mánadagur 30. november 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
24
8
Eyðfinn Reyðberg
Somuleiðis hevur hann tikið seg úr øllum
nevndum, har hann hevur verið nevndar
formaður ella nevndarlimur. Talan er um fleiri
feløg, ið øll eru knýtt at P/f Poul Michelsen.
Føroysk lóggáva krevur, at landstýrismaður
skal taka seg úr øllum vinnuligum virksemi í
samband við landstýrissess sín.
PM-Holding gott avlop
PM-Holding P/f, sum eigur 45 prosent av P/f
Poul Michelsen, hevði eitt gott avlop seinasta
roknskaparár, sum endaði 30. apríl 2015.
Úrslitið var eitt avlop uppá 1,6 milljón krónur,
sum er á leið tað sama sum undanfarna ár, tá
úrslitið var 1,5 milljón krónur. Úrslitið stavar frá,
at P/f Poul Michelsen hevði eitt ársúrslit uppá
4,4 milljónir krónur eftir skatt, harav 2 milljónir
krónur vóru goldnar í vinningsbýti til eigarar
nar, har P/f PM-Holding eigur 45 prosent.
Vinnutíðindi
Poul Michelsen
tikið seg úr øllum
sínum vinnuligu
áhugamálum
POUL SUNDBERG MICHELSEN, LANDSTÝRISMAÐUR Í VINNUMÁLUM,
ER FARIN FRÁ SUM STJÓRI Í P/F POUL MICHELSEN
Poul Michelsen, landstýrismaður í vinnumálum. Mynd: Álvur Haraldsen
ÁRNI ELLEFSEN
NÝGGJUR NEVNDAR
FORMAÐUR Í SKYN
Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik, er
nýggjur nevndarformaður í húsameklarafyri
tøkuni Skyn, sum bankin eigur. Árni tekur við
eftir Janus Petersen, sum gavst sum stjóri í
Bank Nordik fyri stuttum.
ÓLI HANSEN FRÁ SUM
NEVNDARFORMAÐUR Í
P/F REPORTING ARENA
Óli Hansen, sakførari, er farin frá sum
nevndarformaður í P/f Reporting Arena. Hann
hevur verið nevndarformaður í felagnum
síðan felagið varð stovnað í januar 2012.
Nýggjur nevndarformaður er sviin Tore
Ingemar Ljungdal, sum hevur sitið í nevndini í
Reporting Arena síðan desember 2012. Fyrstu
trý árini í 2012, 2013 og 2014, hevur Reporting
Arena havt eitt samlað hall uppá 8 milljónir
krónur. Endamál felagsins er menning og søla
av KT skipanum.
BANKNORDIK STOVNAR
LÍVSTRYGGINGARFELAG
BankNordik hevur stovnað nýtt
lívstryggingarfelag NordikLív P/f. Felagið
hevur 30 milljónir krónur í eginpeningi við
stovnan, og Rune Nørregaard er stjóri. John
Rajani er nevndarformaður og í nevndini sita
eisini Árni Ellefsen, og Jens Erik Christensen.
Jens Erik Christensen er kent andlit í
BankNordik, tí hann sat í nevndini frá 2007 til
2015, tá øll nevndin í bankanum var skift út.
KLIMA.FO HÁLVA
MILLJÓN Í AVLOPI
Klima.fo Sp/f í Sandavági hevði eitt avlop
seinasta roknskaparárið, sum endaði 31. mars
2015, uppá eina hálva milljón krónur. Hetta er
júst sama úrslit sum í 2013/14 tá úrslitið eisini
var eitt avlop uppá eina hálva milljón krónur.
Lønarkostnaðurin var 2,3 milljónir krónur.
Hetta er 600.000 krónur meira enn árið
frammanundan, tá lønarkostnaðurin var 1,7
milljón krónur. Felagið hevur fýra starvsfólk,
og eginognin er komin uppá 1,1 milljón
krónur. Jens Kristian Haraldsen hevur verið
stjóri í Klima.fo síðan felagið varð stovnað í
desember 2008.
TUMMAS
OSMUNDARSON
JUSTINUSSEN KEYPIR
KATRINU CHRISTIANSEN
Sp/f Katrina Christiansen er nýtt felag, sum
Tummas Justinussen hevur stovnað. Enda
málið við nýggja felagnum, er at eiga og reka
fasta ogn. Tað er Sp/f 28. Juni 2000, sum
eigur nýggja felagið. Talan er um holdingfelag
hjá Tummas O. Justinussen.
Árni Ellefsen
Framherji yvirtekur
línuskipini hjá
Johannus Martin Olsen
P/F EYSTUROY, IÐ REKUR
FLEIRI LÍNUSKIP, HEVUR
FINGIÐ NÝGGJAN STJÓRA
Tað er Anfinnur Olsen, stjóri í Framherja, ið
hevur yvirtikið uppgávuna eftir Johannus
Martin Olsen, ið hevur rikið línuskip seinastu
mongu árini. Somuleiðis er nýggj nevnd vald,
har Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen er
nevndarformaður, og Bjørn á Heygum og
Torsteinn Már Baldvinsson eru nevndarlimir.
Partapeningurin er í sama umfari styrktur við
kontantum inngjaldi uppá 3 milljónir krónur,
hetta fyri at fáa eginognina, sum var negativ,
upp á null.
NÝTT FELAG TIL
ÚTRÓÐUR Á EIÐI
Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggj feløg
verða stovnað til at reka útróður, men Jan
Eidesgaard á Eiði hevur stovnað Sp/f JJ
Torvanes, sum hevur til endamáls at reka
útróður og fiskivinnu og annað starv í hes
um sambandi. Partapeningurin er 80.000
krónur.
FÍNSMIÐJAN NÝTT
FELAG Í RUNAVÍK
Teir tríggir Bogi, Bárður og Rani Rasmussen
hava stovnað felagið Sp/f Fínsmiðjan,
ið heldur til á Heiðavegi 37A í Runavík.
Felagið hevur til endamáls at reka smiðju
virksemi, handil og annað virksemi í hesum
sambandi. Partapeningurin er 81.000 krón
ur, og Rani Rasmussen er stjóri felagsins.
NÝTT FELAG TIL
ÚTLEIGAN AV ÍBÚÐUM
Fýra feløg í Vági hava stovnað Sp/f Við
Laksá, sum hevur til endamáls at reka
útleigan av húsum og íbúðum, ferðavinnu,
tænastu og annað virksemi í hesum sam
bandi. Partapeningurin er 250.000 krónur,
og Arni Djurhuus Brattaberg er stjóri felags
ins. Tað eru tey fýra feløgini Íløgufelagið
Kveiking, HS Holding, Suðursmíð og Torgið,
øll við heimstaði í Vági, sum eiga nýggja
felagið.
Johannus Martin Olsen