origin, sum var stovnað í 2011. Framherji eigur 25 prosent av Faroe Origin. Úrslitið fyrsta árið í 2011 hjá Faroe Origin var eitt hall uppá 24 milljónir krónur, og árið eftir enn verri, eitt undirskot uppá 54 milljónir krónur. Síðan hevur gingið betri, og avlop var á roknskapinum bæði í 2013 og 2014 tilsamans 7 milljónir krónur. Eigararnir av Faroe Origin inn­ betaltu fyrst 50 og seinni 14 milljónir krónur í partapeningi. Hesin parta­ pen­ingur er seinni niður­skriv­aður til null og 14 milljónir krónur vóru inn­goldnar í partapeningi afturat í desember 2014. Framherji hevur soleiðis skotið inn 19,5 milljónir krónur í partapeningi í Faroe Origin, herav 16 milljónir krónur eru avskrivaðar sum endaliga mistar. Framherji átti til fyri stuttum 49 prosent av partapeninginum í P/f Eysturoy, ið rekur línuskip. Hetta felagið er nú yvirtikið av Framherja og Anfinnur Olsen er vorðin stjóri. Bergfrost er somuleiðis ein av íløgunum í samtakinum, og Berg­ frost hevur seinastu árini havt eitt av­ lop áðrenn skatt, sum liggur ímillum eina og tríggjar milljónir krónur árliga.