Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 28 8 Jákup Mørk Talan var bara um langa feriu, tá Tróndur Djurhuus og Unn Hilduberg í 2012 løgdu leiðina til Spania. Ætlandi skuldi steðgurin varða einar fýra mán­aðir ella so, men nú vit skjótt skriva 2016, hava tey bæði framvegis bú­stað í Altea, sum er ein lítil býur í lands­ ynnings­partinum av Spania. Framvegis hugna tey sær í veðurgóða umhvørvinum, men talan er ikki longur um feriu. Nú eru tey búsitandi á stað­num, og tey eru eisini komin væl áleiðis at smíða sær sína egnu fyritøku, sum nevn­ist Sólorka. Eina føroyska ferða­skriv­stovu í Spania. – Tað eru fleiri góðar orsøk­ir til, at vit hava valt hesa leiðina. Ein hin fremsta er, at Altea-víkin er heimskent fyri fram­úr góða veðurlagið. Enntá hevur WHO staðfest, at her er talan um heilsu­ besta veðurlag í heiminum, heldur Tróndur fyri. – Hetta er eisini nakað, sum hevur verið kent í øldir. Longu í aðru øld valdu rómverjar at byggja sær ein bý her á staðnum, og tá var heilsubót júst eitt av endamálunum. Soleiðis síggja vit framvegis í dag leivdirnar av eini rómverskari baðimiðstøð á stað­num. – Hartil dámar okkum føroy­ing­ um jú ógvuliga væl at ferðast. Vit vilja gjarna sleppa til sól og summ­ ar í heitari londum, og her halda vit avgjørt, at vit kunnu lofta einum bólti. Á incoming-síðuni hevur ferða­ vinnan av álvara ment seg í øllum lið­um tey seinnu árini, og hetta gevur Føroyum munandi útflutnings­inn­ tøkur. Enn er tað kortini so, at ein stórur partur av føroyskari ferðing fevnir um føroyingar, sum javnan leita sær út í heim. Føroyar hava dugna­ligar fyritøkur, sum selja ferðir av landinum. Tann longdi flog­ vøll­urin í Vágum ber í sær, at meðal­langt­røkk­andi flogfør nú kunnu flúgva føroy­ingar longri út í heim í einum strekki. Hetta gevur møgu­leikar fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu gera seg enn meira galdandi í teirri útgangandi ferða­vinnuni, og tað er hesum møgu­leik­ anum, sum vit vilja lofta, siga tey bæði. Í fyrsta umfari verður talan um at skipa fyri ferðum uttan fyri vanliga háárstíð. Partvíst er hetta grundað á, at tað kann verða trupult hjá Atlantic Airways at fáa logistikkin at ganga upp, um fleiri bein­leiðis ferðir til Alacante skulu flúgvast í háárstíðini, men part­víst eisini, tí tað kanska serliga er um heystið og várið, at føroyingar hava størstan tørvin á at løða battaríini við nøkrum døgum ella vikum í sólini. Ferðavinna Føroyskt granna­lag í Spania UNN HILDUBERG OG TRÓNDUR DJURHUUS HAVA STOVNAÐ FØROYSKA FERÐASKRIVSTOVU Í SPANIA. VIRÐISØKING AV ÚTGANGANDI FERÐA­ VINNUNI ER ENDAMÁLIÐ, OG HJÁ FØROYINGUM LETUR HETTA UPP FYRI NÝGGJUM MØGULEIKUM TIL VENJING, HEILSUBÓT OG FRÍTÍÐ Okkum føroyingum dáma jú ógvuliga væl at ferðast Síðani 2012 hava Unn Hilduberg og Tróndur Djurhuus búleikast í Spania. Nú lata tey upp fyri nýggjum ferðamáli hjá føroyingum Umhvørvið kring Altea er framúr til súkklutúrar. Eitt nú gongur ein etapa av Vuelta Espana ígjøgnum økið. Mynd: Dávur Djurhuus