Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 20 8 Eyðfinn Reyðberg 200 milljónir krónur í avlopi í 2014. Hetta er met hjá fiski­vinnu­sam­tak­ inum Varðin í Gøtu. Hesi seinastu fimm árini hevur avlopið áðrenn skatt hjá Varðanum ligið ímillum 91 og 200 milljónir krónur og samlaða av­lopið fyri hetta tíðarskeið er 719 milljónir krónur. Verður hugt eftir umsetninginum hjá felagnum, so er umsetningurin vaksin nógv. Í 2010 var umsetningurin 319 milljónir krónur, síðan er umsetning­ urin vaksin ár um ár, og bæði í 2013 og 2014 lá umsetningurin um 800 milljónir krónur. Hetta svarar til ein vøkstur í um­ setningi uppá 244 prosent. Úrslitið áðrenn avskrivingar, rent­ ur og skatt var í 2014 255 milljónir krón­ur. Hetta svarar til 33 prosent av saml­aða umsetninginum uppá 779 milljónir krónur. Nógv virksemi Samtakið P/f Varðin umfatar nógv virk­semi, og felagið eigur í 14 ymisk­um partafeløgum, her­av Varðin eigur sjey teirra ein­sa­malt. Umframt skipini Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T., Tróndur í Gøtu og Saksa­berg/ Høgi­klettur, sum verða rikin í hvør sínum partafelagi, so er Varðin størsti eigarin í Faroe Origin í Runa­vík, sum Varðin eigur 45 prosent av. Harumframt eigur Varðin 45 pro­ sent av netavirkinum Sílnet í Klaks­ vík og ein triðing av felagnum Uppi­ sjóvar­havnin, sum gjørdi íløgur í havna­lag á Tvøroyri. Nógvar íløgur Varðin hevur rikið virksemi sítt ógvu­ liga konservativt, tá talan er um lán­ tøku og útlutan av vinningsbýti. Í staðin eru góðu úrslitini í stóran mun nýtt til íløgur. Verður hugt eftir tíðar­ skeiðinum frá 2010 til 2014 sæst, at samtakið Varðin hev­ ur gjørt íløgur fyri saman­lagt 811 milljónir krónur. Talan er bæði um nýtt skip og íløgu í nýtt og stórt uppi­ sjóvar­virki á Tvøroyri. Samlaðu íløgurnar í 2014 vóru 62 milljónir krónur. Hetta er nakað minni enn undanfarin ár. Serliga árini 2010, 2012 og 2013 vóru stórar íløgur framd­ ar, tá tær hesi trý árini lógu oman­fyri 200 milljónir krónur hvørt árið. Virðisøkja meir Sum størsti eigari av Faroe Origin í Runavík og Varðin Pelagic á Tvøroyri, hevur Varðin lagt seg eftir at styrkja um grundarlagið hjá felagnum. Varðin hevur sostatt eftir fáum árum flutt seg frá at verða eitt reiðari, til nú at vera føroya størsti framleiðari av bæði uppisjóvarfiski og vanligum botnfiski. Hetta er eisini frágreiðingin til stóra vøksturin í søluni, har rakstrar­ íkastið í stóran mun er nýtt til ný­ íløgur. Greining: Varðin P/f 719 milljónir í avlopi í fimm ár TAÐ HEVUR GINGIÐ AVBERA VÆL HJÁ STØRSTA FØROYSKA FISKIVINNUSAMTAKINUM VARÐIN Í GØTU, HAR SAMLAÐA AVLOPIÐ ÁÐRENN SKATT HEVUR VERIÐ 719 MILLJÓNIR KRÓNUR Í TÍÐARSKEIÐINUM FRÁ 2010 TIL 2014. Framhald á næstu síðu Finnur Fríði Varðin hevur lagt seg eftir at styrkja um grundarlagið hjá felagnum