Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 23 8 0 50000 100000 150000 200000 250000 2010 2011 2012 2013 2014 0 5000 10000 15000 20000 25000 30000 35000 2010 2011 2012 2013 2014 AVLOP ÁÐRENN SKATT Tils. 719 milljónir krónur í avlopi áðrenn skatt síðan 2010. Hetta svarar til í meðal 144 milljónir krónur í avlopi áðrenn skatt um árið. VINNINGSBÝTI Varðin hevur einki vinningsbýti goldið út tey 10 árini frá 2004 til 2013, men í 2014 valdu eigararnir at útgjalda 33 milljónir krónur í vinningsbýti. Uppruna eigararnir eiga framvegis Varðan TAÐ ERU 11 PRIVATFÓLK, SUM EIGA MEIR ENN FIMM PROSENT AV PARTABRØVUNUM Í VARÐANUM Í GØTU. Eyðfinn Reyðberg Tá Varðin var stovnað sum vinnu­fyri­ tøka, vóru tað í høvuðsheitum fólk í Gøtu, sum tóku seg saman um at stovna felagið. Tað eru í stóran mun somu fólk, sum framvegis í dag eina meirilutan í felagnum. Sambært eigarayvirlitinum hjá Varð­anum eiga hesi meir enn fimm pro­sent av partabrøvunum í P/f Varðin. Malena Jacobsen, Gøta Tummas Thomsen, Gøta Arni Hansen, Gøta Kári Hansen, Gøta Jógvan P. Hentze, Gøta Jógvan Dávid Jacobsen, Gøta Frits Thomsen, Gøta Pól Øregaard Jacobsen, Gøta John Jarnskorð, Tórshavn Bogi Jacobsen, Sandavágur Jaspur Hansen, Saltangará Verður virðið roknað í mun til innara virði av eginpeninginum í Varðanum, so svarar ein ognarpartur uppá fimm prosent til eitt virði uppá 40 milljónir krónur. GJALDA VINNINGSBÝTI FYRI FYRSTU FERÐ Varðin er ikki kent fyri at útgjalda vinningsbýti til eigarar sínar, men í 2014 vóru 33 milljónir krónur útgoldnar í vinningsbýti. Í 10 ár hevur Varðin einki vinningsbýti goldið til eigarar sínar, men í 2014 valdi felagið at útgjalda 33 milljónir krónur í vinningsbýti. Hesi árini frá 2004 til 2014 hevur felagið havt avlop á hvørjum ári og alt avlopið er lagt afturat eginognini, sum var 183 milljónir krónur við ársbyrjan 2004. Við árslok 2014 var eginognin komin uppá 792 milljónir krónur. Av hesum valdu eigararnir nú at taka út 33 milljónir krónur í vinningsbýti, so eginognin við árslok 2014 gjørdist 759 milljónir krónur. Talan er um góða íløgu, har eginognin er hækkað við 609 milljónum krónum eftir 11 árum. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 333 prosent ella 30 prosent um árið. Varðin er í dag eitt sera sterkt felag. Soliditeturin er góður 55 prosent og felagið hevur 228 milljónir krónur í tøkum gjaldføri á bankabók. Varðin eigur skipini Finnur Fríða, Jupiter, Tummas T., Tróndur í Gøtu og Saksaberg/ Høgi­klettur Varðin Pelagic á Tvøroyri ein sólskinssøga 89 MILLJÓNIR KRÓNUR Í AVLOPI EFTIR TRIMUM ÁRUM, OG EIN BRUTTO VIRÐISØKING UPPÁ 285 MILLJÓNIR KRÓNUR. HETTA ERU HUGALIGU TØLINI FYRI VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI. Tað at Varðin í Gøtu valdi at brúka 275 milljónir krónur í at gera eitt uppi­sjóvarvirki á Tvøroyri, hevur veru­liga verið ein góð íløga bæði hjá felag­num, Suðuroynni og føroyska sam­felag­num. Hesi fyrstu trý árini hevur rakst­ urin gingið væl, og avlop var á rakstr­ inum longu fyrsta árið í 2012, tá av­ lopið var 7 milljónir krónur áðrenn skatt. Bæði í 2013 og 2014 var avlopið 41 milljónir krónur áðrenn skatt, so samlaða avlopið hesi fyrstu trý árini er 89 milljónir krónur. Lønarútgjaldingarnar hava ligið um 60 milljónir krónur árliga til tey umleið 170 starvsfólkini á virkinum á Tvøroyri. Hetta gevur eina meðal mán­aðarløn uppá 29.000 krónur. Verður hugt eftir virðisøkingini so sæst, at brutto virðisøkingin hjá Varðin Pelagic hevur verið 285 milljónir krónur samanlagt hesi trý árini frá 2012 til 2014. Í sama tíðarskeiði eru 146 milljónir krónur av hesum brúktar til lønir, so úrslitið áðrenn avskrivingar, rentur og skatt er 139 milljónir krónur samanlagt. Varðin hevur við hesi íløgu víst, at tað loysir seg at virka uppisjóvarfisk í Føroyum, at tað hevur givið felag­ num góðan vinning, 170 nýggj ar­ beiðs­pláss eru fingin til vega, og út­flutningsvirðið er hækkað við í minsta lagi 285 milljónum krónum. Tróndur í Gøtu