Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 53

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 29 8 Veðurlagið er nakað lýggjari í Spania enn um okkara leiðir. Mynd: Dávur Djurhuus Beinleiðis pakkaferðir Seinastu mánaðirnar hava tey bæði verið í samband við hópin av aktør­ um innan ferðavinnu á Altea-leiðini. Allar avtalur hesum viðvíkjandi eru fingnar í lag, og eisini er avtala gjørd um beinleiðis charter-flúgving, so sleppast kann undan flogskiftum og til­hoyrandi bíðitíð og ymsum flog­vøllum. Konseptið er í fyrstu atløgu at peila seg beint á nakrar útvaldar mál­bólkar. Málbólkar, sum tey bæði meta kunnu hava serliga stóra gleði av ferð­ini. Á heimasíðuni, sum nú er almenn, verður víst til fleiri skræddara­ seym­aðar temaferðir. Eitt nú innan súkkling, heilsu, golf, fjallarenning, gongu­túrar, list, mentan og mangt ann­að. Fjølbroytta landslagið kring Altea-víkina gevur stórar møguleikar til alskyns frítíðarítriv, og bæði innan list og mentan hevur spanski fiski­ vinnu­býurin hópin av tilboðum og møgu­leikum. Í teimum førum, har serstøk tema­ ferð verður keypt, syrgja tey bæði Unn & Tróndur fyri, at allar avtalur við vegleiðarum, venjarum v.m. eru gjørd­ar. Tey hava fasta avtalu við eitt nú venjarar og viðgerðarstovur, og so­leiðis kunnu tey altíð standa inni fyri tí, sum tey hava boðið teimum ferð­andi. Fyri føroyingar er eisini vert at bíta merki í, at sera stórur partur av íbúgvunum í Altea-økinum eru nor­ menn. Eitt nú kundi útsendi tíðinda­ maðurin fáa viðgerð á eini norskari viðgerðarstovu á ferðini, og tað er nú ólíka lættari at samskifta á norskum, heldur enn á sponskum, hjá flestu okkara. Føroyskt grannalag Umframt sjálvar temaferðirnar fevnir konseptið hjá teimum báðum eisini um meira reindyrkaða sól-frítíð. Tey ferðandi koma at búleikast á hotelli í Albir, sum er at kalla fast­ grógvið við Altea, og her vilja tey skapa eitt føroyskt grannalag. – Tað kann jú vera, at meðan maðurin í húskinum vil sleppa á venj­ingar­legu við súkkluvinum sín­ um, meðan konan á børnini bara vilja sleppa at sóla sær. Hetta er eingin trupulleiki, tí so rinda tey bara fyri ferð og uppihald, með­an kostnað­ urin hjá manninum so eisini inni­ heldur tað, sum súkklu­venj­ingar­nar kosta. Tað eru jú eisini aðrir tímar í sam­døgr­inum enn teir, sum eru á súkkl­uni, og eisini her hava vit sett kon­septið saman, so talan verður um hugna­liga frítíð við familju og vinum. – Eitt nú verður skipað fyri hugna­kvøldum við føroyskum sangi, og her hava vit longu gjørt avtalu við onkrar føroyskar troubadurar. Føroysk barnagenta verður eisini á hotell­inum, so foreldrini meira ekka­leys kunnu njóta næruhvørvið á leiðini. Eitt lítið vatnland til børnini er á hotell­inum, og sjálvandi er eitt størri vatn­land umframt hópin av øðr­um frí­tíðar­ítrivum eisini atkomulig í nær­umhvørvinum. Sjálvt Altea og Albir eru ikki av størstu býum, men vilja tey ferðandi uppliva býarmentan, er hetta heldur eingin trupulleiki. Fyri hálvaaðru euro slepst við bussinum til Benidorm, har meira pulserandi býar- og náttarlív kann upplivast, og koyrir tú lítlan tíma fram við strondini, kemur tú til Alacante, har meira av tí sama eisini kann upplivast. Fyrstu beinleiðis flogferðirnar móti Costa Blanca fara av barka­ stokki í vár, og eingin ivi tykist vera um, at føroysku vertirnir í Spania í spenn­ingi bíða eftir møguleikanum at taka sær av føroysku gestunum. jakup@sosialurin.fo Saman við øðrum var høvundurin í november mánaði boðin til Albir, har høvi var at royna nakrar av møguleikunum, sum ferðatilboðið hjá Sólorku inniheldur. Konseptið er í fyrstu atløgu at peila seg beint á nakrar útvaldar málbólkar